33 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttavedding v.m.
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Tikið aftur
Ár 2004, 3. mars, legði Høgni Hoydal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.
§ 1
Í løgtingslóg nr. 34 frá 23. apríl 1999 um ítróttarvedding v.m. verður gjørd
henda broyting:
Í § 9, stk. 1 verður orðingin "3 mánaðir" broytt til: 6
mánaðir".
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almennar viðmerkingar
Orsøkin til uppskotið um hesa lógarbroyting er, at Sp/f Ítróttarvedding hevur gjørt
nýggja avtalu við Dansk Tipstjeneste A/S av tí, at lóggávan á hesum øki í Danmark
er broytt soleiðis, at Føroyar ikki longur fáa eina ávísa prosentupphædd av
yvirskotinum frá tí danska spælinum.
Sambært avtaluni millum Sp/f Ítróttarvedding og Dansk Tipstjeneste A/S verður ein endalig uppgerð fyri Føroyar ikki tøk fyrr enn eftir aðalfundin hjá Dansk Tipstjeneste A/S, sum verður hildin í seinasta lagi 1. mai árið eftir roknskaparárslok. Hetta er ikki innan fyri teir 3 mánaðirnar, sum ásettir eru í § 9, stk. 1 í løgtingslóg nr. 34 frá 23. apríl 1999 um ítróttarvedding v.m. sum er orðað soleiðis:
"Árliga avlopið hjá Sp/f Ítróttarvedding verður, aftaná avsetingar til fyrisiting, innan 3 mánaðir eftir roknskaparárslok býtt soleiðis til hesi feløg og stovnar at nýta til almannagagnlig endamál:..."
Mett verður ikki, at ein slík avtala er í samsvari við § 9, stk. 1.
Sambært § 6 í lógini skal landsstýrismaðurin góðkenna eina avtalu millum Sp/f Ítróttarvedding og Dansk Tipstjeneste A/S. Av tí at landsstýrismaðurin neyvan kann góðkenna avtaluna, orsakað av ásetingini í § 9, stk. 1, verður mælt til at broyta hesa áseting soleiðis, at teir 3 mánaðirnir verða broyttir til 6 mánaðir.
Ein fyrimunur við at broyta hesa áseting er, at broytingin fer at hava við sær, at ásetingin um útlutan av avlopinum hjá Sp/f Ítróttarvedding verður meira lík reglunum í smápartafelagslógini. Sambært § 50 í smápartafelagslógini skal aðalfundur haldast innan 6 mánaðir eftir roknskaparárslok. Sp/f Ítróttarvedding er fevnt av reglunum í smápartafelagslógini, tó við teimum undantøkum, ið eru nevnd í § 3 í lógini um ítróttarvedding.
Málið hevur skund orsakað av, at Dansk Tipstjeneste A/S ikki vil flyta nakran pening til Føroyar, fyrr enn avtalan er góðkend av landsstýrismanninum.
Avleiðingarnar av uppskotinum
Mett verður ikki, at uppskotið hevur fíggjarligar, umsitingarligar,
umhvørvisligar, sosialar ella aðrar avleiðingar við sær.
Tó skal verða gjørt vart við, at verður árliga avlopið býtt til feløgini innan 6 mánaðir eftir roknskaparárslok í staðin fyri innan 3 mánaðir, merkir tað fyri tey, ið fáa peningin at nýta til almannagagnlig endamál, at peningurin verður útgoldin 3 mánaðir seinni enn eftir galdandi reglum.
|
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
Nei | Nei |
Nei | (Ja) | Nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
Nei |
Nei | Nei | Nei | Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
Nei |
Nei | Nei | Nei | Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Nei |
Nei | Nei | Nei | Nei |
Sosialar avleiðingar |
Nei |
Serligar viðmerkingar
Til § 1
Áseting um, at árliga avlopið hjá Sp/f Ítróttarvedding verður býtt út innan 6
mánaðir eftir roknskaparárslok í staðin fyri eftir núverandi áseting, sum er innan
3 mánaðir eftir roknskaparárslok.
Til § 2
Áseting um gildiskomu.
1. viðgerð 9. mars 2004. Tingmálini nr. 33 og 35 vórðu viðgjørd undir einum.
Á tingfundinum henda sama dag tók uppskotssetarin málið aftur.