Almanna- og heilsuútbúgvingar

 

90  Uppskot til  løgtingslóg um almanna- og heilsuútbúgvingar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1999, 5. mars, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna Signar á Brúnni, landsstýrismann, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um almanna- og heilsuútbúgvingar

Kapittul 1
Endamál o.a.

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri stigvíst uppbygdum útbúgvingum á almanna- og heilsuøkinum.
Stk. 2. Útbúgvingarnar sambært stk. 1 eru útbúgving til heilsuhjálpara og útbúgving til heilsurøktara.
Stk. 3. Útbúgvingarnar verða lagdar til rættis soleiðis, at bæði ung og tilkomin hava atgongd.
Stk. 4. Útbúgvingarnar hava hvør sær til endamáls, at næmingarnir eftir lokna útbúgving hava førleika at røkja uppgávur á almanna- og heilsuøkinum, samanber §§ 6 og 7.
Stk. 5. Útbúgvingarnar verða lagdar til rættis við fyriliti fyri teimum almanna-, heilsu- og starvsfólkapolitisku málunum á teimum starvsøkjum, sum útbúgvingarnar fevna um, og tær skulu lagast til galdandi førleikakrøv. Harumframt skulu útbúgvingarnar geva næmingunum møguleika at nema lestrarførleika við atliti at hægri útbúgving.

§ 2. Útbúgvingarnar verða skipaðar soleiðis, at skift verður millum starvsvenjing á upplæringarplássum og undirvísing í skúla, og tær enda hvør sær við støðumeti.

§ 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um útbúgvingarnar herundir um krøv, próvtøkuuppgevingar, próvtøkur, próvdøming, próvtøl og ummæli fyri hvørja útbúgving sær.

Kapittul 2
Atgongd til útbúgvingarnar

§ 4. Atgongd til útbúgvingina til heilsuhjálpara er treytað av, at umsøkjari

1) í minsta lagi hevur 1 árs starvsligar royndir ella aðra útbúgving eftir loknan fólkaskúla (9. flokk) ella
2) hevur aðrar royndir, svarandi til krøvini í nr. 1.

Stk. 2. Leiðsla skúlans ger av, um krøvini eftir stk. 1 eru rokkin.

§ 5. Atgongd til útbúgvingina til heilsurøktara er treytað av, at umsøkjari

  1. hevur útbúgving sum heilsuhjálpari ella

  2. í minsta lagi hevur 1 árs viðkomandi førleika grundaðan á annaðhvørt útbúgving ella starvsroyndir ella eina samanseting av hesum báðum ella

  3. hevur lokið sjúkrahjálpara-, røktara-, røktarheimsatstøðara- ella ítrivsvegleiðaraútbúgving.

Stk. 2. Leiðsla skúlans ger av, um krøvini eftir stk. 1 eru rokkin.

Kapittul 3
Útbúgvingarskipanin

§ 6. Útbúgvingin til heilsuhjálpara tekur 1 ár og hevur til endamáls at geva førleika at røkja grundleggjandi stuðuls-, røktar- og umsorganaruppgávur, har brúkarin býr.
Stk. 2. Næmingarnir skulu kunna velja almennar lærugreinir móti stytting av starvsvenjingini. Tó kann starvsliga upplæringartíðin í mesta lagi verða stytt 1 mánað.

§ 7. Útbúgvingin til heilsurøktara tekur 1½ ár og hevur til endamáls at geva førleika til sjálvstøðugt at røkja og leggja til rættis ítrivs- og umsorganaruppgávur, herundir samskipandi og undirvísingarligt virksemi, og til sjálvstøðugt at røkja grundleggjandi heilsu- og sjúkrarøktaruppgávur á almanna- og heilsuøkinum.
Stk. 2. Næmingarnir skulu kunna velja almennar lærugreinir móti stytting av starvsvenjingini. Tó kann starvsliga upplæringartíðin í mesta lagi verða stytt 1½ mánað.

§ 8. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um upptøku til útbúgvingina og um skúlasamstarv.
Stk. 2. Upptøka av næmingum til útbúgvingarnar sambært hesi lóg skal í størst møguligan mun lagast eftir tørvinum á almanna- og heilsuøkinum.

§ 9. Næmingi, sum hevur tað fyri neyðini, kann verða givin serundirvísing og annar sernámsfrøðiligur stuðul.
Stk. 2. Næmingi verður veitt ráð og vegleiðing viðvíkjandi útbúgvingini og persónligum viðurskiftum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur fyri tey í stk. 1 og stk. 2 nevndu viðurskifti.

§ 10. Landsstýrismaðurin ásetir reglurnar fyri útbúgvingarnar.
Stk. 2. Útbúgvingarreglurnar verða lagdar soleiðis til rættis, at samanhangur er millum starvsligu upplæringina og skúlaundirvísingina.
Stk. 3. Almennar lærugreinir kunnu bjóðast, samanber § 6, stk. 2 og § 7, stk. 2.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, at persónar við serligum útbúgvingar- ella starvsligum fyritreytum verða frítiknir fyri partar av útbúgvingunum, samanber § 6, stk. 1 og § 7, stk. 1.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir reglur, ið eru neyðugar fyri at seta í gildi sáttmálar millum Norðurlond.

§ 11. Próvtøkur verða skipaðar eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 2. Reglur um døming og reglur um, hvussu próvskjøl verða tilevnað og útflýggjað, verða ásettar av landsstýrismanninum.

Kapittul 4
Skúlaskipanin o.a.

§ 12. Undirvísingin fer fram í skúla, sum er góðkendur av landsstýrismanninum.

§ 13. Starvsliga upplæringin fer fram á upplæringarplássum, ið eru góðkend av skúlanum og útbúgvingarráðnum í felag.
Stk. 2. Leiðsla skúlans og útbúgvingarráðið hava í felag ábyrgdina av at tryggja tørvin á upplæringarplássum.
Stk. 3. Starvsligu upplæringarplássini hava ábyrgdina av starvsvenjingini, herundir at vegleiða næmingin.

§ 14. Útreiðslurnar av skúlaundirvísingini og av starvsvenjingini verða goldnar úr landskassanum.
Stk. 2. Útbúgvingarráðið skal ummæla fíggjarætlan skúlans, áðrenn hon verður send landsstýrismanninum.

§ 15. Útbúgvingin eftir hesi lóg er ókeypis fyri næmingin.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjald fyri útreiðslur til undirvísingartilfar.

§ 16. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um leiðsluviðurskiftini í útbúgvingunum.
Stk. 2. Leiðsla skúlans setir í starv og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk skúlans.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um førleikakrøvini til leiðslu skúlans og lærararnar.

§ 17. Leiðsla skúlans hevur mótvegis landsstýrismanninum ta dagligu fyrisitingarligu og fíggjarligu leiðsluna av skúlanum um hendi.
Stk. 2. Leiðsla skúlans, sbr. § 16, hevur ta fakligu leiðsluna av skúlanum og útbúgvingunum um hendi og hevur ábyrgdina av, at útbúgvingarnar verða framdar samsvarandi teimum reglum, ið ásettar eru við atliti at galdandi førleikakrøvum.

Kapittul 5
Ráðsskipanin

§ 18. Landsstýrismaðurin setir eitt útbúgvingarráð, sum í ummælum sínum til landsstýrismannin viðger mál um almanna- og heilsuútbúgvingarnar sambært teimum heimildum, tí eru givnar.
Stk. 2. Gjøllari reglur viðvíkjandi útbúgvingarráðnum verða ásettar av landsstýrismanninum.
Stk. 3. Reglurnar sambært stk. 2 skulu greitt lýsa mannagongdina fyri ráðsarbeiðið, heruppií skrivstovuhjálp og útreiðslur til útbúgvingarráðið, tilnevning og val av ráðslimum og um atkvøðugreiðslur.

§ 19. Útbúgvingarráðið hevur 5 limir. Ráðslimirnir verða valdir fyri fýra ár. Fyri hvønn ráðslim verður ein varalimur valdur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin velur formannin.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir limir, ið skulu hava fakligt innlit í tey arbeiðsøki, sum lógin um almanna- og heilsuútbúgvingarnar fevnir um.
Stk. 4. Útbúgvingarráðið kann eftir tørvi innkalla serkøna hjálp til at møta á ráðsfundum.

§ 20. Útbúgvingarráðið ger ummæli til landsstýrismannin um:

  1. reglur um útbúgvingarnar sum heild og hvørja útbúgving sær, sbr. § 3,
  2. reglur um upptøku í skúla og um skúlasamstarv, sbr. § 4, stk. 2, § 5, stk. 1 og § 8, stk. 1,
  3. reglur um serundirvísing og sernámsfrøðiligan stuðul, sbr. § 9, stk. 1,
  4. reglur um ráð og vegleiðing til næmingin viðvíkjandi útbúgvingini og persónligum viðurskiftum, sbr. § 9, stk. 2,
  5. útbúgvingarreglur við gjøllari ásetingum, sbr. § 10, stk. 1,
  6. frítøku fyri partar av útbúgvingini, sbr. § 10, stk. 4,
  7. reglur um próvtøku, sbr. § 11, stk. 1,
  8. reglur um døming, og hvussu útbúgvingarskjøl verða tilevnað og útflýggjað, sbr. § 11, stk. 2,
  9. fíggjarætlan skúlans, sbr. § 14, stk. 2,
  10. reglur um gjald fyri undirvísingartilfar, sbr. § 15, stk. 2,
  11. reglur um leiðsluviðurskiftini í útbúgvingunum, sbr. § 16, stk.1,
  12. reglur um førleika, sbr. § 16, stk. 3,
  13. tørvin at endurnýggja reglur og at koma við uppskoti um hetta, sbr. § 21, stk. 2,

Stk. 2. Útbúgvingarráðið skal eisini

  1. góðkenna og tryggja tørvin á upplæringarplássum, sbr. § 13, stk. 1 og 2,
  2. góðkenna lesiætlanir, smb. § 21, stk. 1.

Stk. 3. Útbúgvingarráðið kann eftir áheitan ráðgeva landsstýrismanninum um, hvussu útbúgvingarskipanin eigur at verða løgd til rættis, so at sett mál og krøv verða rokkin, og tað kann av sínum eintingum umrøða og bera fram alt, ið tað heldur hava týdning fyri útbúgvingarnar.

§ 21. Skúlin skal gera lesiætlanir, sum neyvt lýsa innihaldið í undirvísingini við støði í teimum reglum, ið sambært § 3 eru ásettar fyri hvørja útbúgving sær. Lesiætlanirnar skulu góðkennast av útbúgvingarráðnum.
Stk. 2. Skúlin og útbúgvingarráðið eiga eisini at fylgja við, um tørvur er á at endurnýggja nevndu reglur og at koma við uppskoti um hetta.

Kapittul 6
Kærurættur

§ 22. Avgerðir, sum leiðsla skúlans tekur við atliti at útbúgvingar-, undirvísingar- og próvtøkuviðurskiftum, kunnu kærast til landsstýrismannin.
Stk. 2. Kærast kann í seinasta lagi 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann síggja burtur frá kærufreistini, tá ið serlig viðurskifti gera seg galdandi.

§ 23. Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin eftir § 22 kann leggjast til eina kærunevnd.

Kapittul 7
Gildissetan

§ 24. Henda lóg kemur í gildi 1. august 1999. 

Almennar viðmerkingar
Eingin føroysk lóggáva er nakrantíð sett í gildi um almanna- og heilsuútbúgvingar. Tey fólk, sum hava nomið útbúgving á hesum øki, hava verið á skúla í Danmark, og har tikið útbúgvingina eftir galdandi donskum útbúgvingarreglum. Tó hevur verið skipað fyri skeiði o.ø. í Føroyum.

Í 1991 settu danir í gildi nýggja lóg um grundleggjandi almanna- og heilsuútbúgvingar. Tað er við støði í hesi útbúgvingarskipan, at uppskotið um eina føroyska lóg um almanna- og heilsuútbúgvingar er gjørt.

Í teimum yvirskipaðu málsetningunum fyri menningina í almanna- og heilsuverkinum verður tosað um tørvin á breiðum førleika, minking av fakmørkum og ynski um, at almanna- og heilsuútbúgvingarnar eru ein samanhangandi útbúgvingarskipan og harvið liður í tilboðunum um vinnurættaða útbúgving.

Stuðuls-, røktar- og umsorganarøkið fevnir um eitt so stórt útbúgvingar- og arbeiðsøki, at tað verður mett at vera grundarlag fyri eini sjálvstøðugari útbúgvingarskipan á jøvnum føti við aðrar útbúgvingarskipanir.

Lógaruppskotið um heilsuhjálparaútbúgving og heilsurøktaraútbúgving førir við sær eina umlegging av útbúgvingunum á stuðuls-, røktar- og umsorganarøkinum, hvørs endamál er at byggja upp samanhangandi útbúgvingar í staðin fyri allar tær núverandi einstøku útbúgvingarnar, sum ikki eru samskipaðar.

Tá ið metast skal um, hvussu nógvir umsøkjarar skulu takast upp til heilsuútbúgvingarnar, kann hetta m.a. gerast við støði í teimum størvum, sum eru á stuðuls-, røktar- og umsorganarøkinum í heilsuverkinum. Umleið 600 fólk hava útbúgving/skeið á umrødda øki. Verður roknað við, at starvstíðin er 40 ár, fara eini 15 fólk úr skipanini hvørt ár. Haraftrat kann roknast við, at eins nógv fara úr skipanini á annan hátt (vegna sjúku ella fara í annað starv o.s.fr.), soleiðis at umleið 30 fólk tilsamans fara úr skipanini hvørt ár.

Til tess at nøkta tørvin á heilsuhjálparum í staðin fyri tey, sum fara úr skipanini, skulu 2 flokkar takast upp á hvørjum ári. Roknað er við, at helvtin av teimum, sum hava lokið heilsuhjálparaútbúgvingina fara víðari til heilsurøktaraútbúgvingina, og skal sostatt 1 flokkur takast upp hvørt 1 1/2 ár. Samanlagt vera vanliga sostatt 3 flokkar undir útbúgving um árið. Við tað, at skúlagongdin er 1/3 av samlaðu útbúgvingartíðini, svarar hetta til, at 1 flokkur er í miðal í skúla alt árið. Árligu undirvísingarútreiðslurnar verða mettar at verða umleið kr. 525.000. Harumframt má roknast við útreiðslum í smb. við starvsvenjing, og verða hesar mettar til uml. kr. 250.000 um árið.

Mælt verður til bert at taka 1 flokk upp til heilsuhjálparaútbúgvingina hetta fyrsta árið (skúlaárið 1999/2000) og somuleiðis bert at taka 1 flokk av umsøkjarum, sum frammanundan lúka upptøkukrøvini, upp til heilsurøktaraútbúgvingina. Av hesum verða undirvísingarútreiðslurnar í verandi fíggjarári (1999) mettar til kr. 160.000.

Umframt vanligu útbúgvingarskipanina kunnu verandi starvsfólk, sum annaðhvørt hava útbúgving/skeið ella royndir, verða tikin upp til útbúgving eftir einari uppskúlingarskipan. Talan kann verða um eini 300 fólk. Miðal skúlagongdin er roknað til 15 vikur.

Mælt verður til, at fyrsti uppskúlingarflokkur í fyrsta lagi verður tikin upp í januar 2000, m.a. av tí at tað er umráðandi at fáa vanligu útbúgvingina í gongd og í nøkurlunda skipaðar karmar, áðrenn farið verður undir uppskúlingarskipanina.

Í skúlaárinum 1999/2000 (t.v.s. í várhálvuni 2000) verður 1 flokkur tikin upp til 15 vikurs undirvísing og síðani 1 flokkur hvørt hálvár. Undirvísingarútreiðslurnar um árið umframt aðrar undirvísingarútreiðslur verða mettar til kr. 400.000. Av hesum verða ongar útreiðslur í verandi fíggjarári (1999).

Útreiðslurnar til undirvísingarhøli verða mettar til 350.000 kr. um árið ella kr. 175.000 í verandi fíggjarári. Útreiðslurnar til útbúgvingarráðið verða mettar til kr. 30.000 um árið.

Samlaðu útreiðslurnar í verandi fíggjarári (1999) verða sostatt kr. 160.000 + 175.000 = kr. 335.000. Harumframt koma umleið kr. 200.000 til útgerð, og útreiðslurnar til 1 starvsfólk (frá seinnu helvt av 1999), ístandsetan og klárgering verða mettar til kr. 250.000. Útreiðslurnar til útbúgvingarráðið verða mettar til uml. kr. 20.000 í 1999. Samlaðar útreiðslur í 1999 verða sostatt kr. 815.000. Henda upphædd er ikki sett av á Løgtingsins Fíggjarlóg fyri 1999.

Tær árligu útreiðslurnar í fíggjarárinum 2000 og frameftir verða kr. 525.000 + 250.000 + 400.000 + 350.000 + 300.000 = kr. 1.825.000.

Av tí at umboð fyri stovnar og feløg hava verið umboðað í nevndini til at gera uppskot um lóg, er uppskotið ikki sent stovnum ella feløgum til ummælis.

Serligar viðmerkingar

Viðmerkingar til hvørja einstaka grein
Til § 1. Starvsøkið hjá heilsuhjálparum er í høvuðsheitum innan fyribils ella varandi heimahjálp, heimasjúkrarøkt, vardar bústovnar og sambýlir. Starvsøkið hjá heilsurøktararum er í høvuðsheitum á somatiskum og psykiatriskum sjúkrahúsum, røktarheimum, sambýlum, hjá likamliga brekaðum og í sambandi við eldrarøktina.

Tær vanligu arbeiðsuppgávur á hesum økjum eru:

Til § 1, stk. 4. Endamálið við útbúgvingini til heilsuhjálpara er at geva næmingunum fyritreytir fyri at veita brúkarum/familjum arbeiðsligan og persónliga stuðul í tí dagliga; at stuðla, aktivera við tí fyri eyga at kunna varðveita vanligan lívshátt, og at røkja grundleggjandi sjúkrarøktarveitingar viðvíkjandi stuðli, røkt og umsorgan á tí primera almanna- og heilsuøkinum.

Endamálið við útbúgvingini til heilsurøktara er at geva næmingunum fyritreytir fyri at meta um neyðuga tørvin og fyri sjálvstøðugt at røkja og tilrættaleggja samskipaðar umsorganaruppgávur og aktiverandi arbeiði. Hetta fevnir eisini um stimulering af fysiskum, intellektuellum og skapandi eginleikum fyri einstakar borgarar og bólkar av borgarum. Útbúgvingin hevur harumframt til endamáls at geva næmingunum fyritreytir fyri at meta um neyðuga tørvin og fyri sjálvstøðugt at røkja grundleggjandi heilsu- og sjúkrarøktarveitingar viðvíkjandi stuðli, røkt og umsorgan á tí primera og sekundera almanna- og heilsuøkinum.

Til § 1, stk. 5. Útbúgvingin sum heilsurøktari gevur eisini atgongd til aðrar hægri útbúgvingar á almanna- og heilsuøkinum - t.d. útbúgving til sjúkrasystir og ljósmóðir.

Til § 2. Útbúgvingarnar verða skipaðar soleiðis, at skift verður millum starvsvenjing á upplæringarplássum og undirvísing í skúla. Skúlagongdin er uml. 1/3 av útbúgvingartíðini.

Útbúgvingin til heilsuhjálpara fevnir um skúlaundirvísing og starvsvenjing í stuðli, røkt og umsorgan av fólkum við tørvi á arbeiðsligum og persónligum stuðli, aktivering og grundleggjandi sjúkrarøkt, har brúkarin býr.

Útbúgvingin til heilsurøktara fevnir um skúlaundirvísing og starvsvenjing viðvíkjandi umsorgan og aktivering av einstakum borgarum og bólkum av borgarum, serliga eldri og brekaðum. Eisini fevnir heilsurøktaraútbúgvingin um grundleggjandi heilsu- og sjúkrarøkt av sjúklingum og viðskiftafólkum við likamligum, sálarligum og sosialum tørvi.

Útbúgvingarnar eru skipaðar í eindir (modulum) við skúlaundirvísing og starvsvenjing, ið fevna um ymisk starvsøki, soleiðis at næmingarnir fáa fjølbroyttar royndir á tí primera og sekundera stuðuls-, røktar- og umsorganarøkinum.

Skúlin skal skipa fyri, at starvsvenjingin er í samsvari við ásetingarnar í útbúgvingarskipanini, sbr.§ 10.

Til § 3. Landsstýrismaðurin ásetir endaligu útbúgvingarreglurnar. Landsstýrimaðurin setir eitt útbúgvingarráð, sum ger og samtykkir reglur fyri hvørja útbúgving sær og letur landsstýrimanninum sítt ummæli.

Til § 4 og § 8. Atgongdin til útbúgvingarøkið skal, í so stóran mun sum til ber, grundast á heildarmeting av førleika umsøkjaranna til útbúgving og arbeiði í viðkomandi starvsøki, heldur enn á formligar upptøkutreytir og avmarkingarreglur fyri upptøku.

Fyri ung, sum koma beinleiðis úr fólkaskúlanum (9. flokki), og fyri onnur, sum hava tørv á tí, verður sett sum krav, at tey í minsta lagi hava 1 árs starvsligar royndir ella útbúgving. Sum útbúgving verður mett, at t.d. støðisútbúgving á yrkisskúla er eitt hóskandi upptøkugrundarlag hjá teimum, sum ikki lúka vanligu upptøkutreytirnar.

Orsøkin til hesi krøv er, at mett verður, at útbúgvingarstøðið í 9. flokki ikki í sjálvum sær er nøktandi grundarlag fyri at fara undir útbúgving til heilsuhjálpara. Samstundis verður mett neyðugt, at ung, ið koma beinleiðis úr 9. flokki, hava tørv á at mennast meira fakliga og persónliga til tess at megna tey krøv, sum fylgja við útbúgvingini til heilsuhjálpara. Mett er, at kravið um í minsta lagi at hava 1 árs starvsligar royndir ella útbúgving gevur næmingunum munandi betri møguleikar at fyrireika seg til at fara undir útbúgvingina, heldur enn bert at áseta eitt aldursmark.

Aðrar royndir enn tær omanfyri nevndu, eru serliga ætlaðar tilkomnum, sum ikki hava 9. flokk. Her verður serliga hugsað um teir heimahjálparar, sum eru í skipanini í dag. Umframt at fáa atgongd til hesa útbúgving eftir hesi grein, kunnu teir fáa stytt lærutíðina, um teir lúka krøvini í § 10, stk. 4.

Til § 5 og § 8. Upptøkukrøvini til heilsurøktaraútbúgvingina er annaðhvørt lokin útbúgving til heilsuhjálpara ella onnur viðkomandi útbúgving á miðnámsstigi, t.d. viðkomandi støðisútbúgving á yrkisskúla.

Tann, sum í minsta lagi hevur 1 árs førleika, grundaðan á annaðhvørt viðkomandi útbúgving ella starvsroyndir ella eina samanseting av hesum báðum, hevur eisini atgongd til heilsurøktaraútbúgvingina. Her verður m.a. hugsað um útbúgvingar, sum ikki eru nevndar í § 5, stk. 1, nr. 3. Førleikakrøvini svara í slíkum førum til krøvini sambært § 5, stk. 1, nr. 1.

Til §§ 6 og 7. Stuðuls-, røktar- og umsorganarøkið fevnir um eitt so stórt útbúgvingar- og arbeiðsøki, at tað verður mett at vera grundarlag fyri sjálvstøðugari útbúgvingarskipan á jøvnum føti við aðrar útbúgvingarskipanir. Javnsetanin við aðrar útbúgvingar setir krøv um eina greiða profilering og uppbygging, grundað á fyritreytir og krøv fyri hetta øki.

Útbúgvingin til heilsuhjálpara varir 1 ár og útbúgvingin til heilsurøktara 1½ ár. Útbúgvingarnar fevna um bæði starvsliga læru á upplæringarplássum og undirvísing í skúla í lutfallinum 2 til 1, tó sbr. § 6, stk. 2 og § 7, stk. 2.

Til § 9. Næmingur, sum hevur tað fyri neyðini, kann fáa serundirvísing og annan sernámsfrøðiligan stuðul. Næmingur kann eisini fáa ráð og vegleiðing viðvíkjandi útbúgvingini og persónligum viðurskiftum. Her verður eisini hugsað um ráð og vegleiðing, áðrenn farið verður undir útbúgvingina.

Til § 10, stk. 1. Skúlaundirvísingin í sambandi við útbúgvingina til heilsuhjálpara fevnir um kravdar lærugreinir og vallærugreinir. Kravdu lærugreinirnar fevna um fylgjandi fakøki:
- Praktiskar yrkislærugreinir,
- Mentanaraktivitetsfakligar yrkislærugreinir
- Pedagogisk-psykologiskar yrkislærugreinir
- Almanna- og samfelagsfakligar yrkislærugreinir
- Yrkislærugreinir viðvíkjandi røkt.

Praktisku yrkislærugreinirnar fevna um føðslulæru, húsarhald, herundir reingerð, vasking, innkeyp, matgerð, arbeiðisrørslur og lyftiteknikk, umframt persónligan stuðul, herundir umsorgan, persónligt reinføri, úr- og ílæting o.a.

Starvsliga upplæringin í sambandi við útbúgvingina til heilsuhjálpara fevnir um tíðarskeið, sum í høvuðsheitum fevna um arbeiðsligan og persónligan stuðul, aktivering og grundleggjandi sjúkrarøkt.

Málsetningurin við starvsligu upplæringini er, at næmingarnir:

Skúlaundirvísingin í sambandi við útbúgvingina til heilsurøktara fevnir um kravdar lærugreinir og vallærugreinir. Kravdu lærugreinirnar fevna um fylgjandi fakøki:
- Yrkislærugreinir viðvíkjandi fyriskipan
- Almanna- og samfelagsfakligar yrkislærugreinir
- Mentanaraktivitetsfakligar yrkislærugreinir
- Pedagogiskar-psykologiskar yrkislærugreinir
- Medisinskar yrkislærugreinir
- Yrkislærugreinir viðvíkjandi sjúkrarøkt

Yrkislærugreinir viðvíkjandi fyriskipan fevna um arbeiðs- og leiðsluskipan, samstarvslæru, arbeiðsmarknaðarviðurskifti og arbeiðsumhvørvi.

Starvsliga upplæringin í sambandi við útbúgvingina til heilsurøktara fevnir um longri tíðarskeið, sum í høvuðsheitum fevna um umsorgan, aktivering og grundleggjandi heilsu- og sjúkrarøkt.

Málsetningurin við starvsligu upplæringini er, at næmingarnir:

Til § 10, stk. 3. Almennar lærugreinir, sum t.d. alisfrøði, evnafrøði støddfrøði og málsligar lærugreinir, kunnu takast móti stytting av starvsvenjingini. Hesar lærugreinir kunnu takast samstundis, sum sjálv útbúgvingin fer fram. Næmingurin fær frí frá starvsvenjingini fyri at taka lut í undirvísingini í almennu lærugreinunum. Um skúlin ikki gevur undirvísing í tílíkum almennum lærugreinum, kunnu tær takast á øðrum góðkendum skúla.

Til § 10, stk. 4. Landsstýrismaðurin leggur dent á, at tað í mest møguligan mun verður tikið fyrilit fyri útbúgvingum ella starvsroyndum, ið umsøkjarar hava frammanundan, soleiðis at næmingarnir ikki verða noyddir at taka partar av útbúgvingini, sum teir longu frammanundan hava. Talan nýtist ikki burturav at verða um tílíkar fyritreytir á almanna- og heilsuøkinum, men kann eisini verða tilsvarandi fyritreytir á øðrum avvarðandi starvsøkjum, sum kunnu metast ájavnt við slíkar fyritreytir á almanna- og heilsuøkinum.

Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, at næmingar við viðkomandi útbúgvingum ella starvsligum fyritreytum skulu sleppa undan pørtum av útbúgvingunum. Tó kann ikki gevast loyvi til, at næmingar sleppa undan royndum fyri samlaðu útbúgvingini, ella fyri serliga týðandi pørtum av útbúgvingini í tílíkan mun, at útbúgvingin ella royndir ikki kunnu metast at verða gjøgnumførdar.

Heimahjálparar, sum seinastu 5 árini hava starvast við beinleiðis stuðuls-, røktar- og umsorganaruppgávum í samanlagt minst 3 ár, við minst 24 arbeiðstímum um vikuna, hava møguleika at útbúgva seg til heilsuhjálpara. Teir skulu taka somu skúlaundirvísing sum heilsuhjálparar, men av tí at teir hava nógvar royndir sum heimahjálparar, fáa teir góðskrivað tann partin av starvsvenjingini. Við at velja hesa loysnina varir útbúgvingin bert 26 vikur. Útbúgvingin fevnir um ástøðiliga undirvísing í 12 vikur og starvsvenjing í 14 vikur á røktarheimum, eldrasambýlum ella á eldratilhaldum (dagtilhaldum).

Sjúkrahjálparar, sum seinastu 5 árini hava starvast við beinleiðis stuðuls-, røktar- og umsorganaruppgávum í samanlagt minst 3 ár, við minst 24 arbeiðistímum um vikuna, hava møguleika at útbúgva seg til heilsurøktara við at taka ½ árs ástøðiliga undirvísing og ½ árs starvsvenjing innan somatiska, psykiatriska og primera økið. Starvsvenjingin verður løgd soleiðis til rættis, at sjúkrahjálparar, hvørs starvsroyndir serliga stava frá einum av nevndu starvsøkjum, fáa meginpartin av starvsvenjingini innan hini bæði starvsøkini, ið teir ikki hava. T.d. skal ein næmingur við royndum á somatiska økinum einamest fáa starvsvenjing innan psykiatriska og primera økið. Á henda hátt verður roynt at tryggja, at næmingarnir fáa kunnleika til øll viðkomandi starvsøki.

Røktarheimsassistentar, sum seinastu 5 árini hava starvast við beinleiðis stuðuls-, røktar- og umsorganaruppgávum í samanlagt minst 3 ár, við minst 24 arbeiðstímum um vikuna, hava møguleika at útbúgva seg til heilsurøktara við at taka atstøðiliga undirvísing í 8-10 vikur og starvsvenjing í 13-16 vikur. Starvsvenjingin skal í mestan mun takast á somatiska økinum. Eftir lokna upptøkuroynd eru møguleikar fyri at góðskriva upp til 1 ár og 3 mánaðir til sjúkrasystraútbúgvingina.

Røktarar (pleygarar), sum seinastu 5 árini hava starvast við beinleiðis stuðuls-, røktar- og umsorganaruppgávum í samanlagt minst 3 ár, við minst 24 arbeiðstímum um vikuna, hava møguleika at útbúgva seg til heilsurøktara, við at taka atstøðiliga undirvísing í 15-18 vikur og starvsvenjing í 13-16 vikur. Starvsvenjingin skal í mestan mun takast á primera økinum.

Í Danmark kunnu ítrivsvegleiðarar søkja um góðskriving fyri útbúgving sína í teimum nýggju almanna- og heilsuútbúgvingunum.

Til § 11. Skúlin gevur próvskjal eftir lokna heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgving. Prógvið skal vísa úrslitini av teimum royndum, ið tiknar eru, úrslitini av starvsligum uppgávum og støðumetum. Royndirnar í sambandi við skúlagongdina skulu vera skrivligar, munnligar ella bæði skrivligar og munnligar. Starvvenjingin og kravdar starvsligar uppgávur verða mettar við støðuroyndum. Útbúgvingarnar enda við einari ástøðisroynd. Fyri teir næmingar, sum fáa stytt um lærutíðina eftir § 10, stk. 4, eru somu reglur galdandi fyri royndir og døming sum fyri vanligar næmingar.

Tað starvsheitið, ið útbúgvingin gevur rætt til, skal standa á próvskjalinum, sum annars eisini skal vísa fakliga útbúgvingarøkið, tímatalið, longdina á starvsvenjingini og hvørjum starvsligum upplæringarplássum, næmingurin hevur verið á.

Til § 12. Undirvísingin í heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingunum fer fram í skúla, sum er góðkendur av landsstýrismanninum til at geva hesa útbúgving, sbr. § 10.

Til § 13. Útbúgvingarráðið góðkennir og tryggjar tørvin á upplæringarplássum saman við skúlanum. Vegleiðingin og venjingin, sum næmingurin skal fáa á upplæringarplássinum í útbúgvingini, skal veitast av starvsfólki, ið hevur neyðugan førleika. Skúlin vegleiðir upplæringarplássini um tilrættaleggingina av hesum.

Til § 14 og § 17. Leiðsla skúlans hevur fakligu ábyrgdina av, at útbúgvingarnar verða framdar innan ásettu karmarnar í hesi lóg, og hevur eisini fyrisitingarligu ábyrgdina, umframt fíggjarligu ábyrgdina innan játtanina til skúlan.  

Til § 15. At skúlagongdin er ókeypis fyri næmingarnar merkir, at skúlin ikki kann krevja gjald frá næmingum fyri skúlagongdina ella fyri upplæringina á upplæringarplássum.

Til § 16. Landsstýrismaðurin ásetir tær nærri reglurnar um leiðsluviðurskiftini í útbúgvingunum eftir ummæli frá útbúgvingarráðnum.

Tað er leiðsla skúlans, sum setir í starv og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk skúlans.

Landsstýrismaðurin ásetir eftir ummæli frá útbúgvingarráðnum reglur um førleikakrøvini til skúlans leiðslu og lærarar.

Til §§ 18, 19 og 20. Landsstýrismaðurin setir eitt útbúgvingarráð. Limirnir skulu umboða og hava fakligt innlit í tey arbeiðsøki, sum lógin um almanna- og heilsuútbúgvingarnar fevnir um.

Ráðsskipanin hevur til endamáls at geva hesum arbeiðsøkjum neyðuga ávirkan á útbúgvingarskipanina, so hon í mest møguligan mun samsvarar við ynskini fyri avvarðandi arbeiðsøki.

Ráðið viðger yvirskipað mál og ger ummæli til landsstýrismannin sambært teimum heimildum, tí eru givnar í hesi lóg. Gjøllari reglur viðvíkjandi útbúgvingarráðnum verða ásettar av landsstýrismanninum.

Til § 21. Lesiætlanirnar verða gjørdar við støði í teimum av landsstýrismanninum góðkendu útbúgvingarreglum, sbr. §§ 3 og 10.

Til § 22 og § 23. Kærur um avgerðir skúlans í málum viðvíkjandi útbúgvingunum, undirvísingini og próvtøkunum skulu sendast leiðslu skúlans, sum beinanvegin sendir kæruna til landsstýrismannin saman við egnu viðmerkingum sínum, ella til eina kærunevnd, um so er, at landsstýrismaðurin sbr. § 23 í lógaruppskotinum hevur lagt avgerðir í kærumálum til slíka kærunevnd.

Til § 24. Við gildissetan 1. august 1999 verður roknað við, at útbúgvingarnar verða settar í verk við skúlaársbyrjan 1999/2000, t.v.s. frá august 1999.

1. viðgerð 18. mars 1999. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 7. apríl 1999 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 6. mars 1999, og eftir 1. viðgerð tann 18. mars 1999 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 31. mars og 7. apríl 1999 og hevur undir viðgerðini havt fund við Signar á Brúnni, landsstýrismann, og aðalstjóran í undirvísingarmálum.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskoti landsstýrisins og mælir løgtinginum til at samtykkja tað.

2. viðgerð 9. apríl 1999. Uppskotið samtykt 28-1-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 13. apríl 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt  31-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 687-10/99
L.l. nr. 44/1999 frá 23.04.1999