A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D.
Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
Ár 2003, 31. oktober, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1, stk. 1, nr. 2) verður orðað soleiðis:
"2) Galdandi frá 1. januar 2004:
Er inntøkan minni enn kr. 22.000,00, verður latið 0%.
Er inntøkan |
men minni |
verður latið kr. |
av |
og av restini |
22.000 |
65.000 |
0 |
22.000 |
6,1 % |
65.000 |
120.000 |
3.010 |
65.000 |
18,1 % |
120.000 |
170.000 |
13.460 |
120.000 |
22,1 % |
170.000 |
24.960 |
170.000 |
35,1 % |
"
§ 2
Lógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Kapittul 1: Almennar viðmerkingar
Skotið verður í hesum lógaruppskoti upp at lækka øll stig á landsskattastiganum
við 0,9 prosentstigum. Orsøkirnar til hesa lækking eru tvinnar:
Ein orsøk er, at landsstýrismaðurin í almannamálum hevur gjørt uppskot til løgtingslóg um barnavernd. Eftir hesum uppskoti verður ábyrgd og umsiting av barnaverndarøkinum flutt frá landi til kommunur frá 1. januar 2004 at rokna.
Uppskotið merkir eftir útroknungum frá Almannamálaráðnum, at kommurnar í 2004 samanlagt fáa eina meiraútreiðslu uppá 47,8 mió krónur, meðan landið sparir eina tilsvarandi upphædd.
Fyri at rætta hetta uppaftur verða lækkingar gjørdar í landsskattastiganum, soleiðis at kommunur kunnu gera tilsvarandi hækkingar í kommunuskattaprosentunum
Hin orsøkin er, at í samband við at viðbótin til fólkapensionistar varð hækkað í 2002, varð eisini skattalætti veittur pensionistum. Skattalættin varð veittur á tann hátt, at pensiónsfrádrátturin, sum var í skattinum, varð tikin burtur, og grundupphæddin í fólkapensiónini bleiv gjørd skattafrí. Henda broyting kostaði kommununum skattainntøku, og var tí avgjørt at kommunurnar skuldu fáa eina kompensatión uppá 5,5 mió. kr. Henda kompensatión var í fyrsta umfari givin við at broyta býtislutfallið millum land og kommunur í FAS- skipanini, men orsakað av at FAS-skipanini ikki er serliga væl egnað til endamálið verður ístaðin skotið upp at gera lækkingar í skattastiganum, soleiðis at kommunurnar kunnu gera tilsvarandi hækkingar í sínum skattaprosentum.
Útrokningar hjá Toll- og Skattstovu Føroya vísa , at verða øll stig á landsskattastiganum lækkað við 0,9 prosentstigi og hækka allar kommunur sín skatt við 0,9 prosentstigi gevur hetta landinum eina minniinntøku uppá u.l. 53 mió. kr. og kommununum eina meirinntøku uppá 53 mió. kr. Fyri einstaka borgaran merkir hetta onga broyting í samlaða skattinum.
Kapittul 2:Avleiðingar av uppskotinum
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar umsitingarliga, umhvørvisliga
ella í mun til altjóða avtalur og reglur, fyri landið, kommunur, ávísar
samfelagsbólkar ella vinnuna. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar
fyri ávísar samfelagsbólkar.
Fíggjarligu avleiðingarnar av at lækka øll stig á landsskattastiganum við 0,9 prosentstigi og hækka øll kommunuskattaprocent samsvarandi verða, sambært útrokningum hjá Toll- og Skattstovu Føroya, at landið í 2004 fær eina minniinntøku uppá u.l. 53 mió. kr., ímeðan kommunurnar í 2004 fáa eina samsvarandi meirinntøku.
Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri einstaka borgaran ella vinnuna.
Fyri landið/lands- mynduleikar |
Fyri kommunalar mynduleikar | Fyri pláss/øki í landinum | Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
|
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
Ja |
Ja |
Nei |
Nei |
Nei |
Umsitingarligar avleiðingar | Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar | Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar | Nei |
Kapittul 3. Serligar viðmerkingar
Nr. 1
Í § 1, stk. 1, nr. 2) verður broyting gjørd soleiðis, at øll prosenttøl fyri
inntøkur frá kr. 22.000,00 og uppeftir verða lækka við 0,9 prosentstigi. Tað vil
siga at:
7,0 % verður broytt til 6,1 %, 19,0 % verður broytt til 18,1 %, 23,0 % verður broytt
til 22,1 %, og 36,0 % verður broytt til 35,1 %.
Broytingin kemur í gildi 1. januar 2004.
1. viðgerð 7. november 2003. Málið beint í fíggjarnevndina sum 2. desember 2003 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 31. oktober 2003, og eftir 1. viðgerð tann 7. november 2003 er tað beint í fíggjarnevndina.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 19. november 2003.
Ein meiriluti í nevndini (Óli Breckmann, Kristina Háfoss, Tórbjørn Jacobsen og Kári P. Højgaard) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið, tó við ávísum rættingum.
Samsvarandi hesum setir meirilutin (Óli Breckmann, Kristina Háfoss, Tórbjørn Jacobsen og Kári P. Højgaard) tí fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o t
í §1 punkt 1) verða tølini "3.010" broytt til "2.623", "13.460" broytt til "12.578" og "24.960" broytt til "23.628"
Minnilutin (Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Vilhelm Johannesen) tekur ikki undir við uppskotinum og hevur hesar viðmerkingar: Uppskotið er ein avleiðing av, at ábyrgd og umsiting av barnaverndarøkinum verður flutt frá landi til kommunur frá 1. januar 2004 at rokna, og eisini skal uppskotið vera ein kompensatión í sambandi við, at kommunurnar mistu skattainntøku, tá skattaviðurskiftini hjá pensjónistum vórðu broytt.
Í viðmerkingunum verður sagt, at lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri einstaka borgaran ella vinnuna. Hetta er helst rætt, tá talan er um fyrstu tíðina eftir, at lógin er farin at virka, men so hvørt sum fleiri øki verða løgd út til kommunurnar og lønirnar hækka, verða tað lág- og meðalinntøkurnar, sum mugu bera tær tyngstu byrðarnar av hesum.
Eisini vísir minnilutin á skriv frá Kommunusamskipan Føroya til Trivnaðarnevndina, dagfest 24. november 2003, har millum annað verður greitt frá, at nakrar kommunur hava ikki tikið hædd fyri útreiðslunum til barnaverndarøkið á fíggjarætlanini fyri 2004, tí uppskotið til barnaforsorgarlóg er framvegis ikki samtykt. Hesar kommunur hava tí sett skattaprosentið út frá teirri fortreyt, at barnaforsorgarøkið ikki verður lagt út til kommunurnar frá 1. januar 2004. Hetta vísir enn einaferð, at fleiri kommunur eru als ikki klárar at taka sær av hesum málsøki.
Minnilutin (Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Vilhelm Johannesen) kann ikki taka undir við uppskotinum soleiðis, sum tað fyriliggur.
2. viðgerð 4. desember 2003. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Óla Breckmann, Kristinu Háfoss, Tórbjørn Jacobsen og Kára P. Højgaard, til § 1 samtykt 18-0-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-0-14. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval var 20. januar 2004, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.