Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2002 |
37. fundur |
Hósdagur 19. desember 2002 |
kl. 10.00 |
Ár 2002, hósdagin 19. desember kl. 10.00, varð tingfundur settur.
Marjus Dam, løgtingsmaður, var ikki á fundi.
Formaðurin bar fram minningarorð um Vilhelm Nielsen, fyrrverandi løgtingsmann, ið
andaðist tann 18. desember 2002, og tingmenn mintust hann í tøgn.
Til viðgerðar:
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 23/2002:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-14.
Málið avgreitt.
- 3. viðgerð av tingmáli nr.
31/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av
kapitalvinningi.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-1-0.
Málið avgreitt.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 39/2002:
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov
om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2003-2006".
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-7.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2002:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2002.
§ 1 samtykt
27-0-0, § 2 samtykt 15-0-12, § 3
samtykt 15-0-12,
§ 5 samtykt
27-0-0, § 6 samtykt 27-0-0, § 7
samtykt 27-0-0,
§ 8 samtykt 27-0-0,
§ 9 samtykt
27-0-0, § 10 samtykt 27-0-0 og §
20 samtykt 15-0-12.
Uppskotið sum heild samtykt 15-12-0. Uppskotið
fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2002:
Uppskot til løgtingslóg um eldrarøkt í Sandoynni.
§§ 1, 2, 3, 4, 5 og 6 samtyktar 25-0-0. Uppskotið
fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 38/2002:
Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.
Uppskot frá Annitu á Fríðriksmørk um at beina málið aftur í nevnd samtykt 25-3-0. Málið beint
aftur í mentanarnevndina.
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 19. desember 2002, kl. 13.30 við
hesi dagsskrá:
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2002:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2002.
- 3. viðgerð av tingmáli nr.
41/2002: Uppskot til løgtingslóg um eldrarøkt í Sandoynni.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 24/2002:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um
Leirvíksfjørð
- 3. viðgerð av tingmáli nr.
32/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2002:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og
arbeiðsávísing.
Málið verður beint í vinnunevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
46/2002: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða løgtingslógina um
vinnuligan fiskiskap.
Málið verður beint í vinnunevndina.
- Framløga.
Fundur lokin kl. 12.20.
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari