35  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttavedding v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
G. 2. viðgerð
H. Orðaskifti við 2. viðgerð
I. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 3. mars, legði Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding v.m. 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 34 frá 23. apríl 1999 um ítróttarvedding v.m. verður í § 9, stk. 1 "3 mánaðir" broytt til: „6 mánaðir".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.  

Kap.1. Almennar viðmerkingar
Orsøkin til uppskotið um hesa lógarbroyting er, at Sp/f Ítróttarvedding hevur gjørt nýggja avtalu við Dansk Tipstjeneste A/S, av tí at lóggávan á hesum øki í Danmark er broytt soleiðis, at Føroyar ikki longur fáa eina ávísa prosentupphædd av yvirskotinum frá tí danska spælinum.

Sambært avtaluni millum Sp/f Ítróttarvedding og Dansk Tipstjeneste A/S verður ein endalig uppgerð fyri Føroyar ikki tøk fyrr enn eftir aðalfundin hjá Dansk Tipstjeneste A/S, sum verður hildin í seinasta lagi 1. mai árið eftir roknskaparárslok. Hetta er ikki innan fyri teir 3 mánaðirnar, sum ásettir eru í § 9, stk. 1 í løgtingslóg nr. 34 frá 23. apríl 1999 um ítróttarvedding v.m. sum er orðað soleiðis:

"Árliga avlopið hjá Sp/f Ítróttarvedding verður, aftaná avsetingar til fyrisiting, innan 3 mánaðir eftir roknskaparárslok býtt soleiðis til hesi feløg og stovnar at nýta til almannagagnlig endamál:..."

Innlendismálaráðið metir ikki, at ein slík avtala er í samsvari við § 9, stk. 1 í lógini, tí um eitt møguligt avlop ella hall roknskapartekniskt verður flutt til árið eftir, snýr tað seg ikki um eina rættvísa mynd av roknskapinum og tí árliga avlopinum.

Sambært § 6 í lógini skal landsstýrismaðurin góðkenna eina avtalu millum Sp/f Ítróttarvedding og Dansk Tipstjeneste A/S. Av tí at landsstýrismaðurin ikki kann góðkenna avtaluna, orsakað av ásetingini í § 9, stk. 1, verður mælt til at broyta hesa áseting soleiðis, at teir 3 mánaðirnir verða broyttir til 6 mánaðir.

Ein fyrimunur við at broyta hesa áseting er, at broytingin fer at hava við sær, at ásetingin um útlutan av avlopinum hjá Sp/f Ítróttarvedding verður meira lík reglunum í smápartafelagslógini. Sambært § 50 í smápartafelagslógini skal aðalfundur verða hildin innan 6 mánaðir eftir roknskaparárslok. Sp/f Ítróttarvedding er fevnt av reglunum í smápartafelagslógini, tó við teimum undantøkum, ið eru nevnd í § 3 í lógini um ítróttarvedding.

Málið hevur skund orsakað av, at Dansk Tipstjeneste A/S ikki vil flyta nakran pening til Føroyar, fyrr enn avtalan er góðkend av landsstýrismanninum.

Uppskotið varð sent Løgtinginum 7. november 2003, men av tí at val varð skrivað út, áðrenn uppskotið varð endaliga samtykt, fall uppskotið burtur sbrt. § 15, stk. 3 í stýrisskipanarlógini.

Ummæli
Uppskotið hevur ikki verið til ummælis, men Sp/f Ítróttarvedding er samt við Innlendismálaráðið í, at um Innlendismálaráðið metir, at broytingin er neyðug fyri at tryggja, at avtalan er í samsvari við lógina, eigur broytingin at verða framd skjótast gjørligt.

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum
Mett verður ikki, at uppskotið hevur fíggjarligar, umsitingarligar, umhvørvisligar, sosialar ella aðrar avleiðingar við sær.

Tó skal verða gjørt vart við, at verður árliga avlopið býtt til feløgini innan 6 mánaðir eftir roknskaparárslok í staðin fyri innan 3 mánaðir, merkir tað fyri tey, ið fáa peningin at nýta til almannagagnlig endamál, at peningurin verður útgoldin 3 mánaðir seinni enn eftir galdandi reglum.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

(Ja)

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

Nei

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1
Áseting um, at árliga avlopið hjá Sp/f Ítróttarvedding verður býtt út innan 6 mánaðir eftir roknskaparárslok í staðin fyri eftir núverandi áseting, sum er innan 3 mánaðir eftir roknskaparárslok.

Til § 2
Áseting um gildiskomu.

1. viðgerð 9. mars 2004. Tingmálini nr. 33 og 35 vórðu viðgjørd undir einum og beind í rættarnevndina, sum tann 18. mars 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2004, og eftir 1. viðgerð tann 9. mars 2004 er tað beint rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 15. mars 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Sp/f Ítróttarvedding, umboð fyri Føroya Ungdómsráð og Jógvan við Keldu, landsstýrismann í innlendismálum. Frá Sp/f Ítróttarvedding hevur nevndin fingið avrit av sáttmálanum, gjørdur millum Sp/f Ítróttarvedding og Dansk Tipstjeneste tann 8. juli 2003, og felagslógir fyri Sp/f Ítróttarvedding, avrit av umsetninginum hjá Dansk Tipstjeneste í Føroyum fyri 2003 og tøl fyri, hvussu ÍSF útbýtir peningin frá Ítróttarveddingini. Frá FUR hevur nevndin fingið avrit av viðtøkunum hjá felagnum, reglugerð fyri býti av stuðli av veddingarpengunum og eitt yvirlit yvir limafeløg í FUR.

Eftir fyrispurning frá nevndini hevur Mentamálaráðið útvegað leiðreglur fyri at veita stuðul av veddingarpengunum og upplýsingar um, hvør hevur fingið stuðul frá Mentamálaráðnum í 2003.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið, men hevur hesar viðmerkingar.

Løgtingsgrannskoðararnir hava, bæði tá landskassaroknskapirnir fyri ár 2000 og 2001 vórðu lagdir fyri Løgtingið, víst á, at ymsir studningar verða veittir uttan nøktandi mannagongdir og eftirlit. Eitt samt Løgting samtykti roknskapirnar fyri 2000 og 2001 og harvið eisini tilmælini frá løgtingsgrannskoðarunum um at bøta um verandi stuðulsgrundarlag, stuðulslóggávu og stuðulsumsiting. Nevndin leggur dent á týdningin av, at stuðulsgrundarlagið, stuðulslóggávan og stuðulsumsitingin verða endurskoðað.

2. viðgerð 24. mars 2004. §§ 1 og 2 samtyktar 32-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 26. mars 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 8 frá 30.03.2004