66 Uppskot til løgtingslóg um grundlógarnevnd
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð
Ár 1998, 1.
desember, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram
soljóðandi
Uppskot
til
løgtingslóg um grundlógarnevnd
§ 1. Sett verður grundlógarnevnd at gera uppskot til grundlóg
fyri Føroyar. Í uppskotinum skulu m.a. vera ásetingar um valdsbýtið millum
lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið, ásetingar um grundleggjandi mannarættindi
og ásetingar um rættindir og skyldur hjá føroyskum borgarum.
Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at útgreina arbeiðssetning
nevndarinnar.
Stk. 3. Nevndin skal lata landsstýrinum álit og uppskot til grundlóg í seinasta
lagi 1. juni 2000.
Stk. 4. Nevndin skal harumframt gera uppskot til eina føroyska rættarskipan.
§ 2. Í grundlógarnevndini er ein limur fyri hvønn flokk á
løgtingi, ein landsstýrismaður og fimm persónar við hægri samfelagsvísindaligum
útbúgvingum.
Stk. 2. Løgmaður velur umboð landsstýrisins í nevndina. Limirnir umboðandi
flokkarnar á løgtingi skulu vera løgtingsmenn og verða valdir av flokkunum á
løgtingi. Landstýrismaðurin velur tey fimm umboðini við hægri samfelagsvísindaligum
útbúgvingum, og teirra millum formannin í nevndini.
Stk 3. Landsstýrismaðurin kann seta skrivara í nevndina, sum skal hava hægri
samfelagsvísindaliga útbúgving.
Stk. 4. Flokkur, sum missir umboðan sína á løgtingi, missir umboð sítt í
nevndini. Kemur flokkur á ting, meðan nevndin situr, hevur flokkurin rætt til, at ein
tingmaður úr flokkinum verður settur í nevndina. Fer nevndarlimur úr løgtinginum,
meðan nevndin situr, fer hann úr nevndini, og flokkurin velur annan í hansara stað.
Fer umboð landsstýrisins í nevndini úr landsstýrinum, fer hann úr nevndini, og
løgmaður velur annan í hansara stað.
§ 3. Meðan nevndin arbeiðir, skipar hon fyri regluligum almennum hoyringum um grundlógararbeiðið.
§ 4. Landskassin rindar kostnaðin av nevndararbeiðinum.
§ 5. Hendan lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
ViðmerkingarAt gera ein millumlandasáttmála millum Føroyar og Danmark, sum
ásetir framtíðarsamstarvið millum londini, sum tvey lond við fullveldi.
Uppskotið til sáttmála verður lagt fyri løgtingið, og tá løgtingið hevur samtykt
tað, verður tað lagt til fólkaatkvøðu til góðkenningar.
At gera eina grundlóg fyri Føroyar.
Nevnd verður sett at gera uppskot til grundlóg, sum verður lagt fyri løgtingið. Tá
løgtingið hevur samtykt tað, verður tað lagt til fólkaatkvøðu til góðkenningar.
Í løgtingsmáli nr. 5/1998: Uppskot til samtyktar um ríkisrættarliga støðu Føroya, hevur løgtingið tann 2. oktober 1998 tikið undir við, at landsstýrið fyrireikar og tekur upp samráðingar við donsku stjórnina um ein sáttmála, og at landsstýrið leggur eina frágreiðing um fyrireikingarnar fyri tingið til aðalorðaskiftis, áðrenn farið verður til samráðingar. Í viðmerkingunum til hetta uppskot er greitt nærri frá ætlanum landsstýrisins við einum nýggjum sáttmála.
Nú verður lagt fram uppskot til løgtingslóg um grundlógarnevnd.
Samskipan av arbeiðinum
Undir viðgerðini av løgtingsmáli nr. 5/1998 í uttanlandsnevnd løgtingsins hevur
landsstýrismaðurin latið nevndini tilfar og greitt nærri frá, hvussu ætlanin er at
skipa fyrireikingarnar til ríkisrættarligu broytingarnar. Hetta verður skipað sum ein
verkætlan, har settar verða hesar arbeiðsnevndir:
Ein sáttmálanevnd, sum skal kanna og lýsa tey løgfrøðiligu, politisku og umsitingarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, gera uppskot til skiftisskipanir og samstarvsavtalur og uppskot til ein sáttmála.
Ein búskaparnevnd, sum skal kanna og lýsa tey búskaparligu og fíggjarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, gera uppskot til skiftisskipanir og lýsa krøvini til ein sjálvberandi føroyskan búskap.
Grundlógarnevndin, sum skal gera uppskot til grundlóg og føroyska rættarskipan.
Harumframt skulu tey einstøku stýrini í miðfyrisitingini lýsa og greina samstarvið við Danmark í dag, lýsa tørvin á samstarvsavtalum og krøvini til lóggávu, fyrisiting og fígging, um Føroyar skulu umsita øll málsøki sjálvi.
Verkætlanin og skrivstovuhaldið verður skipað í fyrisitingini undir landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum.
Grundlógarnevndin kann samskipa arbeiði sítt við hinar nevndirnar í verkætlanini, og grundlógarnevndin fær fult innlit í alt arbeiði við sjálvstýrismálum í landsstýrinum. Eitt nú eigur spurningurin um skiftisskipanir, har málsøki kunnu latast til Danmarkar ella onnur lond at umsita, í eina tíð at verða viðgjørdur í grundlógarnevndini í samstarvi við hinar nevndirnar.
Við hesi skipan verður eisini tryggjað øllum flokkum á tingi fult innlit og ávirkan í fyririeikingararbeiðið til ríkisrættarligu broytingarnar.
Høvuðstættir í grundlógararbeiðnum
Føroyska grundlógin skal m.a. áseta grundleggjandi rættindir og skyldur millum
statin og borgararnar, og hvussu Føroyar skipa sítt egna lóggávuvald, útinnandi vald
og rættarvald.
a) Valdsbýtið
Annar høvuðstátturin í grundlógararbeiðnum er sostatt at viðgera valdsbýtið
millum lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið.
Í sambandi við løgtingsmál nr. 190/1993: Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya, er gjølla greitt frá stýrisskipanarviðurskiftum Føroya og søguligu fortreytunum. Eisini eru viðurskiftini í londum við fullveldi lýst í 9. kapitli í álitinum. Stýrisskipanarnevndin arbeiddi alment við spurninginum um statsrættarligu viðurskiftini í Føroyum, men var bundin av, at heimildin fyri lóggávuvaldinum í Føroyum skuldi vera Heimastýrislógin.
Nevndin lýsir í kap. 8 í álitinum, hvørjar stýrisskipanarreglur eru neyðugar afturat, skulu Føroyar hava fult sjálvstýri. Nevndin heldur, at uppskotið til stýrisskipanarlóg kann nýtast sum grundarlag undir eini føroyskari grundlóg.
Sostatt kann grundlógarnevndin taka støði í stýrisskipanarlógini og í forarbeiðnum til hesa lóg, tá tað snýr seg um grundleggjandi valdsbýtið millum lóggevandi og útinnandi valdið, og hon kann samstundis virðismeta tær royndirnar, sum eru gjørdar við stýrisskipanarlógini og gera uppskot til broytingar.
b) Rættindir og skyldur
Hin høvuðstátturin í arbeiðnum hjá grundlógarnevndini eru grundleggjandi
statsrættarligar ásetingar um rættindir og skyldur millum føroyska statin og
borgararnar.
Eitt nú eigur nevndin at viðgera hesar spurningar:
Uttanríkismál
Verjuspurningar, herundir kjarnorkumál
Fólkaatkvøður
Reglur fyri at geva fullveldi frá sær
Kirkjan og staturin
Mannarættindi/frælsisrættindi - herundir trúarfrælsi, talu- og skrivifrælsi, javnstøða
Rættartrygd
Ognartøka
Statsborgaraskapur
Rættindi og skyldur hjá føroyskum borgarum - herundir rættur til almannahjálp, bústað, arbeiði, ogn, náttúrutilfeingið og samfelagstænastur
Skuldarbinding hjá statinum
Náttúrutilfeingi og hvussu tað skal umsitast
Náttúru- og umhvørvisvernd
Mentanarspurningar
Reglur um ígildissetan og broyting í grundlógini
Grundlógararbeiðið nemur við grundleggjandi mentanarlig virðir í føroyska samfelagnum. Tí eigur nevndin at viðgera allar spurningar við neyvum atliti til føroyska rættarsøgu, siðvenjur og mentan.
c) Rættarskipan
Í mun til núgaldandi stýrisskipanarlóg, sum ásetir valdsbýtið millum lóggevandi og
útinnandi valdið, skal grundlógin áseta býtið millum hesi og eitt sjálvstøðugt
føroyskt dømandi vald. Tí verður skotið upp, at grundlógarnevndin eisini skal gera
uppskot til, hvussu føroyska rættarskipanin skal vera. Herundir hvussu ein føroyskur
yvirrættur kann skipast, hvussu dómarar og fulltrúar við embætini kunnu tilnevnast
óheftir av løgtingi og landsstýri, og hvussu ákæruvald, løgregla, kriminalforsorg og
fongsulsverk skulu skipast. Nevndin kann velja at seta ein serligan bólk ella nevnd at
arbeiða burturav við hesum.
Almennar hoyringar
Til tess at tryggja eina almenna viðgerð og eitt gott alment orðaskifti um
grundlógina verður álagt nevndini at hava almennar hoyringar í arbeiðinum. Nevndin
kann skipa hesar soleiðis, at ávís evni verða tikin upp á almennum hoyringum, har
uppskot verða løgd fram og grundgivin. Nevndin kann biðja um viðmæli frá ymsum
feløgum, fakfólki og áhugabólkum, sum hava serlig tilknýti til ymsu spurningarnar, og
hesi kunnu leggja fyri við innleggum í almennu hoyringunum.
Kostnaður av grundlógararbeiðinum
Kostnaðurin av arbeiðinum at gera uppskot til grundlóg verður mettur til umleið 2
mió. kr. Her er íroknað løn til formannin og skrivaran, samsýning til serfrøðingar,
fundarsamsýning til løgtingsmenn, serkøn hjálp, eitt nú responsum frá
statsrættarserkønum og frágreiðingar um fremmandar stýrisskipanir og prenting av
álitinum.
Løgtingið hevur fyri 1998 játtað kr. 1,659 mió. kr. til sjálvstýrismál, íroknað grundlógararbeiðið.
Landsstýrið hevur á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1999 søkt um kr. 6 mió. kr. til sjálvstýrismál, og her er grundlógararbeiðið íroknað.
Viðmerkingar til tær einstøku greinirnar
Til § 1. Einasta avmarkingin í arbeiðssetninginum hjá nevndini er, at uppskotið
til føroyska grundlóg skal innihalda ásetingar um valdsbýtið millum lóggevandi,
útinnandi og dømandi valdið, grundleggjandi mannarættindi og rættindi og skyldur hjá
føroyskum borgarum.
Tað er eyðsýnt, at Føroyar stýrisskipanarliga og rættarliga eru partur av norðurlendsku siðvenjuni. Grundlógirnar hjá hinum norðurlondunum kunnu tí nýtast sum fyrimynd, men nevndin kann viðgera aðrar stýris- og stjórnarskipanir og meta, um tættir úr hesum skipanum kunnu nýtast í føroysku grundlógini, umframt at nevndin eigur at viðgera serføroyskar spurningar.
Umframt at gera uppskot til grundlóg skal nevndin gera uppskot til eina føroyska rættarskipan t.e. eina skipan fyri dømandi valdið, ákæruvaldið, løgregluna v.m.
Reglurnar á hesum øki eru í dag ásettar í rættargangslógini fyri Føroyar. Rættargangslógin fyri Føroyar er ein vanlig ríkislóg, og kann hon broytast sum ein vanlig lóg.
Nevndin skal gera uppskot til eina føroyska skipan, ið fevnir um øll tey viðurskifti, ið eru ásett í hesi lóg.
Torført er at meta um, hvussu umfatandi arbeiðið verður at gera uppskot til føroyska rættarskipan, tí hetta veldst um, hvussu stórar broytingar, nevndin skjýtur upp í mun til núgaldandi rættargangslóg. Grundlógarnevndin kann velja at seta eina serliga undirnevnd at gera hetta arbeiðið, og nevndin kann somuleiðis velja at gera uppskotið til rættarskipan, tá uppskotið til grundlóg er liðugt.
Tíðarfreistin í § 1 stk. 3 fevnir sostatt ikki um uppskotið til Føroya Rættarskipan.
Landsstýrismanninum verður heimilað at útgreina arbeiðssetning nevndarinnar nærri enn gjørt er í § 1 stk. 1.
Til § 2. Fyri at tryggja øllum flokkum á løgtingi og landsstýrinum innlit og ávirkan á arbeiðið verður skotið upp, at hesi eru umboðað í nevndini. Løgmaður velur umboð landsstýrisins í nevndina, og flokkarnir á løgtingi velja eitt umboð hvør í nevndina. Umboðini hjá flokkunum á løgtingi skulu vera løgtingsmenn.
Arbeiðið at gera uppskot til grundlóg krevur eisini serkunnleika. Skotið verður tí upp, at fimm serfrøðingar verða settir í nevndina. Hesir serfrøðingar skulu hava hægri samfelagsvísindaliga útbúgving, og skulu virka sum fakligur arbeiðsbólkur í nevndini. Teir verða tilnevndir av landsstýrismanninum, ið eisini teirra millum velur formannin í nevndini.
Mett verður at arbeiðið verður so umfatandi, at tað kann verða neyðugt at seta skrivara at taka sær av grundlógararbeiðinum burturav. Skotið verður tí upp, at landsstýrismaðurin kann seta skrivara í nevndina.
Til § 3. Til tess at tryggja fólkaræðisliga ávirkan og viðgerð í grundlógararbeiðnum verður álagt grundlógarnevndini at skipa fyri almennum hoyringum um arbeiðið.
Nevndin metir sjálv hvussu nógvar hoyringar skulu haldast, men hugsast kann, at 2-4 hoyringar eiga at vera um ávísar tættir í grundlógini, so sum verjuspurningar, millumtjóðaviðurskifti, frælsisrættindi, javnstøða, viðurskifti millum kirkju og stat, umhvørvisverju o.s.fr.
Almennu hoyringarnar kunnu skipast soleiðis, at feløg, áhugabólkar og fakfólk fáa partar av grundlógaruppskotinum til ummælis og leggja fyri við viðmerkingum í almennu hoyringunum.
Nevndin ger sjálv av, um hon vil skipa fyri almennum hoyringum um uppskotið til føroyska rættarskipan.
1. viðgerð 8. december 1998. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 26. januar 1999 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 1. desember 1998, og eftir 1. viðgerð tann 8. desember 1998 er tað beint rættarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 17. desember 8.,15. og 21. januar 1999, og hevur undir viðgerðini av málinum havt fund við Høgna Hoydal, landsstýrismann..
Ein meiriluti í nevndini (Sámal Petur í Grund, Eyðun Viderø, Rúna Sivertsen, Hergeir Nielsen og Hans Tausen Olsen) mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins. Tó setir sami meiriluti fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstýrisins
Í § 2, stk. 2 verður sum nýtt 4. pkt. sett: "Fyri hvønn nevndarlim verður valdur varalimur."
Ein minniluti (Hans Pauli Strøm) viðmerkir, at longu tá uppskotið til lóg um setan av grundlógarnevnd var til umrøðu á fyrsta fundi í rættarnevndini, boðaði Javnaðarflokkurin frá - og greiddi frá - at hann var sinnaður at royna at fáa eina semju við samgongumeirilutan, um so var, at samgongumeirilutin vildi ganga Javnaðarflokkinum á møti m.a. við at víðka arbeiðssetningin hjá grundlógarnevndini. Í hesum var ynski Javnaðarfloksins, at umframt arbeiðið við at gera eina føroyska grundlóg, skuldi grundlógarnevndin eisini kanna og vísa á, hvørjir møguleikar kundu verða fyri broytingum í galdandi ríkisgrundlóg, sum kundu tryggja føroyskt sjálstýri innan ríkisfelagsskapin. Her var fyrst og fremst hugsað um, hvussu man við broytingum í grundlógini kundi fáa ásett, at tað var Føroya Løgting - og ikki ríkismyndugleikarnir - sum var hægsti myndugleiki og hægsta lóggávuvald í Føroyum.
Samgongumeirilutin sýndi áhuga fyri møguleikanum at fáa Javnaðarflokkin við í ein breiðan meiriluta í álitinum um grundlógarnevndina. Og Javnaðarflokkurin varð biðin um at koma við eini skrivligari orðing av ynski sínum til víðkaðan arbeiðssetning hjá grundlógarnevndini.
Á næsta fundi legði Javnaðarflokkurin útgreinaðu sjónarmið síni fram. Tað er
neyðugt í stuttum at greiða frá teimum her:
Hvørki á øðrum ella triðja fundi var nøkur verulig viðgerð av uppskoti Javnaðarfloksins til broytingar í arbeiðssetninginum hjá grundlógarnevndini ella av atfinningum okkara at lógaruppskotinum.
Tá Javnaðarflokkurin á triðja fundinum til fánýtis royndi at fáa eitt útspæl ella eina avgerð frá samgongumeirilutanum, var svarið, at hetta máttu teir fundast við landsstýrismannin um, og annars fáa hann í nevndina at svara spurningum.
Á fjórða fundinum møtti so landsstýrismaðurin, og tað varð hann ikki tey umboðini sum samgongan hevur valt í rættarnevndina sum fór í eitt orðaskifti við umboð Javnaðarfloksins. Burtursæð frá uppskotinum um at taka arbeiðið við eini føroyskari rættarskipan úr grundlógarnevndini og seta serstaka nevnd til tess, vísti landsstýrismaðurin øllum hinum aftur, bæði ítøkiliga broytingaruppskotinum um at víðka arbeiðssetningin og tær ítøkiligu atfinningarnar at lógaruppskotinum. Tað "tilboðið" Javnaðarflokkurin fekk at taka støðu til, var, at fylgjandi orðing kundi setast inn sum nýtt § 1 stk. 2 í lógaruppskotið:
" Nevndin skal í áliti sínum eisini lýsa politisku og løgfrøðisligu munirnar millum øðrumegin at gera føroyska grundlóg og hinumegin at broytingar verða gjørdar í donsku grundlógini".
Ein slík orðing er púra høpisleys. Og ikki vildi meirilutin ganga við til, at skoytt varð uppí orðingina, hvat hesar ynsktu broytingar skuldu miða eftir, nevnliga møguleikum fyri føroyskum sjálvstýri við broytingum í verandi ríkisgrundlóg. Skuldi verða nøkur semja, skuldi Javnaðarflokkurin taka við orðingini omanfyri. Tá hugsað verður um ynski Javnaðarfloksins og atfinningar okkara at uppskotinum annars, var sjálvsagt ógjørligt at taka til takkar við slíkum orðaklodda.
Samgongumeirilutin boðaði so frá, at hann vendir aftur til landsstýrisins upprunaliga uppskot og mælir til at samtykkja tað.
Út frá hesum kann niðurstøða minnilutans (Hans Pauli Strøm) tí ikki vera onnur enn, at mælt verður tinginum til ikki at samtykkja uppskot landsstýrisins til setan av grundlógarnevnd.
Ein minniluti (Alfred Olsen) tekur als ikki undir við uppskoti landsstýrisins um at seta eina grundlógarnevnd, soleiðis sum viðurskiftini eru. Tí fyrst tá og um ein meirluti av Føroya fólki við eini fólkaatvkøðu hevur samtykt, at Føroyar skulu loysa frá Danmark, er stundin komin til at taka tað avleiðing, at sett verður ein nevnd at gera uppskot til eina grundlóg fyri Føroyar.
Málið hjá landsstýrismeirilutanum er, at Føroyar skulu gerast eitt land við fullveldi, og hetta vil samgongan fremja skjótast gjørligt eftir eini skipaðari ætlan.
Minnilutin hevur fingið eina greiða kenslu av, at tá ið tað verður so sterkt undirstrikað, at tað skal verða eftir eini skipaðari ætlan, skal hetta geva borgarunum eina kenslu av, at tá ið allir teir, eftir landsstýrismansins tykki, fremstu serfrøðingarnir í landinum, verða settir í hesar nevndirnar, so kann fólkið bara halda uppat at hugsa meir um tað, tí nú er alt í góðum hondum.
Tá so harafturat verður sagt, at bæði uppskotið til millumlandasáttmálan millum Føroyar og Danmark og uppskotið til grundlóg skal leggjast fyri løgtingið og eisini til fólkaatkvøðu, so er heilaga grøvin væl vard, og so er bara at siga ja til sína tíð.
Landsstýrismaðurin sigur eisini í viðmerkingunum um fyrireikingarnar til ríkisrættarligu broytingarnar, at hesar verða skipaðar sum ein verkætlan, har settar verða fýri nevndir, sum skulu kanna og lýsa ymisk viðurskifti.
Grundlógarnevndin verður eitt slag av yvirnevnd, tí hon kann samskipa arbeiði sítt við hinar nevndirnar í verkætlanini, og hon fær fult innlit í alt arbeiðið við sjálvstýrismálum í landsstýrinum.
Grundlógarnevndin skal eisini fáa samábyrgd, tí ið málsøki eftir loysingina verða latin til Danmarkar ella onnur lond at umsita.
Í viðmerkingunum verður sagt, at við hesi skipan verður tryggjað øllum flokkum á tingi fult innlit og ávirkan í fyrireikingararbeiðið til ríkisættarligu broytingarnar. Aftur her kemur til sjóndar ein barnslig váttan um eina falska trygd, tí í lógaruppskotinum stendur ikki eitt orð um, at lansstýrið hevur skyldu til at lata allar upplýsingar sum eru.
Minnilutin hevur ta grundleggjandi fatan, at Føroyar, sum tann fámenta tjóðin hon er, hevur bestar møguleikar fyri at menna seg á øllum økjum undir eini skipan sum henni, vit tey seinastu hálvthundrað árini hava útviklað.
Heinastýrisskipanin hevur víst seg at vera ein rúmligur karmur um menningina av tí føroysku tjóðini.
Hon hevur gjørt tað møguligt fyri okkum føroyingar at røkka fram til eitt slíkt stig á sjálvbjargnisleið, at vit í roynd og veru hava størri ræði og avgerðarmyndugleika yvir okkar egnu viðurskiftum enn naka annað land í Vesturevropa hevur í dag.
Sambandsflokkurin ynskir, sum einasti flokkur á tingi í dag, at Føroyar vera verandi í Ríkisfelagskapi við Danmark, og heldur, at heimastýrislógin, møguliga í endurskoðanum líki, og við henni tryggja vit fólkunum stabil og mannsømilig livikor undir skiftandi búskaparligum viðurskiftum.
Og tað má vera tað, sum til ein hvørja tíð hevur størsta týdning fyri fólkið í landinum.
Stórheitsdreymarnir, minnisvirðiskenslan, sjálvhevjanin og ábyrgdarloysið hjá teimum, sum ganga á odda fyri í óðum verkum at leiða føroyingar út í eitt fullveldislimbus, má ikki sleppa at forða fyri eini tryggari samfelagsmenning, har føroyingar altíð vita, hvar teir flóta.
Føroyska samfelagið í dag hvílir á føstum og royndum grundvølli og ikki á akademiskum teoretiskum eksperimentum.
Stýrisskipanarlógin var ikki nakað fullfíggjað verk, men treingir uttan iva til at verða endurskoðað og broytt.
Skotið verður eisini upp, at nevndin skal gera uppskot til eina føroyska rættarskipan. Tað kunnu bert vera glaðir amatørar, sum seta slíkt uppskot fram, tá hugsað verður um, hvussu illa vit, sum er, eru førir fyri at viðlíkahalda galdandi lógir. So er tað rættiligt fáfongd at hugsa sær, at vit skulu yvirtaka og varðveita dagførda rættargangslóg og allar aðrar lógir, sum skulu vissa okkum rættartrygdina, tá ið vit sigla okkara egna sjógv.
Fyri ikki at tala um útvegan av dómarum við førleika og integriteti til teir tríggjar dómstólarnar.
Í tjúgu ár hevur verið leitað eftir einum evni til at seta sum løgtingsins umboðsmann.
Minnilutin (Alfred Olsen) tekur ikki undir við uppskotinum, men fer seinni at seta fram uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at virka fyri, at føroyingar vera umboðaðir í tí nevndini, sum danir seta í samband við komandi broyting í grundlógini.
2. viðgerð 29. januar 1999. Broytingaruppskot frá meirilutanum í rættarnevndini til § 2 samtykt 19-7-5. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-0-12. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
Á tingfundi 5. februar løgdu tingmenninir Jóannes Eidesgaard, Edmund Joensen, Hans Pauli Strøm og Alfred Olsen fram soljóðandi
B r o y t i n g a r u p p s k o t
§ 2 stk. 1, verður soljóðandi:
" Í grundlógarnevndini sita
Viðmerking:
Tá tað er líkt til, at ein meiriluti fer at samtykkja uppskotið til løgtingslóg
um grundlógarnevnd, so vilja uppskotsstillararnir mæla til, at teir stóru flokkarnir á
tingi fáa hvør sínar tveir limir í nevndina, meðan teir smáu fáa hvør sín.
Hetta vil styrkja um leiklutin hjá andstøðuni í grundlógarnevndini, umframt at parlamentariska umboðanin sum heild styrknar.
3. viðgerð 5. februar 1999. Broytingaruppskot frá tingmonnunum Jóannes Eidesgaard, Edmund Joensen, Hans Paula Strøm og Alfred Olsen til § 2 samtykt 14-1-12. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 15-0-12. Málið avgreitt.
Ll. nr. 10/1999 frá 11/2-1999
J.nr. 101-3/98