115 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð
D. 3. viðgerð
Ár 2001, 27. apríl, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum
§ 1
Í løgtingslóg nr. 62 frá 5. juni 1984 um evnisskráir hjá almennum myndugleikum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 13. mai 1997, verður í § 9, stk. 2, sett sum síðsta punkt:
"Persónstalið kann nýtast í sambandi við fyrisitingina av løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan."
§ 2
Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almennar viðmerkingar:
Løgtingslógin um barsilsskipan, sum kemur í gildi 1. juni 2001, er treytað av, at
persónstalið kann verða nýtt í fyrisitingini av lógini, og tí verður hendan
broyting skotin upp.
Hetta er ein fyribilsloysn, sum bert skal vera galdandi til 1. januar 2002, tá lógin um viðgerð av persónsupplýsingum, sum loyvir øllum almennum stovnum at nýta persónstalið til eintýdda eyðmerking ella sum skránummar, kemur í gildi.
Avleiðingar av uppskotinum:
Uppskotið hevur ikki fíggjarligar/búskaparligar, umsitingarligar ella
umhvørvisligar avleiðingar við sær. Ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og
reglur verða av uppskotinum, og heldur ikki fær tað sosialar avleiðingar fyri ávísar
samfelagsbólkar ella felagsskapir.
|
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar sam- felagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar |
|
Nei |
|
Serligar viðmerkingar:
Bert tann nýtsla av persónstalinum, sum er neyðug í sambandi við fyrisiting av
lógini um barsilsskpian, verður loyvd.
Framløguskriv
Vísandi til § 54, stk. 2, í tingskipanini, vátta undirritaðu tingmenn við hesum, at teir taka undir við, at upppskot til broyting í løgtingslóg nr. 62 frá 5. juni 1984 um evnisskráir hjá almennum myndugleikum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 13. mai 1997, verður lagt fram
Jógvan á Lakjuni | Rúna Sivertsen | Dan R. Petersen |
Finnbogi Arge | Jógvan Durhuus | Helena Dam á Neystabø |
Jóanis Nielsen | Finnbogi Ísakson | Alfred Olsen |
Óli Breckmann | Signar á Brúnni | Katrin Dahl Jakobsen |
Jógvan við Keldu | Hergeir Nielsen | Lisbeth L. Petersen |
Eyðun Viderø | Finnur Helmsdal |
1. viðgerð 30. apríl 2001. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
2. viðgerð 2. mai 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 4. mai 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-1. Málið avgreitt.
J.nr. 525-0019/2001
Ll.nr. 83 frá 15.05.2001