29. fundur

Ár 2003, týsdagin 25. november kl. 13.40, varð tingfundur settur.

Landsstýrismenninir Bjarni Djurholm, Eyðun Elttør, Karsten Hansen og Annita á Fríðriksmørk, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 9/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 10/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 16/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 19/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 20/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
    Málið avgreitt.
  6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 21/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (broytt rentustig).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
    Málið avgreitt.
  7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 22/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
    Málið avgreitt.
  8. Framløga.
    Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, legði fram løgtingsmál nr. 101-3/2003: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um Tilbúgvingarverkætlan Føroya.

    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 1-3/2003: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2003, at Marjus Dam, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 27/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum, og at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 25/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíðarundirvísing.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 2. desember 2003, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Aðalorðaskifti um frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, um Tilbúgvingarverkætlan Føroya.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 25/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíðarundirvísing.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2003: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2003.
    Málið verður beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  5. Framløga.

Fundur lokin kl. 13.58. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari