Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

60. fundur

 

Ár 2007, fríggjadagin 23. februar, kl. 9.30, varð tingfundur settur

Løgtingsmenninir Høgni Hoydal, Vilhelm Johannesen og Poul Michelsen, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Bárður Nielsen, landsstýrismaður, og Søren Christensen ríkisumboðsmaður vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 60/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni.
Málið beint í mentanarnevndina.

2.        Atkvøðugreiðsla um uppskot um at velja tingnevndirnar av nýggjum sambært § 26, stk. 1 í tingskipanini
Eftir uppskoti frá
Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, varð sett undir atkvøðugreiðslu uppskot um at velja tingnevndirnar av nýggjum.
Uppskotið samtykt 26-0-0.

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 59/2006: Uppskot til samtyktar um inntøkujavningarskipan millum kommunurnar í Føroyum
Málið beint í rættarnevndina.

4.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Heidi Petersen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 70/2006: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða fólkaskúlalógina, og at tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu hava vegna Tjóðveldisflokkin lagt fram tingmálini nr. 1-6/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2007 – 1, og nr. 1-7/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2007 - 2

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 28. februar 2007, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

1.        Ófráboðaðir fyrispurningar

2.        Val av nevndum, umrøddar í § 24 í tingskipanini

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 58/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp
Málið verður beint í mentanarnevndina.

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar  “forslag til lov om ændring af lov om en investeringsfond for Færøerne m.v.”
Málið verður beint í fíggjarnevndina

5.        Framløga

 

Fundur lokin kl. 15.55

             Edmund Joensen
                            
løgtingsformaður               


                             /Marius Rein

                                                                                                                                                                         skrivari