49. fundur

Ár 2004, hósdagin 4. mars kl. 13.40 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Finnur Helmsdal, John Johannessen, Gerhard Lognberg og Óli Breckmann, løgmaður, landsstýrismenninir Hans Pauli Strøm, Bjarni Djurholm, Jógvan á Lakjuni og Bárður Nielsen og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Val av einum løgtingsgrannskoðara.
    Valdur varð Olav Enomoto.
  2. Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-25/2003 frá løgtingskvinnunum Annitu á Fríðriksmørk og Heidi Petersen viðvíkjandi skipaðum kvinnuhandli í Føroyum.
    Málið avgreitt.
  3. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at
    Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin, hevur lagt fram tingmálini nr. 39/2003: Uppskot til samtyktar um almennan málpolitikk, nr. 41/2003: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi vegakervunum Skálafjørður-Strendur og Norðskáli-Oyri, og nr. 52/2003: Uppskot til samtyktar um framtøk fyri føroyskar tónleikarar,
    - Karsten Hansen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin, hevur lagt fram tingmálini nr. 40/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi, nr. 46/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti, og nr. 53/2003: Uppskot til løgtingslóg um at útbyggja Tekniska Skúlan í Klaksvík,
    - Høgni Hoydal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin, hevur lagt fram tingmálini nr. 42/2003: Uppskot til samtyktar um at velja umboð Løgtingsins til Norðurlandaráðið, nr. 54/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, og nr. 55/2003: Uppskot til samtyktar um miðvís framtøk fyri gransking, tøkni og menning í Føroyum,
    - Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk og Páll á Reynatúgvu, løgtingsmenn, vegna Tjóðveldisflokkin, hava lagt fram tingmál nr. 45/2003: Uppskot til løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin),
    - Heidi Petersen, løgtingskvinna, vegna Tjóðveldisflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 49/2003: Uppskot til løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna,
    - Bill Justinussen, løgtingsmaður, hevur lagt fram tingmál nr. 47/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna,
    - Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 43/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.,
    - Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 44/2003: Uppskot til løgtingslóg um eftirløn hjá ávísum lærarum o.ø. á Føroya Handilsskúla,
    - Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 48/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, og
    - Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 50/2003: Uppskot til løgtingslóg um landsjørð, og nr. 51/2003: Uppskot til løgtingslóg um búnaðargrunn.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 9. mars 2004 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2003: Uppskot til samtyktar um at taka óárinið frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2003: Uppkot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.
    Tingmálini nr. 33/2003 og nr. 35/2003 verða viðgjørd undir einum.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 30/2003: Uppskot til løgtingslóg um at keypa partabrøv í Nordatlantisk Turistselskab ApS.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2003: Uppskot til løgtingslóg um at verja havnir.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2003: Uppskot til løgtingslóg um at byggja lista- og ítróttaskúla við Meginskúlan í Sandoynni.
  7. Framløga.

 Fundur lokin kl. 15.45. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari