Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

46. fundur

 

Ár 2006, hósdagin 21. desember, kl. 19.00, varð tingfundur settur.

 

Landsstýrismenninir Jacob Vestergaard og Bjørn Kalsø, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 37/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum (skattalætti)
Broytingaruppskot frá Karsten Hansen, Tórbjørn Jacobsen, John Johannessen, Bill Justinussen og Jenis av Rana til § 1 fall 11-0-21. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-2-11.
Málið avgreitt.
 

2.        3. viðgerð av tingmáli nr. 35/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
Málið avgreitt.
 

3.        3. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2006: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2007
Broytingaruppskot frá Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Hergeir Nielsen til § 6.38.2.22. fall 10-1-21.
Broytingaruppskot frá Kára P. Højgaard, Tórbjørn Jacobsen, Høgna Hoydal og Páll á Reynatúgvu til § 6.38.1.07. fall 12-0-20.
Broytingaruppskot
frá Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Hergeir Nielsen til § 7.24.3.01. og § 7.24.3.02. fall 12-0-20.
Broytingaruppskot frá Høgna Hoydal, Annitu á Fríðriksmørk, Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen, Páll á Reynatúgvu og Finni Helmsdal til § 7.23.1.25., § 7.23.6.16. og § 7.23.6.21. fall 10-0-22.
Broytingaruppskot frá Høgna Hoydal, Hergeir Nielsen, Annitu á Fríðriksmørk, Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen, Páll á Reynatúgvu og Finni Helmsdal til § 7.23.6.16. fall 11-0-21.
Broytingaruppskot frá
 Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Hergeir Nielsen til § 7.24.6.12. fall 12-0-20.
Broytingaruppskot frá Høgna Hoydal, Hergeir Nielsen, Annitu á Fríðriksmørk, Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen, Páll á Reynatúgvu og Finni Helmsdal til § 6.38.1.07. fall 11-0-21.
Broytingaruppskot frá Tórbjørn Jacobsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen og Hergeir Nielsen til § 6.38.1.07. fall 14-0-18.
Broytingaruppskot frá Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Hergeir Nielsen til § 6.38.1.07. fall 11-0-21.
Broytingaruppskot frá Tórbjørn Jacobsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen og Hergeir Nielsen til § 6.38.1.21. fall 11-0-21. Broytingaruppskot Tórbjørn Jacobsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen og Hergeir Nielsen til § 15.38.2.01. fall 11-1-20. Broytingaruppskot frá  Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Hergeir Nielsen til § 7.23.2.09. fall 10-1-21. Broytingaruppskot frá Tórbjørn Jacobsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen og Hergeir Nielsen til § 6.38.1.07. fall 11-0-21. Broytingaruppskot frá  Høgna Hoydal, Hergeir Nielsen, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen til § 7.23.6.23. fall 14-0-18.
Broytingaruppskot
frá Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Hergeir Nielsen til § 7.23.2.01., § 7.24.2.04. og 7.24.2.06. fall 10-0-22.
Broytingaruppskot
frá Heidi Petersen, Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen og Hergeir Nielsen til § 7.23.2.02. fall 12-0-20. Broytingaruppskot frá Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Hergeir Nielsen til § 7.24.3.10. fall 11-1-20. Broytingaruppskot frá John Johannessen, Andrias Petersen, Johan Dahl og Hergeir Nielsen til § 15.30.1.15. fall 15-0-17.
Broytingaruppskot
frá Anfinn Kallsberg, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Vilhelm Johannesen til § 5.5.31.01., § 6.38.1.07., § 6.38.1.18., § 7.23.2.01., § 7.11.1.49. og § 15.38.2.01. samtykt 29-2-1.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
Málið avgreitt.


Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 23. januar, 2007, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:
 

1.        2. viðgerð av tingmáli nr. 40/2006: Uppskot til samtyktar um at skipa løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 53/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið verður beint í vinnunevndina.

3.        Svar upp á fyrispurning nr. 100-19/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi betri fyribyrging og viðgerð av krabbameini

4.        Svar upp á fyrispurning nr. 100-20/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at Føroya Tele skal leggja fipur í hvørt hús áðrenn 2012

5.        Framløga

 

At enda ynskti formaðurin øllum somlum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. 

 

Fundur lokin kl. 20.55 

 

             Edmund Joensen

løgtingsformaður

  /Marius Rein
skrivari