28. fundur

Ár 2003, hósdagin 20. november kl. 13.41, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Bárður Nielsen, Katrin Dahl Jakobsen og Poul Michelsen, landsstýrismenninir Páll á Reynatúgvu, Jacob Vestergaard, Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoydal og Karsten Hansen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100/23-2003 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, um atkvøðugreiðslu um fyrispurning.
  2. Samtykt við 25-0-0, at fyrispurningurin skal svarast.

  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 5/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-0-13
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 11/2003: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi Midlertidig Bestemmelse om Brug og Udleje af Skibe hjemmehørende på Færøerne og Midlertidig Bestemmelse om Benyttelse af Fartøjer.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 9/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 10/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
    §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 19/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 21/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (broytt rentustig).
    §§ 1 til og við 9 samtyktar 29-0-0
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 22/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
    §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 20/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.
    Broytingaruppskot frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, til § 2 samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  12. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-14/2003 frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunngerðini um gjøld fyri veterinerar kanningar o.a.
    Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 25. november 2003, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 9/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 10/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 16/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 19/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 20/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.
  6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 21/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (broytt rentustig).
  7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 22/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
  8. Framløga.

Fundur lokin kl. 14.54

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari