Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

56. fundur

 

Ár 2007, mikudagin 14. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Heidi Petersen, Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Johan Dahl, Lisbeth L. Petersen, Bill Justinussen, Andrias Petersen, Mikkjal Sørensen, Vilhelm Johannesen, Jørgen Niclasen og Jógvan við Keldu, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:
 

1.        Munnligir fyrispurningar
 

2.        Jógvan á Lakjuni, svaraði fyrispurningi nr. 100-24/2006 frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi minstakravi til privatar (frí)skúlar
Málið avgreitt.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 15. februar 2007, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:
 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 49/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin)

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 54-1/2006: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2005
Málið verður beint í fíggjarnevndina

3.        Svar upp á fyrispurning nr. 100-21/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyritíðar- og fólkapenjónistum, arbeiðsinntøku og marginalskatti

4.        Framløga 

 

Fundur lokin kl. 17.20

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari