25. fundur

Ár 2003, fríggjadagin 14. november kl. 10.10, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Johan Dahl og Jógvan við Keldu, Annita á Fríðriksmørk, landsstýrismaður og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 21/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (broytt rentustig).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
    Tingmálini nr. 18/2003, nr. 19/2003 og nr. 21/2003 vórðu viðgjørd undir einum.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  5. Atkøvðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-21/2003 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi rættartrygdini í ríkisrættinum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 17/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
  8. Fundur nirðurlagdur kl. 11.55.
    Fundur uppafturtikin kl.13.30.

    Málið beint í fíggjarnevndina.
    Tingmálini nr. 16/2003 og nr. 17/2003 vórðu viðgjørd undir einum.

  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 22/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  10. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna Landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 26/2003: Uppskot til løgtingslóg um at keypa partabrøv í Nordatlantisk Turistselskab ApS.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 18. november 2003, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 5/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 11/2003: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi Midlertidig Bestemmelse om Brug og Udleje af Skibe hjemmehørende på Færøerne og Midlertidig Bestemmelse om Benyttelse af Fartøjer.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 23/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 24/2003: Uppskot til løgtingslóg um yrkisskeið.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíðarundirvísing.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  7. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.15.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari