Gransking


19  Uppskot til ríkislógartilmæli um "lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter"

 

A. Upprunauppskot
B. Skjøl til uppskotið
C. 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 1998, 4. november, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um "lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter"

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot til kongliga fyriskipan um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om videnskabsetisk komiteesystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter".

Viðmerkingar

Í 1986 setti Læknafelag Føroya á stovn eina vísindasiðsemisnevnd. Landsstýrið hevur í hesa nevnd valt 3 limir og 3 tiltakslimir og læknafelagið hevur valt 3 limir. Nevndararbeiðið er ólønt, ein skrivari verður tó tímaløntur av Læknafelag Føroya.

Nevndin hevur virkað til í dag og hevur hildið uml. 10 fundir um árið. Nevndin arbeiðir í løtuni eftir "Helsinki deklaratiónini II", men trupulleikar hava staðist av, at ongar leiðbeinandi reglur eru viðvíkjandi arbeiðinum hjá nevndini. Nevndin hevur ikki somu heimildir, sum tær donsku nevndirnar hava, til at meta um biomedisinskar granskingarverkætlanir og at seta hesar í verk, og lýst er ikki, hvørjar granskingarverkætlanir kunnu verða gjørdar og hvørjar ikki kunnu verða gjørdar. Trupult er eisini hjá nevndini at virka, uttan at hava eina hægri nevnd at ráðføra seg við.

Við hjálagda uppskoti verða omanfyri nevndu trupulleikar loystir, tá ið lógin regulerar virksemið hjá føroysku vísindasiðsemisnevndini. Fyrimunurin við hesari skipan er eisini, at føroyska nevndin verður tengd at "Den centrale videnskabsetiske komité" (høvuðs vísindasiðsemisnevndin), sum er hægsti myndugleikin hjá økisnevndunum í Danmark. Soleiðis kunnu føroyingar fáa neyðuga vegleiðing frá hægstu nevndini, samstundis sum skipanin ikki verður so dýr hjá føroyingum at umsita.

Endamálið við lógini er at áseta nærri karmar fyri tí vísindaetisku metingini av biomedisinskum granskingarverkætlanum.

Í Danmark er skipanin uppbygd við einum ávísum tali av økis vísindasiðsemisnevndum og einari høvuðs vísindasiðsemisnevnd, sum samskipar arbeiðið hjá økis nevndunum.

Føroyska økis vísindasiðsemisnevndin skal sambært uppskotinum virka í donsku skipanini sum ein økis nevnd undir høvuðs vísindasiðsemisnevndini . Í føroysku nevndini skulu tað verða 7 limir. 4 limir verða valdir av landsstýrismanninum og 3 limir verða valdir av Føroya Læknafelag. 2 av limunum í nevndini verða valdir at sita í høvuðs vísindasiðsemisnevndini.

Uppgávan hjá føroysku vísindasiðsemisnevndini verður sambært uppskotinum, at gera eina etiska meting av teimum í grein 6 nevndu granskingarverkætlanum, sum ætlanin er at seta í verk í Føroyum og eisini eina heilsufakliga meting av hjáárinum, sum granskingarverkætlanin kann hava á royndarpersónarnar. Um nevndin metir granskingarverkætlanina verða ráðiliga, gevur nevndin loyvi til, at royndin kann setast í verk. Nevndin hevur síðani eftirlit við, at royndin verður gjørd í samsvar við givna loyvið.

Høvuðs vísindasiðsemisnevndin í Danmark samskipar arbeiðið ímillum økis nevndirnar í Danmark og í Føroyum, fylgir við í granskingarmenningini, viðgerð ávísar granskingarverkætlanir sambært lógini, vegleiðir økis nevndirnar, ásetir leiðbeinandi reglur fyri økis nevndirnar og virkar sum kærumyndugleiki í mun til økis nevndirnar.

Av tí at málsøkið ikki er yvirtikið, er heimild fyri at seta lógina í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan.

Mett verður, at fíggjarligi kostnaðurin av uppskotinum verður uml. 50.000 kr. um árið. Væntandi fara teir 7 limirnir í nevndini at hava uml. 10 fundir um árið. Til hesar fundirnar rindar landsstýrismaðurin limunum í nevndini fundarpening og ferðaútreiðslur eftir vanligum reglum, galdandi fyri tænastumenn. Møguleiki er eisini fyri í kongligu fyriskipanini, at landsstýrismaðurin ásetur reglar um, at limirnir, umframt hetta, kunnu fáa dag- og tímapening eftir vanligum reglum, galdandi fyri tænastumenn og endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, og at formaðurin, næstformaðurin og skrivarin kunnu fáa viðbót/løn fyri sítt arbeiði. Harumframt kunnu standast útreiðslur av, at teir 2 føroysku limirnir í høvuðs vísindasiðsemisnevndini skulu hava ferðaútreiðslur til Danmarkar endurgoldnar í samband við fundir í høvuðs vísindasiðsemisnevndini.

Fyri fíggjarárið 1999 verða útreiðslurnar til føroysku vísindasiðsemisnevndina í fyrstu syftu goldnar av játtanini hjá Almanna- og heilsumálastýrinum. Fyriskipanin fær gildi frá 1.januar 1999, og tí verður roknað við, at útreiðslurnar fyri 1999 verða uml. 50.000 kr.

Teksturin í hjálagda uppskoti er tillagaður føroysk viðurskifti, soleiðis at ásett verður, hvussu føroyska vísindasiðsemisnevndin skal verða uppbygd og hvussu sambandið ímillum føroysku vísindasiðsemisnevndina skal verða í mun til høvuðs vísindasiðsemisnevndina í Danmark. Eisini verður lógin broytt soleiðis, at hon í staðin fyri at áseta hvørjar uppgávur donsku nevndirnar hava, ásetir hvørjar uppgávur føroyska nevndin skal hava.

Tann heimildin, sum í donsku lóggávuni er hjá "Staten" ella "Amtskommunen", er í hjálagda uppskoti løgd til landsstýrismannin í heilsumálum. Somuleiðis eru útreiðslurnar av føroysku nevndini lagdar til Almanna- og heilsumálastýrið. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur í løtuni føroysku vísindasiðsemisnevndina undir sær. Nevndin skal virka fyri gransking um alt landið, so eingin orsøk er at leggja ábyrgdina viðvíkjandi nevndunum til kommunurnar.

Sambært § 4, stk. 2 í uppskotinum verða tveir limir valdir úr føroysku vísindasiðsemisnevndini í høvuðs vísindasiðsemisnevndina. Skotið verður upp, at limirnir bert eru eygleiðarar í høvuðs vísindasiðsemisnevndini, men tá ið talan er um føroysk viðurskifti, skulu føroysku limirnir luttaka á jøvnum føti við hinar limirnar í nevndini.

Av tí at ein nýggj lóg nr. 460 frá 10. juni 1997 "om kunstig befrugtning ifb. lægelig behandling, diagnostik og forskning m.v." er sett í gildi í Danmark, eru broytingar gjørdar í donsku lógini "om Videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedisinske forskningsprojekter", soleiðis at §§ 14 og 15 eru avtiknar og nýggjar reglur hesum viðvíkjandi eru gjørdar í omanfyrinevndu lóg nr. 460 frá 10. juni 1997. Tann einasta veruliga broytingin í mun til tekstin í "komitélógini" er, at økis nevndirnar nú sjálvar kunnu góðkenna eina granskingarverkætlan viðvíkjandi gitnum eggum. Í fyrrverandi §§ 14 og 15 kravdist ein góðkenning bæði frá økis komitéini og frá høvuðs vísindasiðsemisnevndini fyri at kunna fara undir eina slíka granskingarverkætlan.

Skotið verður upp at broyta §§ 14 og 15 í lógini, soleiðis at greinirnar samsvara við lóg nr. 460 frá 10. juni 1997. Tá ið høvuðs vísindasiðsemisnevndin ikki sambært donskum reglum skal taka støðu til granskingarverkætlanir viðvíkjandi gitnum eggum, kann ikki hugsast, at nevndin er til reiðar at viðgera slík føroysk mál. Tá ið danir hava strikað hesa "dupultgóðkenning" verður mett, at vit eisini eru noydd til at strika hesa mannagongd úr føroysku skipanini.

§ 16, stk. 3 í uppskotinum er broytt í mun til orðingina í donsku lógini, soleiðis at føroyska nevndin fær fundarsamsýningar o.a. sambært føroyskum reglum, galdandi fyri tænastumenn. Landsstýrismaðurin kann eisini avgera, at limirnir fáa dag- og tímapening eftir vanligum reglum, galdandi fyri tænastumenn og endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku og at formaðurin og næstformaðurin í nevndini fáa eykasamsýning fyri teirra arbeiði í nevndini. Harumframt kann landsstýrismaðurin avgera, at rinda annan kostnað í sambandi við arbeiðið hjá nevndini. Hetta kann t.d. verða at gjalda fyri skrivara fyri nevndina.

Harumframt eru tilvísingarnar í lógini broyttar, soleiðis at tær samsvara við lóggávuna í Føroyum.

Gildiskomureglurnar í hjálagda uppskoti eru eisini øðrvísi enn í donsku lógini. Føroyska fyriskipanin fær gildi frá 1. januar 1999.

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá Læknafelag Føroya, føroysku vísindasiðsemisnevndini, landsapotekaranum, landslæknanum, sjúkrahússtjóranum og danska "Forskningsministeriet", sum hevur "lov om videnskabsetisk komitésystem…" um hendi.

Føroya Læknafelag tekur undir við uppskotinum uttan viðmerkingar.

Almanna- og heilsumálastýrið hevur ikki móttikið hoyringssvar frá "forskningsministeriet".

Føroyska vísindasiðsemisnevndin mælir til, at nakrar greinir í uppskotinum verða broyttar. At § 3 verður broytt soleiðis, at landsstýrismaðurin velur 2 tiltakslimir í føroysku nevndina og læknafelagið velur 2. Hetta er partvíst tikið til eftirtektar í uppskotinum, soleiðis at landsstýrismaðurin sambært § 3 velur 2 tiltakslimir í nevndina og læknafelagið velur 1.

Vísindasiðsemisnevndin mælir eisini til, at § 6 í uppskotinum verður broytt, soleiðis at føroyska vísindasiðsemisnevndin skal kunna viðgera allar verkætlanir, ið hava við Føroyar at gera. Landsstýrismaðurin hevur broytt uppskotið samsvarandi hesum viðmerkingum.

Vísindasiðsemisnevndin ger vart við, at nýggj lóg um "lov om kunstig befrugtning i forbindelse med lægelig behandling, diagnostik og forskning m.v." er komin í gildi í Danmark og at tað tí er neyðugt at broyta uppskotið. Hetta er tikið til eftirtektar og uppskotið er broytt samsvarandi nýggju lógini.

Landsstýrismaðurin hevur eisini broytt uppskotið samsvarandi ynskinum hjá vísindasiðsemisnevndini um, at møguleiki skal verða fyri at landsstýrismaðurin kann rinda fyri skrivaraarbeiðið í sambandi við arbeiði í vísindasiðsemisnevndini smb. § 16, stk. 3.

Landsapotekarin mælir til, at § 7, stk. 3 verður broytt, soleiðis, at uppskotið samsvarar við "Løgtingslóg nr. 104/88 um apoteksverkið og heilivág". Uppskotið er broytt samsvarandi hesum viðmerkingum.

Landslæknin metir, at føroyingar ikki áttu at haft eina sjálvstøðuga økis vísindasiðsemisnevnd, men at føroyska nevndin í staðin átti at verið ein partur av einari økis nevnd í Danmark. Bornholm t.d. hevur ikki eina sjálvstøðuga økis vísindasiðsemisnevnd, men hevur sligið seg saman í eina økis nevnd saman við Frederiksborg-, Roskilde-, Storstrøms- og Vestsjællands amt. Í hesi nevnd hevur Bornholm 2 limir, ið amtsráðið hevur tilnevnt. Íbúgvararnir í hesum 5 donsku amtum eru tilsamans uml. 1 millión íbúgvar. Í Danmark eru tilsamans 7 økis vísindasiðsemisnevndir. Bornholm hevur einki umboð í centralu vísindasiðsemisnevndini, men ístaðin sita tveir persónar frá hinum amtunum í vísindasiðsemisnevndini, sum Bornholm er limur av, sum umboð. Landslæknin metir ikki, at vit hava fakliga førleikan til at seta á stovn eina sjálvstøðuga økis vísindasiðsemisnevnd í Føroyum.

Landsstýrismaðurin metur, at føroysku umstøðurnar viðvíkjandi gransking eru so sermerktar, at neyðugt er at hava eina sjálvstøðuga økis vísindasiðsemisnevnd í Føroyum. Um vit skulu verða ein partur av eini økis nevnd í Danmark, er vandi fyri, at okkara áhugamál fella burturímillum. Viðvíkjandi fakliga førleikanum, so verður mett, at hesin er til staðar í Føroyum. Um nevndin er í iva um eitthvørt, kann hon søkja sær ráð og vegleiðing frá høvuðs nevndini í Danmark og um borgari er ónøgdur við avgerð tiknað av nevndini, er tað møguligt at kæra avgerð tiknað av føroysku nevndini til høvuðs nevndina. Tí er eingin vandi á ferð við at seta eina sjálvstøðuga føroyska vísindasiðsemisnevnd. Uppskotið verður tí ikki broytt samsvarandi viðmerkingunum hjá Landslæknanum.

Sjúkrahússtjórin tekur undir við uppskotinum, men mælir til, at § 16, stk. 3 verður broytt soleiðis, at upphæddirnar upp til 25.000 kr. til formannin og upp til 20.000 kr. til næstformannin í samsýning um árið, verða broyttar. Hetta er tikið til eftirtektar í uppskotinum, soleiðis at samsýningarupphæddirnar ikki standa í § 16, stk. 3.

+ skjøl

1. viðgerð 13. november 1998. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 22. januar 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 29. oktober 1998, og eftir 1. viðgerð 13. november 1998 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 9. desember 1998, 16. december 1998, 13. januar 1999 og 19. januar 1999, og hevur nevndin undir viðgerðini havt fund við landslæknan, umboð fyri Vísindasiðsemisnevnd Føroya, Sjúkrasystraetiska ráðið, Føroya Læknafelag og landsstýrismannin í heilsumálum.

Nevndin heldur, at umráðandi er at fáa lógagrundarlagið undir virksemi hjá siðsemisnevndini upp á pláss, og mælir ein samd nevnd tí til, at samtykkja uppskot landsstýrisins. Nevndin heldur somuleiðis, at umráðandi er at fáa neyðugt fíggjarligt grundarlag undir virkseminum hjá nevndini. Í hesum sambandi viðmerkir nevndin, at fíggjarliga metingin av kostnaðinum av virkseminum hjá nevndini upp á kr. 50.000 ikki fer at halda, tá ið formaðurin og næstformaðurin skulu hava fasta samsýning, nevndarlimirnir fundarpening og nevndin skal hava lønta skrivarahjálp og skrivstovuhald annars. Týdningarmikið er, at skrivari nevndarinnar og skrivstovuhald nevndarinnar er óheft.

Landsstýrið hevur heitt á nevndina um at rætta ymsar skeivleikar, sum eru í uppskotinum. Ein samd nevnd setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstýrisins

  1. Í skjali 1 § 7 skulu orðini "jf. § også 14. " broytast til "jf. også § 14."
  2. Í skjali 1 verður § 11 stk. 2 orðað soleiðis:

"Stk. 2. Kan der ikke i den centrale komité opnås enighed om bedømmelsen af et projekt, kan komitéen træffe afgørelse ved almindeligt flertal, såfremt flertallet omfatter et flertal blandt såvel medlemmer udpeget efter indstilling fra Statens Sundhedsvidenskabelige Forskningsråd og den færøske lægeforening, som blandt andre til Den centrale videnskabsetiske komité udpegede medlemmer, jf. § 4, stk. 2."

2. viðgerð 26. januar 1999. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til §§ 7 og 11 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 29. januar 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.

Málið avgreitt.

J.nr. 687-3/98