Eldrarøkt í Sandoynni

 

41  Uppskot til  løgtingslóg um eldrarøkt í Sandoynni

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 11. desember, legði Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot 

til

løgtingslóg um eldrarøkt í Sandoynni

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at seta eina skipan innan eldrarøkt í verk í Sandoynni. Endamálið við skipanini er at sameina røktarheimsrakstur og heimarøkt.
Stk. 2. Tær luttakandi kommunurnar í oynni lata landsstýrismanninum eindirnar í Skálavík, heima á Sandi og í Skopun ókeypis til nýtslu.

§ 2. Skipanin fevnir um 3 eindir við røktar-búplássum til eldri fólk og heimarøktina.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvat eindirnar skulu nýtast til.
Stk. 3. Skipanin verður rikin sum landsstovnur og fyriskipað undir Serforsorgini/Heimarøktini, sum hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum.

§ 3. Skipanin inniber, at landsstýris-manninum verður heimilað at áseta reglur, sum kunnu víkja frá ásetingunum í løgtingslógini um uppihald á stovni o.l.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur viðvíkjandi upptøku á stovni og sambýli og gjaldsreglur fyri búfólk.

§ 4. Kæra um upptøku, gjaldsviðurskifti og aðrar avgerðir hjá leiðsluni av skipanini, ið viðvíkja stakpersónum, kunnu innan 4 vikur, eftir at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina, kærast til Kærunevndina í almannamálum, jb. § 6, stk. 2 í løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almannamálum.

§ 5. Landskassin rindar nettorakstrar-útreiðslurnar av skipanini.

§ 6. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2003. Samstundis fer løgtingslóg nr. 63 frá 20. mai 1996 við seinni broytingum um royndar-skipan innan eldrarøkt í Sandoynni úr gildi.

Almennar viðmerkingar:

Endamálið við hesum lógaruppskoti er at varðveita verandi skipan á eldarøkinum í Sandoynni.

Løgtingslógin um royndarskipan innan eldrarøktina í Sandoynni heimilaði, at ein royndarskipan varð sett á stovn. Ætlanin var, at royndarskipanin skuldi virka í 5½ ár, men av tí at m.a. eftirmetingin ikki fyrilá í 2001, varð royndarskipanin longd til 6½ ár, t.v.s. til 31. desember 2002.

Henda eftirmeting er nú komin, og í høvuðsheitum verður mett, at henda loysnin, sum varð roynd hesi árini í Sandoynni, skal halda áfram og setast í verk um alt landið – tó við ávísum broytingum.

Ognirnar
Í løgtingslógini um royndaskipan og í hesum lógaruppskoti varð/verður ásett, at tær luttakandi kommunurnar í Sandoynni lata landsstýrismanninum eindirnar í Skálavík, heima á Sandi og í Skopun ókeypis til nýtslu.

Landsstýrismaðurin hevur havt fund við hesar kommunur, og taka tær undir við, at verandi skipan í Sandoynni heldur áfram soleiðis, at eindirnar í Skálavík, heima á Sandi og í Skopun verða latnar landsstýrismanninum ókeypis til nýtslu.

Pensjónin
Løgtingslógin um royndarskipan ásetti eisini, at landsstýrismaðurin kann víkja frá ásetingunum í løgtingslógini um uppihald á stovni o.l.

Løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a. ásetir treytir og rættindi viðvíkjandi tillutan av pensjón. Sambært § 28, stk. 4 í hesi lóg er ásett, at reglur um, hvat hendir við pensjónini, og um møguligt gjald fyri stovnsuppihald, tá ein pensjónistur fær uppihald á teimum í stk. 1 og 2 nevndu stovnum, røktarheimum o.ø., verða ásettar í serligari løgtingslóg.

Henda serliga løgtingslóg er løgtingslóg um uppihald á stovni, sum m.a. ásetir, hvat hendir við pensjónini hjá fólki, tá tey fara á stovn. Høvuðsreglan er, at pensjónin lækkar við endan í tí mánaði, sum kemur aftaná mánaðin, pensjónisturin fær uppihald á viðkomandi stovni.

Hetta uppskot gevur tí landsstýrismanninum heimild til at víkja frá ásetingunum í løgtingslógini um uppihald á stovni. Í royndartíðini viðvíkjandi Sandoynni varð roynt, at øll búfólkini, sum flyta inn á røktarheimið eins og í eldrasambýlini, varðveita pensjónina og í staðin gjalda eina ávísa upphædd fyri at búgva á heiminum.

Framtíðarviðurskifti
Landsstýrismaðurin ætlar longu í ár saman við landsstýrismanninum í fíggjarmálum, landsstýrismanninum í lógamálum og báðum kommunufelagsskapunum at seta í verk arbeiðið við at leggja eldraøkið út til kommunurnar. Væntandi tekur hetta arbeiðið ikki so langa tíð soleiðis, at økið kann leggjast út til kommunurnar at umsita longu komandi ár.

Landsstýrismaðurin fer eisini at seta í verk eitt miðvíst arbeiði við at gera eina skipan soleiðis, at øll fólk varðveita sína pensjón, hóast tey fáa uppihald á røktarheimi ella øðrum stovni.

Avleiðingar av lógaruppskotinum

 

Fyri
landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri
ávísar
samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
     

Nei

 

Fíggjarligar avleiðingar:
Játtanin til hesa skipan er sett í uppskotið til fíggjarlóg fyri 2003 undir eldraøkinum.

Umsitingarligar avleiðingar:
Í mun til skipanina í dag eru ongar umsitingarligar avleiðingar.

Ummæli:
Uppskotið hevur verið til ummælis hjá:
Luttakandi kommunum
Heimarøktini/Serforsorgini
Eldraráðnum
MBF
Almannastovuni

Viðmerkingar eru komnar frá Heimarøktini og Serforsorgini, og eru hesar tiknar til eftirtektar. Somuleiðis eru viðmerkingar komnar frá Sands kommunu og MBF, og taka hesi fult undir við uppskotinum.

Serligar viðmerkingar:

Til § 1:
Landsstýrismaðurin fær heimild til at seta eina skipan á stovn í Sandoynni, sum víkir frá øðrum skipanum í restini av landinum innan eldraøkið. Henda skipan sameinir røktarheimsrakstur og heimarøkt. Leiðarin fyri hesa skipan hevur eisini møguleika fyri at seta starvsfólk soleiðis, at hesi koma at arbeiða bæði í heimarøktini, í sambýlum og á røktarheimum.

Eindirnar í Skálavík, heima á Sandi og í Skopun verða latnar landsstýrismanninum ókeypis til nýtslu.

Til § 2:
Landsstýrismaðurin hevur heimild til at áseta, hvat hvør eind skal nýtast til.

Til § 3:
Í mun til aðrastaðni í landinum er ætlanin, at tey búfólk, sum búgva á røktarheiminum, skulu varðveita pensjónina. Heimild er eisini fyri at gera reglur um upptøku, gjaldsreglur o.a.

Til § 4:
Kærast kann til Kærunevndina í almannamálum.

Til § 5:
Umframt játtanina, sum avsett er á fíggjarlógini, rinda búfólkini fyri uppihald o.a.

Til § 6:
Gildiskomuregla.

Hjáløgd skjøl
Skjal 1.     Kunngerð nr. 167 frá 29. desember 2002 um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni, sum broytt við kunngerð nr. 4 frá 30. januar 2002.
Skjal 2. Eftirmeting av royndarskipanini í Sandoynni.
Skjal 3. Ummæli frá Heimarøktini/Serforsorgini.
Skjal 4. Ummæli frá Sands kommunu.
Skjal 5. Ummæli frá MBF.

1. viðgerð 13. desember 2002. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 17. desember 2002 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 11. desember 2002, og eftir 1. viðgerð tann 13. desember 2002 er tað beint í trivnaðarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 17. desember 2002.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann.

Sjálvt um heitið á lógini ikki longur er royndarskipan, so gongur nevndin út frá, at málið er at hava eina landsskipan fyri eldrarøkt, og at henda lóg fyri Sandoynna fer úr gildi, tá ið ein landsskipan kemur at virka.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 19. desember 2002. §§ 1, 2, 3, 4, 5 og 6 samtyktar 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 19. desember 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 111 frá 20.12.2002