Grundlógarnevnd


66 Uppskot til  løgtingslóg um grundlógarnevnd

 

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998,   1.  desember, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um grundlógarnevnd

§ 1. Sett verður grundlógarnevnd at gera uppskot til grundlóg fyri Føroyar. Í uppskotinum skulu m.a. vera ásetingar um valdsbýtið millum lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið, ásetingar um grundleggjandi mannarættindi og ásetingar um rættindir og skyldur hjá føroyskum borgarum.
Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at útgreina arbeiðssetning nevndarinnar.
Stk. 3. Nevndin skal lata landsstýrinum álit og uppskot til grundlóg í seinasta lagi 1. juni 2000.
Stk. 4. Nevndin skal harumframt gera uppskot til eina føroyska rættarskipan.

§ 2. Í grundlógarnevndini er ein limur fyri hvønn flokk á løgtingi, ein landsstýrismaður og fimm persónar við hægri samfelagsvísindaligum útbúgvingum.
Stk. 2. Løgmaður velur umboð landsstýrisins í nevndina. Limirnir umboðandi flokkarnar á løgtingi skulu vera løgtingsmenn og verða valdir av flokkunum á løgtingi. Landstýrismaðurin velur tey fimm umboðini við hægri samfelagsvísindaligum útbúgvingum, og teirra millum formannin í nevndini.
Stk 3. Landsstýrismaðurin kann seta skrivara í nevndina, sum skal hava hægri samfelagsvísindaliga útbúgving.
Stk. 4. Flokkur, sum missir umboðan sína á løgtingi, missir umboð sítt í nevndini. Kemur flokkur á ting, meðan nevndin situr, hevur flokkurin rætt til, at ein tingmaður úr flokkinum verður settur í nevndina. Fer nevndarlimur úr løgtinginum, meðan nevndin situr, fer hann úr nevndini, og flokkurin velur annan í hansara stað. Fer umboð landsstýrisins í nevndini úr landsstýrinum, fer hann úr nevndini, og løgmaður velur annan í hansara stað.

§ 3. Meðan nevndin arbeiðir, skipar hon fyri regluligum almennum hoyringum um grundlógararbeiðið.

§ 4. Landskassin rindar kostnaðin av nevndararbeiðinum.

§ 5. Hendan lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar
Landsstýrissamgongan hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu skipast sum eitt land við fullveldi eftir eini skipaðari ætlan. Formliga er henda ætlan í tveimum:

  1. At gera ein millumlandasáttmála millum Føroyar og Danmark, sum ásetir framtíðarsamstarvið millum londini, sum tvey lond við fullveldi.
    Uppskotið til sáttmála verður lagt fyri løgtingið, og tá løgtingið hevur samtykt tað, verður tað lagt til fólkaatkvøðu til góðkenningar.

  2. At gera eina grundlóg fyri Føroyar.
    Nevnd verður sett at gera uppskot til grundlóg, sum verður lagt fyri løgtingið. Tá løgtingið hevur samtykt tað, verður tað lagt til fólkaatkvøðu til góðkenningar.

Í løgtingsmáli nr. 5/1998: Uppskot til samtyktar um ríkisrættarliga støðu Føroya, hevur løgtingið tann 2. oktober 1998 tikið undir við, at landsstýrið fyrireikar og tekur upp samráðingar við donsku stjórnina um ein sáttmála, og at landsstýrið leggur eina frágreiðing um fyrireikingarnar fyri tingið til aðalorðaskiftis, áðrenn farið verður til samráðingar. Í viðmerkingunum til hetta uppskot er greitt nærri frá ætlanum landsstýrisins við einum nýggjum sáttmála.

Nú verður lagt fram uppskot til løgtingslóg um grundlógarnevnd.

Samskipan av arbeiðinum
Undir viðgerðini av løgtingsmáli nr. 5/1998 í uttanlandsnevnd løgtingsins hevur landsstýrismaðurin latið nevndini tilfar og greitt nærri frá, hvussu ætlanin er at skipa fyrireikingarnar til ríkisrættarligu broytingarnar. Hetta verður skipað sum ein verkætlan, har settar verða hesar arbeiðsnevndir:

  1. Ein sáttmálanevnd, sum skal kanna og lýsa tey løgfrøðiligu, politisku og umsitingarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, gera uppskot til skiftisskipanir og samstarvsavtalur og uppskot til ein sáttmála.

  2. Ein búskaparnevnd, sum skal kanna og lýsa tey búskaparligu og fíggjarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, gera uppskot til skiftisskipanir og lýsa krøvini til ein sjálvberandi føroyskan búskap.

  3. Grundlógarnevndin, sum skal gera uppskot til grundlóg og føroyska rættarskipan.

  4. Harumframt skulu tey einstøku stýrini í miðfyrisitingini lýsa og greina samstarvið við Danmark í dag, lýsa tørvin á samstarvsavtalum og krøvini til lóggávu, fyrisiting og fígging, um Føroyar skulu umsita øll málsøki sjálvi.

Verkætlanin og skrivstovuhaldið verður skipað í fyrisitingini undir landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum.

Grundlógarnevndin kann samskipa arbeiði sítt við hinar nevndirnar í verkætlanini, og grundlógarnevndin fær fult innlit í alt arbeiði við sjálvstýrismálum í landsstýrinum. Eitt nú eigur spurningurin um skiftisskipanir, har málsøki kunnu latast til Danmarkar ella onnur lond at umsita, í eina tíð at verða viðgjørdur í grundlógarnevndini í samstarvi við hinar nevndirnar.

Við hesi skipan verður eisini tryggjað øllum flokkum á tingi fult innlit og ávirkan í fyririeikingararbeiðið til ríkisrættarligu broytingarnar.

Høvuðstættir í grundlógararbeiðnum
Føroyska grundlógin skal m.a. áseta grundleggjandi rættindir og skyldur millum statin og borgararnar, og hvussu Føroyar skipa sítt egna lóggávuvald, útinnandi vald og rættarvald.

a) Valdsbýtið
Annar høvuðstátturin í grundlógararbeiðnum er sostatt at viðgera valdsbýtið millum lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið.

Í sambandi við løgtingsmál nr. 190/1993: Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya, er gjølla greitt frá stýrisskipanarviðurskiftum Føroya og søguligu fortreytunum. Eisini eru viðurskiftini í londum við fullveldi lýst í 9. kapitli í álitinum. Stýrisskipanarnevndin arbeiddi alment við spurninginum um statsrættarligu viðurskiftini í Føroyum, men var bundin av, at heimildin fyri lóggávuvaldinum í Føroyum skuldi vera Heimastýrislógin.

Nevndin lýsir í kap. 8 í álitinum, hvørjar stýrisskipanarreglur eru neyðugar afturat, skulu Føroyar hava fult sjálvstýri. Nevndin heldur, at uppskotið til stýrisskipanarlóg kann nýtast sum grundarlag undir eini føroyskari grundlóg.

Sostatt kann grundlógarnevndin taka støði í stýrisskipanarlógini og í forarbeiðnum til hesa lóg, tá tað snýr seg um grundleggjandi valdsbýtið millum lóggevandi og útinnandi valdið, og hon kann samstundis virðismeta tær royndirnar, sum eru gjørdar við stýrisskipanarlógini og gera uppskot til broytingar.

b) Rættindir og skyldur
Hin høvuðstátturin í arbeiðnum hjá grundlógarnevndini eru grundleggjandi statsrættarligar ásetingar um rættindir og skyldur millum føroyska statin og borgararnar.

Eitt nú eigur nevndin at viðgera hesar spurningar:

Grundlógararbeiðið nemur við grundleggjandi mentanarlig virðir í føroyska samfelagnum. Tí eigur nevndin at viðgera allar spurningar við neyvum atliti til føroyska rættarsøgu, siðvenjur og mentan.

c) Rættarskipan
Í mun til núgaldandi stýrisskipanarlóg, sum ásetir valdsbýtið millum lóggevandi og útinnandi valdið, skal grundlógin áseta býtið millum hesi og eitt sjálvstøðugt føroyskt dømandi vald. Tí verður skotið upp, at grundlógarnevndin eisini skal gera uppskot til, hvussu føroyska rættarskipanin skal vera. Herundir hvussu ein føroyskur yvirrættur kann skipast, hvussu dómarar og fulltrúar við embætini kunnu tilnevnast óheftir av løgtingi og landsstýri, og hvussu ákæruvald, løgregla, kriminalforsorg og fongsulsverk skulu skipast. Nevndin kann velja at seta ein serligan bólk ella nevnd at arbeiða burturav við hesum.

Almennar hoyringar
Til tess at tryggja eina almenna viðgerð og eitt gott alment orðaskifti um grundlógina verður álagt nevndini at hava almennar hoyringar í arbeiðinum. Nevndin kann skipa hesar soleiðis, at ávís evni verða tikin upp á almennum hoyringum, har uppskot verða løgd fram og grundgivin. Nevndin kann biðja um viðmæli frá ymsum feløgum, fakfólki og áhugabólkum, sum hava serlig tilknýti til ymsu spurningarnar, og hesi kunnu leggja fyri við innleggum í almennu hoyringunum.

Kostnaður av grundlógararbeiðinum
Kostnaðurin av arbeiðinum at gera uppskot til grundlóg verður mettur til umleið 2 mió. kr. Her er íroknað løn til formannin og skrivaran, samsýning til serfrøðingar, fundarsamsýning til løgtingsmenn, serkøn hjálp, eitt nú responsum frá statsrættarserkønum og frágreiðingar um fremmandar stýrisskipanir og prenting av álitinum.

Løgtingið hevur fyri 1998 játtað kr. 1,659 mió. kr. til sjálvstýrismál, íroknað grundlógararbeiðið.

Landsstýrið hevur á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1999 søkt um kr. 6 mió. kr. til sjálvstýrismál, og her er grundlógararbeiðið íroknað.

Viðmerkingar til tær einstøku greinirnar
Til § 1.
Einasta avmarkingin í arbeiðssetninginum hjá nevndini er, at uppskotið til føroyska grundlóg skal innihalda ásetingar um valdsbýtið millum lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið, grundleggjandi mannarættindi og rættindi og skyldur hjá føroyskum borgarum.

Tað er eyðsýnt, at Føroyar stýrisskipanarliga og rættarliga eru partur av norðurlendsku siðvenjuni. Grundlógirnar hjá hinum norðurlondunum kunnu tí nýtast sum fyrimynd, men nevndin kann viðgera aðrar stýris- og stjórnarskipanir og meta, um tættir úr hesum skipanum kunnu nýtast í føroysku grundlógini, umframt at nevndin eigur at viðgera serføroyskar spurningar.

Umframt at gera uppskot til grundlóg skal nevndin gera uppskot til eina føroyska rættarskipan t.e. eina skipan fyri dømandi valdið, ákæruvaldið, løgregluna v.m.

Reglurnar á hesum øki eru í dag ásettar í rættargangslógini fyri Føroyar. Rættargangslógin fyri Føroyar er ein vanlig ríkislóg, og kann hon broytast sum ein vanlig lóg.

Nevndin skal gera uppskot til eina føroyska skipan, ið fevnir um øll tey viðurskifti, ið eru ásett í hesi lóg.

Torført er at meta um, hvussu umfatandi arbeiðið verður at gera uppskot til føroyska rættarskipan, tí hetta veldst um, hvussu stórar broytingar, nevndin skjýtur upp í mun til núgaldandi rættargangslóg. Grundlógarnevndin kann velja at seta eina serliga undirnevnd at gera hetta arbeiðið, og nevndin kann somuleiðis velja at gera uppskotið til rættarskipan, tá uppskotið til grundlóg er liðugt.

Tíðarfreistin í § 1 stk. 3 fevnir sostatt ikki um uppskotið til Føroya Rættarskipan.

Landsstýrismanninum verður heimilað at útgreina arbeiðssetning nevndarinnar nærri enn gjørt er í § 1 stk. 1.

Til § 2. Fyri at tryggja øllum flokkum á løgtingi og landsstýrinum innlit og ávirkan á arbeiðið verður skotið upp, at hesi eru umboðað í nevndini. Løgmaður velur umboð landsstýrisins í nevndina, og flokkarnir á løgtingi velja eitt umboð hvør í nevndina. Umboðini hjá flokkunum á løgtingi skulu vera løgtingsmenn.

Arbeiðið at gera uppskot til grundlóg krevur eisini serkunnleika. Skotið verður tí upp, at fimm serfrøðingar verða settir í nevndina. Hesir serfrøðingar skulu hava hægri samfelagsvísindaliga útbúgving, og skulu virka sum fakligur arbeiðsbólkur í nevndini. Teir verða tilnevndir av landsstýrismanninum, ið eisini teirra millum velur formannin í nevndini.

Mett verður at arbeiðið verður so umfatandi, at tað kann verða neyðugt at seta skrivara at taka sær av grundlógararbeiðinum burturav. Skotið verður tí upp, at landsstýrismaðurin kann seta skrivara í nevndina.

Til § 3. Til tess at tryggja fólkaræðisliga ávirkan og viðgerð í grundlógararbeiðnum verður álagt grundlógarnevndini at skipa fyri almennum hoyringum um arbeiðið.

Nevndin metir sjálv hvussu nógvar hoyringar skulu haldast, men hugsast kann, at 2-4 hoyringar eiga at vera um ávísar tættir í grundlógini, so sum verjuspurningar, millumtjóðaviðurskifti, frælsisrættindi, javnstøða, viðurskifti millum kirkju og stat, umhvørvisverju o.s.fr.

Almennu hoyringarnar kunnu skipast soleiðis, at feløg, áhugabólkar og fakfólk fáa partar av grundlógaruppskotinum til ummælis og leggja fyri við viðmerkingum í almennu hoyringunum.

Nevndin ger sjálv av, um hon vil skipa fyri almennum hoyringum um uppskotið til føroyska rættarskipan.

1. viðgerð 8. december 1998. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 26. januar 1999 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 1. desember 1998, og eftir 1. viðgerð tann 8. desember 1998 er tað beint rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 17. desember 8.,15. og 21. januar 1999, og hevur undir viðgerðini av málinum havt fund við Høgna Hoydal, landsstýrismann..

Ein meiriluti í nevndini (Sámal Petur í Grund, Eyðun Viderø, Rúna Sivertsen, Hergeir Nielsen og Hans Tausen Olsen) mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins. Tó setir sami meiriluti fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstýrisins

 Í § 2, stk. 2 verður sum nýtt 4. pkt. sett: "Fyri hvønn nevndarlim verður valdur varalimur."

 Ein minniluti (Hans Pauli Strøm) viðmerkir, at longu tá uppskotið til lóg um setan av grundlógarnevnd var til umrøðu á fyrsta fundi í rættarnevndini, boðaði Javnaðarflokkurin frá - og greiddi frá - at hann var sinnaður at royna at fáa eina semju við samgongumeirilutan, um so var, at samgongumeirilutin vildi ganga Javnaðarflokkinum á møti m.a. við at víðka arbeiðssetningin hjá grundlógarnevndini. Í hesum var ynski Javnaðarfloksins, at umframt arbeiðið við at gera eina føroyska grundlóg, skuldi grundlógarnevndin eisini kanna og vísa á, hvørjir møguleikar kundu verða fyri broytingum í galdandi ríkisgrundlóg, sum kundu tryggja føroyskt sjálstýri innan ríkisfelagsskapin. Her var fyrst og fremst hugsað um, hvussu man við broytingum í grundlógini kundi fáa ásett, at tað var Føroya Løgting - og ikki ríkismyndugleikarnir - sum var hægsti myndugleiki og hægsta lóggávuvald í Føroyum.

Samgongumeirilutin sýndi áhuga fyri møguleikanum at fáa Javnaðarflokkin við í ein breiðan meiriluta í álitinum um grundlógarnevndina. Og Javnaðarflokkurin varð biðin um at koma við eini skrivligari orðing av ynski sínum til víðkaðan arbeiðssetning hjá grundlógarnevndini.

Á næsta fundi legði Javnaðarflokkurin útgreinaðu sjónarmið síni fram. Tað er neyðugt í stuttum at greiða frá teimum her:

  1. Javnaðarflokkurin tykir tað vera líka so rangvørga politiska mannagongd við setanini av grundlógarnevnd sum í allari framferðini í fullveldisætlanini hjá landsstýrinum: Nevnliga at byrja at gera eina nýggja grundlóg fyri eitt føroyskt fullveldi, áðrenn Føroya fólk yvirhøvur er eftirspurt, um vit skulu hava nakað fullveldi, og áðrenn nakar hevur skil fyri, hvat hetta fullveldið er fyri nakað. Tað at fara undir at gera eina fullveldisgrundlóg longu nú - t.v.s. at byrja at seta fullveldið í verk, áðrenn fólkaatkvøðan hevur verið, um vit skulu hava nakað fullveldi - fer tí einans at hava ein einvegis propagandistiskan leiklut fyri fullveldisætlanini, líkasum fyri at fáa fólk at taka fullveldið fyri givið, áðrenn tey hava havt møguleikan at gera sína støðu greiða.

    Kann Javnaðarflokkurin hinvegin fáa ávirkan á, hvussu grundlógararbeiðið verður lagt til rættis, og geva tí eitt breiðari grundarlag, vil hann royna at søkja semju við samgongumeirilutan.
  2. Javnaðarflokkurin skeyt upp, at §1, stk.4 í lógaruppskotinum um, at grundlógarnevndin eisini skal "gera uppskot til eina føroyska rættarskipan", verður strikað, og at í staðin verður heitt á landsstýrismannin um at seta annað lógaruppskot fram um at seta eina serstaka rættarskipanarnevnd. Grundgeving Javnaðarfloksins er, at arbeiðið við at gera eina føroyska rættarskipan er eitt risastórt arbeiði, sum er alt ov rúgvismikið, tíðar- og orkukrevjandi, til at tað kann skoytast upp í endan á arbeiðinum hjá eini grundlógarnevnd. Haraftrat kann tað eisini av øðrum grundum verða ynskiligt at loysa arbeiðið, fyri at fáa eina sjálvstøðuga føroyska rættarskipan, frá arbeiðinum við at gera eina grundlóg - tí fellur fullveldisætlanin við komandi fólkaatkvøðu, so fellur eisini grundarlagið fyri grundlógararbeiðinum burtur. Tá kann kortini arbeiðið við eini sjálvstøðugari føroyskari rættarskipan halda fram.
  3. Javnaðarflokkurin legði fram ynski sítt um ein viðkaðan arbeiðssetning fyri grundlógarnevndina, sum eitt nýtt §1, stk. 2, ljóðandi soleiðis:

    "Nevndin skal í øðrum lagi gera uppskot til tær broytingar í verandi ríkisgrundlógini, sum krevjast fyri at tryggja føroyskum sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin".

    Grundgevingin fyri hesum broytingaruppskoti er tann, at Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við fullveldisætlanini hjá landstýrinum. Hevði fullveldisætlanin verið samtykt við eina fólkaatkvøðu, hevði støðan sjálvandi verið ein onnur, so varð neyðugt við eini grundlóg, og so hevði Javnaðarflokkurin sjálvandi tikið undir við tí. Men fullveldisætlanin hevur ikki verið til fólkaatkvøðu, er ikki samtykt, og kann Javnaðarflokkurin tí heldur ikki taka undir við uppskotinum, so leingi sum tað bert hevur tað eina endamálið: At smíða eina fullveldisgrundlóg.

    Hinvegin varð víst á, at Javnaðarflokkurin tekur til eftirtektar, at ein meiriluti í løgtinginum hevur gjørt av at miða eftir at skipa Føroyar sum fullveldi, og til tess vil gera eina nýggja grundlóg. Men skal Javnaðarflokkurin taka undir við uppskotinum, skal endamálsorðingin víðkast til eisini at fevna um ynski Javnaðarfloksins at fáa kannað alternativu møguleikarnar fyri føroyskum sjálvstýri við broytingum í verandi ríkisgrundlóg.

    Í hesum sambandi eigur at verða nevnt, at danir hava sett sær fyri at fremja neyðugar broytingar og dagføringar av grundlógini um nøkur ár, og til tess verður "savnað saman" ynski og uppskot til broytingar. So tað eru góðir møguleikar at koma við broytingaruppskotum úr Føroyum.

    Víst varð eisini á tað bæði skilagóða og neyðuga í einum slíkum "tvíbreytaðum" arbeiðssetningi fyri grundlógarnevndina. Tí síðst í hesum árinum skal verða fólkaatkvøða um fullveldisætlanina. Fellur hon, dettur arbeiðið at gera fullveldisgrundlóg burtur, men so kann nevndin konsentrera seg um at fáa framt broytingar í ríkisgrundlógini fyri føroyskum sjálvræði. Verður fullveldisætlanin hinvegin samtykt, dettur uppskotið hjá Javnaðarflokkinum burtur, og nevndin kann konsentrera seg fult um at smíða føroyska grundlóg. Sostatt tekur hesin víðkaði ella "tvíbreytaði" arbeiðssetningurin, sum Javnaðarflokkurin skjýtur upp, hædd fyri báðum møguleikum !!!

    Tað var skilliga fráboðað, at Javnaðflokkurin stóð fast við innihaldið í hesum víðkaða arbeiðssetninginum, men at orðingin saktans kundi lagast til tað, sum semja kundi fáast um.

    Endiliga kundi samgongumeirilutin við støðu síni til broytingaruppskot Javnaðarfloksins vísa Føroya fólki, um Javnaðarflokkurin hevur rætt ella skeivt í sínum pástandi, at "landsstýrissamgongan hevur frá byrjanini læst seg fasta á síni egnu sjónarmið, har tað frammanundan er gjørt av, hvat úrslitið skal verða, og har allar fyrireikingar verða avmarkaðar til at miða einvíst eftir hesum úrsliti."
  4. Javnaðarflokkurin vísti haraftrat á heilt ítøkilig stór og greflig ódemokratisk lýti í lógaruppskotinum, sum øll benda á ein margháttligan einaveldisligan hugsunarhátt hjá landsstýrismanninum, sum hevur evnað lógaruppskotið til. Í uppskotinum hevur landsstýrismaðurin nevnliga givið sær sjálvum ein slíkan leiklut, at tað er ein politisk neyðtøka av grundlógararbeiðinum, longu áðrenn tað verður byrjað:

    * Í § 1, stk 2 stendur, at "Landsstýrismanninum verður heimilað at útgreina arbeiðssetning nevndarinnar ". Men tað er jú løgtingið, sum skal samtykkja lógina um setan av grundlógarnevnd og harvið eisini rúmliga arbeiðssetning hennara - tað er púra burturvið, at landsstýrismaðurin skal seta seg upp um løgtingið og sjálvur seta seg at stýra arbeiðinum beinleiðis við at taka grundlógarnevndina av ræði og gera seg inn á sjálvsagda rætt hennara at skipa arbeiði sítt.

    * Í § 2, stk 2 stendur, at "Landsstýrismaðurin velur tey fimm umboðini við hægri samfelagsvísindaligum útbúgvingum." Við at velja seg sjálvan og hesar 5 serfrøðingarnar í nevndina, skipar landsstýrismaðurin so fyri, at hann sjálvur kemur at velja júst helvtina av limunum í grundlógarnevndini !!!

    * Í § 2, stk. 2 stendur um teir 5 serfrøðingarnar, hann sjálvur velur, at "Landsstýrismaðurin velur ...teirra millum formannin í nevndini" !!! Hetta er sama valdsmisnýtsla sum omanfyri - sjálvandi eigur grundlógarnevndin bæði at skipa arbeiði sítt og at skipa seg sjálva.

    * Og smb. § 2, stk. 3 skal Landsstýrismaðurin eisini seta sjálvt skrivaran í nevndini - Jú, sanniliga skal hann hava fastatøkur á grundlógarnevndini !

    Landsstýrismaðurin skal gera av nágreiniliga, hvat íð grundlógarnevndin skal gera, hann skal velja helvtina av nevndini, hann skal velja formannin, og hann skal seta skrivaran !!! Tað manglar bara, at landsstýrismaðurin eisini sjálvur skrivar hesi góðu nevnd kladduna til fullveldisgrundlógina at rættlesa og reinskriva.
  5. Endaliga vísti Javnaðarflokkurin eisini á, at manningin av grundlógarnevndini átti at verið øðrvísi, enn lógaruppskotið sigur. At allir flokkar á løgtingið og landsstýrið eru umboðað, er rætt og rímiligt. Men tað er ikki neyðugt, at næstan helvtin av nevndini er nakrir løgfrøðingar o.a. serfrøðingar. Teirra fakliga serfrøði kann veitast nevndini sum ráðgeving, tá tørvur er á tí. Grundlógararbeiði er annað og meir enn jura o.o. vísindalig ekspertisa. Tað snýr seg m.a. um at koma fram til og áseta tey grundleggjandi, stýrandi virðini í samfelagnum. Og fremst av øllum snýr tað seg um at koma fram til og áseta, hvussu øll fyriskipan og øll fyristøða landsins skal vera: Út frá fólkinum og fyri fólkið. Tí er størri tørvur á bestu og breiðastu umboðan fólksins í grundlógarnevndini, so sigast kann, at hon verður úr fólkinum og fyri fólkið.
    Eftir uppskoti Javnaðarfloksins skuldi grundlógarnevndin, umframt politisku umboðanina, tí eisini havt eina stóra fólksliga umboðan, valda av løgtinginum. Tað kundi t.d. verið umboð fyri: Løntakarar og arbeiðsgevarar, útróðrarmenn, fiskimenn og reiðarar, kommunufelag og býarfelag, meginfelag teirra brekaðu, eldraráðið, ungdómsráðið, umboð barnanna, umboð fyri mentanarheimin, listafólkasambandið, skúlaverkið, rættarskipanina, kirkju- og trúarlívið, vísinda- og granskingarheimin, ítróttarlívið o.s.fr. Tað er eitt verk fyri hesi og ikki fyri advokatar at útgreina, hvat vit vilja leggja sum samfelagsins grundleggjandi virði. Hesi 25-30 fólkini tilsamans, sum eftir hesum uppskoti Javnaðarfloksins høvdu komið at mannað grundlógarnevndina, høvdu kunnað gjørt tað arbeiðið, sum neyðugt var.

Hvørki á øðrum ella triðja fundi var nøkur verulig viðgerð av uppskoti Javnaðarfloksins til broytingar í arbeiðssetninginum hjá grundlógarnevndini ella av atfinningum okkara at lógaruppskotinum.

Tá Javnaðarflokkurin á triðja fundinum til fánýtis royndi at fáa eitt útspæl ella eina avgerð frá samgongumeirilutanum, var svarið, at hetta máttu teir fundast við landsstýrismannin um, og annars fáa hann í nevndina at svara spurningum.

Á fjórða fundinum møtti so landsstýrismaðurin, og tað varð hann – ikki tey umboðini sum samgongan hevur valt í rættarnevndina – sum fór í eitt orðaskifti við umboð Javnaðarfloksins. Burtursæð frá uppskotinum um at taka arbeiðið við eini føroyskari rættarskipan úr grundlógarnevndini og seta serstaka nevnd til tess, vísti landsstýrismaðurin øllum hinum aftur, bæði ítøkiliga broytingaruppskotinum um at víðka arbeiðssetningin og tær ítøkiligu atfinningarnar at lógaruppskotinum. Tað "tilboðið" Javnaðarflokkurin fekk at taka støðu til, var, at fylgjandi orðing kundi setast inn sum nýtt § 1 stk. 2 í lógaruppskotið:

" Nevndin skal í áliti sínum eisini lýsa politisku og løgfrøðisligu munirnar millum øðrumegin at gera føroyska grundlóg og hinumegin at broytingar verða gjørdar í donsku grundlógini".

Ein slík orðing er púra høpisleys. Og ikki vildi meirilutin ganga við til, at skoytt varð uppí orðingina, hvat hesar ynsktu broytingar skuldu miða eftir, nevnliga møguleikum fyri føroyskum sjálvstýri við broytingum í verandi ríkisgrundlóg. Skuldi verða nøkur semja, skuldi Javnaðarflokkurin taka við orðingini omanfyri. Tá hugsað verður um ynski Javnaðarfloksins og atfinningar okkara at uppskotinum annars, var sjálvsagt ógjørligt at taka til takkar við slíkum orðaklodda.

Samgongumeirilutin boðaði so frá, at hann vendir aftur til landsstýrisins upprunaliga  uppskot og mælir til at samtykkja tað.

Út frá hesum kann niðurstøða minnilutans (Hans Pauli Strøm) tí ikki vera onnur enn, at mælt verður tinginum til ikki at samtykkja uppskot landsstýrisins til setan av grundlógarnevnd.

Ein minniluti (Alfred Olsen) tekur als ikki undir við uppskoti landsstýrisins um at seta eina grundlógarnevnd, soleiðis sum viðurskiftini eru. Tí fyrst tá og um ein meirluti av Føroya fólki við eini fólkaatvkøðu hevur samtykt, at Føroyar skulu loysa frá Danmark, er stundin komin til at taka tað avleiðing, at sett verður ein nevnd at gera uppskot til eina grundlóg fyri Føroyar.

Málið hjá landsstýrismeirilutanum er, at Føroyar skulu gerast eitt land við fullveldi, og hetta vil samgongan fremja skjótast gjørligt eftir eini skipaðari ætlan.

Minnilutin hevur fingið eina greiða kenslu av, at tá ið tað verður so sterkt undirstrikað, at tað skal verða eftir eini skipaðari ætlan, skal hetta geva borgarunum eina kenslu av, at tá ið allir teir, eftir landsstýrismansins tykki, fremstu serfrøðingarnir í landinum, verða settir í hesar nevndirnar, so kann fólkið bara halda uppat at hugsa meir um tað, tí nú er alt í góðum hondum.

Tá so harafturat verður sagt, at bæði uppskotið til millumlandasáttmálan millum Føroyar og Danmark og uppskotið til grundlóg skal leggjast fyri løgtingið og eisini til fólkaatkvøðu, so er heilaga grøvin væl vard, og so er bara at siga ja til sína tíð.

Landsstýrismaðurin sigur eisini í viðmerkingunum um fyrireikingarnar til ríkisrættarligu broytingarnar, at hesar verða skipaðar sum ein verkætlan, har settar verða fýri nevndir, sum skulu kanna og lýsa ymisk viðurskifti.

Grundlógarnevndin verður eitt slag av yvirnevnd, tí hon kann samskipa arbeiði sítt við hinar nevndirnar í verkætlanini, og hon fær fult innlit í alt arbeiðið við sjálvstýrismálum í landsstýrinum.

Grundlógarnevndin skal eisini fáa samábyrgd, tí ið málsøki eftir loysingina verða latin til Danmarkar ella onnur lond at umsita.

Í viðmerkingunum verður sagt, at við hesi skipan verður tryggjað øllum flokkum á tingi fult innlit og ávirkan í fyrireikingararbeiðið til ríkisættarligu broytingarnar. Aftur her kemur til sjóndar ein barnslig váttan um eina falska trygd, tí í lógaruppskotinum stendur ikki eitt orð um, at lansstýrið hevur skyldu til at lata allar upplýsingar sum eru.

Minnilutin hevur ta grundleggjandi fatan, at Føroyar, sum tann fámenta tjóðin hon er, hevur bestar møguleikar fyri at menna seg á øllum økjum undir eini skipan sum henni, vit tey seinastu hálvthundrað árini hava útviklað.

Heinastýrisskipanin hevur víst seg at vera ein rúmligur karmur um menningina av tí føroysku tjóðini.

Hon hevur gjørt tað møguligt fyri okkum føroyingar at røkka fram til eitt slíkt stig á sjálvbjargnisleið, at vit í roynd og veru hava størri ræði og avgerðarmyndugleika yvir okkar egnu viðurskiftum enn naka annað land í Vesturevropa hevur í dag.

Sambandsflokkurin ynskir, sum einasti flokkur á tingi í dag, at Føroyar vera verandi í Ríkisfelagskapi við Danmark, og heldur, at heimastýrislógin, møguliga í endurskoðanum líki, og við henni tryggja vit fólkunum stabil og mannsømilig livikor undir skiftandi búskaparligum viðurskiftum.

Og tað má vera tað, sum til ein hvørja tíð hevur størsta týdning fyri fólkið í landinum.

Stórheitsdreymarnir, minnisvirðiskenslan, sjálvhevjanin og ábyrgdarloysið hjá teimum, sum ganga á odda fyri í óðum verkum at leiða føroyingar út í eitt fullveldislimbus, má ikki sleppa at forða fyri eini tryggari samfelagsmenning, har føroyingar altíð vita, hvar teir flóta.

Føroyska samfelagið í dag hvílir á føstum og royndum grundvølli og ikki á akademiskum teoretiskum eksperimentum.

Stýrisskipanarlógin var ikki nakað fullfíggjað verk, men treingir uttan iva til at verða endurskoðað og broytt.

Skotið verður eisini upp, at nevndin skal gera uppskot til eina føroyska rættarskipan. Tað kunnu bert vera glaðir amatørar, sum seta slíkt uppskot fram, tá hugsað verður um, hvussu illa vit, sum er, eru førir fyri at viðlíkahalda galdandi lógir. So er tað rættiligt fáfongd at hugsa sær, at vit skulu yvirtaka og varðveita dagførda rættargangslóg og allar aðrar lógir, sum skulu vissa okkum rættartrygdina, tá ið vit sigla okkara egna sjógv.

Fyri ikki at tala um útvegan av dómarum við førleika og integriteti til teir tríggjar dómstólarnar.

Í tjúgu ár hevur verið leitað eftir einum evni til at seta sum løgtingsins umboðsmann.

Minnilutin (Alfred Olsen) tekur ikki undir við uppskotinum, men fer seinni at seta fram uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at virka fyri, at føroyingar vera umboðaðir í tí nevndini, sum danir seta í samband við komandi broyting í grundlógini.

2. viðgerð 29. januar 1999. Broytingaruppskot frá meirilutanum í rættarnevndini til § 2 samtykt 19-7-5. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-0-12. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Á tingfundi 5. februar løgdu tingmenninir Jóannes Eidesgaard, Edmund Joensen, Hans Pauli Strøm og Alfred Olsen fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 2 stk. 1, verður soljóðandi:

" Í grundlógarnevndini sita

  1. tvey umboð fyri hvønn flokk á tingi, sum hevur fýra tingmenn ella fleiri
  2. eitt umboð fyri hvønn flokk á tingi, sum hevur tríggjar tingmenn ella færri
  3. ein landsstýrismaður og
  4. fimm persónar við hægri samfelagsvísindaligum útbúgvingum."

Viðmerking:
Tá tað er líkt til, at ein meiriluti fer at samtykkja uppskotið til løgtingslóg um grundlógarnevnd, so vilja uppskotsstillararnir mæla til, at teir stóru flokkarnir á tingi fáa hvør sínar tveir limir í nevndina, meðan teir smáu fáa hvør sín.

Hetta vil styrkja um leiklutin hjá andstøðuni í grundlógarnevndini, umframt at parlamentariska umboðanin sum heild styrknar.

3. viðgerð 5. februar 1999. Broytingaruppskot frá tingmonnunum Jóannes Eidesgaard, Edmund Joensen, Hans Paula Strøm og Alfred Olsen til § 2 samtykt 14-1-12. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 15-0-12. Málið avgreitt.

Ll. nr. 10/1999 frá 11/2-1999
J.nr. 101-3/98