32. fundur

Ár 2003, hósdagin 4. desember kl. 13.40, varð tingfundur settur.

Johan Dahl, løgtingsmaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 25/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíðarundirvísing.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2003: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2003.
    Uppskotið samtykt 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 6/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Óla Breckmann, Kristinu Háfoss, Tórbjørn Jacobsen og Kára P. Højgaard, til § 1 samtykt 18-0-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-0-14. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 8/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum (Rentustuðulslógin).
    Uppskot frá Henrik Old um at beina málið aftur í nevnd samtykt 16-0-15. Málið beint aftur í fíggjarnevndina.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 18/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2003: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2003.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr.28/2003: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn.
    Málið beint í vinnunevndina.
  8. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svaraði fyrispurning nr. 100-18/2003 frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi filminum færøerne.dk.
    Málið avgreitt.
  9. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 23/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding v.m., og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 26/2003: Uppskot til løgtingslóg um at keypa partabrøv í Nordatlantisk Turistselskab ApS.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 5. desember 2003, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Svar upp á fyrispurning nr. 100-21/2003 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi rættartrygdini í ríkisrættinum.
  2. Svar upp á fyrispurning nr. 100-19/2003 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi viðlíkahaldi av Landssjúkrahúsinum.
  3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-20/2003 til Annitu á Fríðriksmørk, landsstýrismann, frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Landsskjalasavninum.
  4. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.05.  

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari