Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

40. fundur

 

Ár 2006, hósdagin 14. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur.


Løgtingsmenninir Hergeir Nielsen, Høgni Hoydal, Johan Dahl,
Kaj Leo Johannesen, Henrik Old, Sverre Midjord, Kjartan Joensen og Jógvan við Keldu, løgmaður, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm, Jacob Vestergaard,  Bárður Nielsen og Bjørn Kalsø, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.        2. viðgerð av tingmáli nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur
Uppskot frá Bill Justinussen um at beina málið aftur í nevnd fall 8-2-12. Broytingaruppskot frá minnilutanum í rættarnevndini, Bill Justinussen, til § 2 fall 5-1-16. Broytingaruppskot frá meirilutanum í rættarnevndini, Alfred Olsen, Kristian Magnussen, Poul Michelsen, Marjus Dam, Sverra Midjord og Finni Helmsdal til § 2 samtykt 15-1-6. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 15-0-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

2.        Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-8/2006 frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni. viðvíkjandi Føroya Studentaskúla og miðnámsskúlanum við Marknagil
Málið avgreitt.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 15. desember, 2006, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna “kynsliga orientering”)

2.        3. viðgerð av tingmáli nr. 47/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om folkekirkens økonomi”

3.        2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2006: Uppskot til samtyktar um OECD og Europaráðsins sáttmála um fyrisitingarliga hjálp í skattamálum

4.        2. viðgerð av tingmáli nr. 44/2006: Uppskot til løgtingslóg um sínámillum umsitingarliga hjálp í málum um beinleiðis og óbeinleiðis skattir millum lond, sum eru limir í Europaráðnum ella OECD.

5.        2. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2006: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2006

6.        2. viðgerð av tingmáli nr. 38/2006: Uppskot til løgtingslóg um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági

7.        2. viðgerð av tingmáli nr. 45/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði

8.        2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

9.        Svar upp á fyrispurning nr. 100-13/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýtsluni hjá kommunum síðani 2004

10.    Framløga 

 

Fundur lokin kl. 17.15 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari