50. fundur

Ár 2004, týsdagin 9. mars kl. 13.40 varð tingfundur settur.

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, landsstýrismenninir Bárður Nielsen og Bjørn Kalsø og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2003: Uppskot til samtyktar um at taka óárinið frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2003: Uppkot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.
    Málið tikið aftur av uppskotsstillaranum, Høgna Hoydal
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.
    Málið beint í rættarnevndina.

    Tingmálini nr. 33/2003 og nr. 35/2003 vórðu viðgjørd undir einum.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 30/2003: Uppskot til løgtingslóg um at keypa partabrøv í Nordatlantisk Turistselskab ApS.
    Málið beint í vinnunevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2003: Uppskot til løgtingslóg um at verja havnir.
    Málið beint í vinnunevndina.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2003: Uppskot til løgtingslóg um at byggja lista og ítróttaskúla við Meginskúlan í Sandoynni.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-30/2003 til Birgit Kleis, ríkisumboðsmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi at Føroyar verða lýstar sum amt hjá donskum myndugleikum

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 10. mars 2004 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2003: Uppskot til broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  6. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.35 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari