Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

44. fundur

 

Ár 2006, mikudagin 20. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

 

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum (barnastuðul)
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 51/2006: Uppskot til løgtingslóg um barnastuðul
Málið beint í fíggjarnevndina.
Tingmálini nr. 50/2006 og nr. 51/2006 vórðu viðgjørd undir einum.
 

3.        3. viðgerð av tingmáli nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur
Uppskot frá Kára P. Højgaard um at beina málið aftur í nevnd samtykt 15-0-13.
Málið beint aftur í rættarnevndina.
 

4.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í  tingmáli nr. 40/2006: Uppskot til samtyktar um at skipa løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya
 

Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, løgtingsmaður, í skrivi, dagfest 20. desember 2006 hevur boðað frá, at hann ikki longur er partur av tingmanningini hjá Tjóðveldisflokkinum.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 21. desember, 2006, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        2. viðgerð av tingmáli nr. 37/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg í ymsum skattalógum (skattalætti)

2.        2. viðgerð av tingmáli nr. 35/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

3.        2. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2006: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2007

4.        Framløga 

 

Fundur lokin kl. 13.35 

 

             Edmund Joensen

løgtingsformaður

                                                /Marius Rein
skrivari