22. fundur

Ár 2003, týsdagin 11. november kl. 13.40, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Johan Dahl, Marjus Dam og Tórbjørn Jacobsen, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi. 

Farloyvi
Skriv frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, dagfest 7. november 2003, við umsókn um farloyvi frá 11. til 20.november, báðir dagar íroknaðir, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Vága valdømi tekur sæti á tingi. Í skrivi, dagfest 11. november 2003, boðar Jóanis Nielsen, ið er næst valdur á lista Fólkafloksins í Vága valdømi, frá, at hann ikki fær møtt á tingi í tíðarskeiðnum, Jørgen Niclasen søkir um farloyvi. Formaðurin heitti á tingmenninar Hergeir Nielsen, Rúna Hentze og Katrin Dahl Jakobsen um at kanna, hvør næstvaldur er á lista Fólkafloksins í Vága valdømi.

Fundur niðurlagdur kl. 13.42.
Fundur uppafturtikin kl. 13.45.

Hergeir Nielsen mælti til, vegna seg sjálvan, Rúna Hentze og Katrin Dahl Jakobsen, at Tummas Jacob J. á Løgmansbø tekur sæti á tingi fyri Jørgen Niclasen.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 8/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum (Rentustuðulslógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 11/2003: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi Midlertidig Bestemmelse om Brug og Udleje af Skibe hjemmehørende på Færøerne og Midlertidig Bestemmelse om Benyttelse af Fartøjer.
    Málið beint í vinnunevndina.
  3. Annita á Fríðriksmørk, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-12/2003 frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógini um filmseftirlit.
    Málið avgreitt.
  4. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Johan Dahl og Bárður Nielsen, vegna Sambandsflokkin, hava lagt fram tingmál nr. 14/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá og løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, og at tingmenninir Heðin Mortensen og Bárður Nielsen, vegna Sambandsflokkin, hava lagt fram tingmál nr. 15/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 16/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll, nr. 17/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi, nr. 18/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), nr. 19/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, nr. 20/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a., nr. 21/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (broytt rentustig) og nr. 22/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 23/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding v.m., at Annita á Fríðriksmørk, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 24/2003: Uppskot til løgtingslóg um yrkisskeið, og nr. 25/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíðarundirvísing, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 3/2003: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi innkoyring til Havnina.

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-19/2003 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi viðlíkahaldi av Landssjúkrahúsinum, og
nr. 100-20/2003 til Annitu á Fríðriksmørk, landsstýrismann, frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Landsskjalasavninum

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 12. november 2003, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-19/2003 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi viðlíkahaldi av Landssjúkrahúsinum.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-20/2003 til Annitu á Fríðriksmørk, landsstýrismann, frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Landsskjalasavninum.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 9/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 10/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  6. Framløga. 

Fundur lokin kl. 18.54.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari