Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

20. fundur

 

Ár 2006, týsdag 7. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, var ikki á fundi. 

 

Farloyvi: 

Skriv frá Heðin Zachariasen, løgtingsmanni, dagfest tann 6. november 2006, við umsókn um farloyvi frá 7. november 2006 til og við 24. november 2006, og at næstvaldi á lista Fólkafloksins í Norstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Ingi Olsen, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Heðin Zachariasen.

 

Til viðgerðar:

 

1.    1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna “kynsliga orientering”)
Málið beint í rættarnevndina
 

2.    Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 28/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan, Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 38/2006: Uppskot til løgtingslóg um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur vegna landsstýrið lagt fram tingmál nr. 39/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin), Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 40/2006: Uppskot til samtyktar um at skipa løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya,  vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 6/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 8/2006: Uppskot til samtykar um lívfrøðiligt margfeldi

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 8. november 2006, kl 13.30, við hesi dagsskrá:

 

1.    Munnligir fyrispurningar.

2.    Framløga.

 

 

Fundur lokin kl. 20.39 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Beinta Isaksen
skrivari