100-7 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi eini heildarloysn fyri Hvalbiar sókn 

Orðaskifti

Ár 2006, hósdagin 9. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

Løgmaður verður sum samgonguleiðari spurdur, um hann beinanvegin vil virka fyri eini heildarloysn, ið fevnir bæði um eftirskúla og bergholsgerð í Hvalbiar sókn fyrst í komandi ári.

 

 

Viðmerkingar:

Breið semja er á tingi og í landsins stýri um, at Suðuroyggin er vorðin eftirbátur í teirri stóru samfelagsmenningini, men kortini er eingin nýggj íløga løgd hagar hetta samgonguskeiðið.

 

Ein av virknastu bygdunum í landinum er við at stagnera, fær ikki virka og fær als ikki ment seg víðari, fyrr enn almennu Føroyar veita sóknini líkinda feraðsamband.

 

Hvalbiar sókn er kend fyri sítt avbera dugnaliga trolarafólk og hevur tríggjar trolarar og eitt trolvirki. Harafturat er farið undir toskaaling, og eisini eru áralongu fyrireikingarnar um eftirskúlan í Hvalba komnar undir land.

 

Men - tíverri er ikki komandi til bygdar við framkomnum flutningstólum. Bergholið hagar er skjótt hálvthundrað ára gamalt og lýkur á ongan hátt tíðarinnar krøv.

 

Rokna vit kost/nyttu útrokningar fyri Hvalbiar sókn, koma vit skjótt eftir, at almennu Føroyar hava eina upplagda skyldu at fara undir bergholið hagar longu fyrst í komandi ári, tá borað er ígjøgnum millum Øravík og Hov.

 

Ein munandi menning fer tá at taka seg upp, og íløgan fer at rinda seg aftur eftir fáum árum til almikið gagn fyri virksemið í Hvalbiar sókn og í Suðuroynni sum heild.

 

Vinnulívið í Suðuroynni verður fyri stórum frambrotum verður heildarloysnin sett í verk. Bøtt verður munandi um umstøðurnar at virka og flyta aldan tosk virkjanna millum, fisk og fiskaúrdráttir til avskipingar og trol og reiðskap millum trol- og lemmavirkini í oynni, og ivaleyst fær kolanámsvinnan eisini almikið gagn av hesum framtaki.

 

Lestrarumhvørvið, næmingar og lærarar á eftirskúlanum í Hvalba fáa aðrar og bøttar møguleikar. Familjulívið, ítrótturin, frítíðin, ja, snøgt sagt allur trivnaður kemur tá í annað ljós.

 

Tá talan er um eina heilt serliga loysn á fleiri málsøkjum, verður løgmaður sum samgonguleiðari spurdur, um hann beinanvegin vil virkað fyri hesi heildarloysn fyri Hvalbiar sókn.

Á tingfundi 10. november 2006 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 30. november 2006 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Fyrst vil eg siga, at eg eri púra samdur við Hergeir Nielsen um, at Hvalba, sum annars hevur nógvar fyritreytir fyri at vera ein virkin bygd, verður nógv darvað av, at bergholið er langt frá at vera tíðarhóskandi.

 

Tí er tað at víðka bergholið ella at byggja eitt nýtt ein at teimum verkætlanum, sum stórur tørvur er á at fremja.

 

Bergholið til Hvalbiar er ein partur av samferðsluætlanini, sum Landsverk arbeiðir við í løtuni. Tað verða sokallaðar kostnað-nyttu-kanningar gjørdar av ymiskum loysnum at fáa eitt dagført berghol. Kostnað-nyttu-kanningarnar verða nýttar sum grundarlag, tá loysnir skulu veljast, og verkætlanin er partur av tí uppskoti til raðfesting av íløgum, sum verður gjørt.

 

Tá ræður um eftirskúla í Hvalbiar sókn, so er hetta ein sera áhugaverdur tanki, og eigur hetta mál at verða viðgjørt seriøst og við stórum goodwill.

 

Nógvir skúlanæmingar fara á eftirskúla í útlondum, serliga í Danmark, so grundarlag er uttan iva fyri slíkum skúla, og Hvalba er – tykist mær – eitt sera vælhóskandi stað at leggja ein slíkan eftirskúla.

 

Spurningarnir um innihaldið og skipanina í 10. flokki hava verið havdir á lofti mangar ferðir  gjøgnum árini. Upprunaliga var ætlanin, at 10. flokkur skuldi kunna hava eitt liðiligt undirvísingarinnihald við fjølbroyttum útbúgvingartilboðum.

 

Eitt eftirskúlatilboð hevði uttan iva komið væl við hjá skúlatroyttum næmingum, sum í dag ikki hava nógvar ella fjølbroyttar møguleikar at velja ímillum.  

 

Í PISA-tilmælinum verður mælt til at lækka undirvísingarskylduna til 6 ár, og at næmingar hava tvungna skúlagongd í 10 ár. Verður hetta gjørt, merkir tað, at verandi 10. flokkur fellur burtur. Eitt eftirskúlatilboð kann tá vera ein góður møguleiki hjá teimum, sum ikki fara beinleiðis í miðnámsútbúgvingarnar eftir loknan fólkaskúla. Eftirskúlatilboðið kann tá nýtast til eina miðvísa fyrireiking til víðari útbúgving ella annað virksemi.

 

Umsóknin um at seta á stovn eftirskúla í Hvalba er til viðgerðar í Mentamálaráðnum, og verður politisk støða tikin til málið, tá ið viðgerðin er liðug.

 

Málið avgreitt.