21. fundur

Ár 2003, fríggjadagin 7. november kl. 10.10, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Alfred Olsen, Marjus Dam, Johan Dahl og Kaj Leo Johannesen, landsstýrismenninir Bill Justinussen og Annita á Fríðriksmørk, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2003: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2003.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 6/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
  3. Fundur niðurlagdur kl. 11.55.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

    Málið beint í fíggjarnevndina.

  4. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 8/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum (Rentustuðulslógin), nr. 9/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) og nr. 10/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 11/2003: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi Midlertidig Bestemmelse om Brug og Udleje af Skibe hjemmehørende på Færøerne og Midlertidig Bestemmelse om Benyttelse af Fartøjer, og at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 12/2003: Uppskot til løgtingslóg um landsjørð, og nr. 13/2003: Uppskot til løgtingslóg um búnaðargrunn.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-13/2003 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðaætlan hjá Smyrli.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 11. november 2003, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 8/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum (Rentustuðulslógin).
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 11/2003: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi Midlertidig Bestemmelse om Brug og Udleje af Skibe hjemmehørende på Færøerne og Midlertidig Bestemmelse om Benyttelse af Fartøjer.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-12/2003 til Annitu á Fríðriksmørk, landsstýrismann, frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógini um filmseftirlit
  4. Framløga.

Fundur lokin kl. 14.15

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari