75 Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om luftfart"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð

Ár 2009, 11. februar, legði Johan Dahl, landsstýrismaður, fram soljóðandi

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om luftfart” 

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1)

 

”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om luftfart” 

 

Viðmerkingar til uppskotið

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

 

1.      Endamálið við fyriskipanini.

Loftferðsla er danskt málsøki, og donsk loftferðslulóg er við kongligari fyriskipan sett í gildi fyri Føroyar. Endamálið við hesum uppskoti til ríkislógartilmæli er at dagføra donsku loftferðslulógina, ið er galdandi fyri Føroyar, soleiðis at broytingar frá 1990 og fram til í dag, umframt reglur gjørdar við heimild í lógini, verða galdandi fyri Føroyar, við tillagingum til serlig føroysk viðurskifti.

Loftferðsla er í stóran mun millumlandaferðsla, og lógarkarmarnir, ið regulera loftferðsluna hjá einstøkum londum, samsvara í stóran mun við altjóða reglur, standardir og tilmæli. Millum annað av hesi orsøk er tað týdningarmikið, at vit í Føroyum hava dagførdar reglur á loftferðsluøkinum.

Harafturat eru ávís ítøkilig mál, sum gera, at tørvur er á eini dagføring av loftferðslulógini í Føroyum.

Tann 1. mai 2007 yvirtóku føroyskir myndugleikar Vága Floghavn frá donsku loftferðslumyndugleikunum. Innan eitt nú trygdarviðurskifti á Vága Floghavn er neyðugt at hava dagførdar reglur. Tá Statens Luftfartsvæsen (SLV) hevði raksturin av Vága Floghavn um hendi, kundi SLV geva tænastuboð um, at ávís trygdarkrøv skuldu lúkast á flogvøllinum, hóast loftferðslulógin ikki var dagførd í Føroyum. Hetta er ikki longur ein møguleiki, nú Føroya landsstýri eigur Vága Floghavn.

Eisini arbeiðir landsstýrið í løtuni við at fáa ECAA-sáttmálan at umfata Føroyar. (ECAA stendur fyri European Common Aviation Area). Um Føroyar verða umfataðar av ECAA-sáttmálanum, kunnu føroysk flogfeløg - uttan serstakar avtalur - flúgva millum allar destinasjónir í teimum londunum, sum eru umfatað av ECAA. Í hesum sambandi skulu Føroyar binda seg til at seta ymsar ES-reglur í gildi fyri Føroyar. Hesar reglur eru í gildi fyri Danmark, m.a. umvegis  loftferðslulógina; nevnast kunnu “Statens Luftfartsvæsens bekendtgørelse nr. 979 af 28. september 2004 om politiets godkendelse af personer, der får adgangshjemmel til flyvepladsens afspærrede område” og “Bekendtgørelse nr. 918 af 18. november 2003 om arbejdsmiljøforhold for besætningsmedlemmer under tjeneste på luftfartøj og for deres arbejdsgivere”. Dagføringin av loftferðslulógini og reglum gjørdar við heimild í lógini er sostatt ein av fortreytunum fyri føroyskum ECAA-limaskapi.

Tað er eisini viðkomandi fyri hesa dagføring, at sitandi landsstýri í samgonguskjalinum hevur sett sær fyri at yvirtaka loftferðslumyndugleikan sum føroyskt málsøki. Sambært heimastýrislógini verða allar lógarreglur á einum yvirtiknum málsøki verandi í gildi í Føroyum eftir yvirtøkuna. Hetta uppskot til dagføring av loftferðslulógini fer tí at lætta um yvirtøkuna av loftferðslumyndugleikanum, til eitt uppskot til føroyska loftferðslulóg er orðað.

Galdandi og komandi fyriskipan um ígildisetan av donsku loftferðslulógini fyri Føroyar regulerar virksemið hjá einum týðandi sektori í føroyska samfelagnum. Serliga kann nevnast virksemið hjá  Atlantic Airways og Vága Floghavn.

 

Um Løgtingið samtykkir hetta ríkislógartilmæli í apríl 2009, kann fyriskipanin koma í gildi í mai 2009. 

Høvuðsbroytingarnar, sum ætlanin er at seta í gildi fyri Føroyar, eru hesar:

 

Í “Kapitel 2 Registrering, nationalitet og mærkning” eru reglurnar í § 7, sum áseta, nær eitt loftfar kann verða skrásett í Danmark, víðkaðar m.a. soleiðis, at borgarar og feløg í ES ella EBS kunnu skráseta loftfør í Danmark. Føroysk loftfør eru skrásett í  donsku loftfaraskrásetingini.

 

Í “Kapitel 3 Luftdygtighed” er skoytt upp í § 23 ein skylda hjá eigara ella brúkara av einum loftfari eftir áheitan at lata SLV tær upplýsingar, sum eru neyðugar til tess at kunna fremja eftirlit við einum loftfari. Í § 26 er komið afturat, at eitt “luftdygtighedsbevis” (en. Certificate of Airworthiness) gerst ógildugt, um loftfarið ikki er tryggjað eftir galdandi reglum.

 

Í “Kapitel 4 Luftfartøjets bemanding” er í § 32 ásett ein skylda hjá eigara ella brúkara av einum loftfari eftir áheitan frá SLV at upplýsa, hvør ið hevur ført loftfarið eina ávísa tíð. Í § 35 er sertifikatið, ið krevst til at gera tænastu á loftfari, broytt frá at vera tíðaravmarkað til ikki at vera tíðaravmarkað.

 

Í “Kapitel 4 A Arbejdsmiljø under tjeneste på luftfartøj er í § 40 g komin áseting, ið heimiðlar danska ráðharranum at áseta reglur um útbúgving av limunum í lógarkravdu trygdarnevndini í fyritøkum, sum hava starvsfólk, ið gera tænastu á loftførum.

 

Í “Kapitel 5 Luftfartøjschefen og tjenesten om bord” er í § 50 loyvda alkoholinnihaldið í blóðinum á persónum, ið gera tænastu á loftførum, lækkað úr 0,4 niður í 0,2 promillu.

 

Í “Kapitel 6 Flyvepladser og andre luftfartsanlæg. Almindelige bestemmelser ” er í § 55 ásett, at loyvi krevst frá Føroya landsstýri til at byggja, reka og broyta flogvøllir í Føroyum, ið kunnu nýtast av almenninginum. Í § 57 er sett inn ein røð av serligum loyvistreytum, ið kunnu setast feløgum, sum reka flogvøllir, sum hava alstóran týdning fyri Danmarkar innanhýsis

og altjóða samferðslu. Sí serligu viðmerkingina til § 57, stk. 2 niðanfyri.

 

Í “Kapitel 6 Flyvepladser og andre luftfartsanlæg. Øvrige bestemmelser” eru komnar nýggjar ásetingar um trygd á flogvøllum. § 70 gevur danska flutningsmálaráðharranum heimild at áseta reglur um, at bert persónar, ið eru góðkendir av løgregluni, kunnu fáa generella atgongd til avgyrda økið á einum flogvølli. Slíkar reglur eru settar í gildi í Danmark, og ætlanin er, at tær skulu setast í gildi fyri Føroyar eisini. § 70a sigur, at danski flutningsmálaráðharrin, eftir samráðingar við danska løgmálaráðharran, ger ásetingar um trygdarætlanir hjá flogvøllum og flogfeløgum og um fyriskipanir til fyribyrging av brotsgerðum ímóti loftferðslutrygdini. Eisini kann ráðharrin gera ásetingar um avgreiðslu av farmi og øðrum, ið skal flytast loftvegis, og um trygdargóðkenning av veitarum hjá flogfeløgum.

 

Í “Kapitel 7 Tilladelse til luftfartsvirksomhed” eru komnar nýggjar reglur um, nær loftferðsla, sum goldið verður fyri, kann rekast uttan loyvi, og um krøv til fyritøkur, ið sjálvar flyta síni starvsfólk loftvegis.

 

Í “Kapitel 8 Bestemmelser om lufttrafik m.v.” er komin § 89 a, sum gevur flutningsmálaráðharranum og føroyska landsstýrinum heimild at krevja at fáa hagtøl um reglusemi, flúgvitíð, lendingarviðurskifti o. tíl. frá millum annað flogvøllum og flogfeløgum.

§ 89 b gevur danska flutningsmálaráðharranum heimild at áseta reglur um, at fyritøkur og starvsfólk innan flogferðslu skulu  boða frá óregluligum viðurskiftum, sum hava týdning fyri flogtrygdina.

 

Í “Kapitel 9 Befordring med luftfartøj” er gjørd ein røð av broytingum, eitt nú nýggjar reglur um flutning av ferðafólki, viðføri og farmi, sum byggja á altjóða sáttmálar. Í hesum kapitli verður víst til fylgiskjølini (bilag) til fyriskipanina.

 

Í “Kapitel 10 Erstatning for skade” er í § 130 a ásett heimild hjá danska flutningsmálaráðharranum at áseta reglur um, at tann, ið eigur eitt loftfar, skal hava trygging ímóti skaðum á ferðafólk, og um hvussu stór tryggingin skal vera.

 

Í “Kapitel 11 Flyveulykker” eru reglurnar í § 137 fyri hvør, ið hevur fráboðanarskyldu í sambandi við flogvanlukkur og floghendingar, víðkaðar til m.a. eisini at umfata flúgvileiðaran.

 

Í “Kapitel 12 Forskellige bestemmelser” er komin nýggj grein, § 146a, har tað er ásett, at loyvi til flogvøll ella flogferðslu kann verða noktað, um umsøkjarin hevur ávísa skuld til tað almenna, og at eitt loyvi kann verða tikið aftur av somu orsøk. Í § 148 eru sett inn gjøld fyri ymisk “luftdygtighedsbevis” og eftirlit.

 

”Kapitel 12 a Passager oplysninger” er nýggjur kapittul, sum inniheldur § 148a, ið ásetur skyldu hjá flogfeløgum at skráseta og goyma í eitt ár upplýsingar um ferðafólk og flogmanning á loftførum, sum koma til ella fara úr danska ríkinum, og at lata Politiets Efterretningstjeneste hesar upplýsingar í sambandi við fyribyrging og kanning av yvirgangi. Danski flutningsmálaráðharrin kann, eftir samráðingar við løgmálaráðharran, gera nærri reglur um hesi viðurskifti, og kann á sama hátt gera nærri reglur fyri atgongdina hjá Politiets Efterretningstjeneste til bíleggingarskipanirnar hjá flogfeløgum.

 

Í “Kapitel 13 Straffebestemmelser” eru gjørdar fleiri broytingar. Revsiramma er ásett fyri ávís brot, har eingin revsiramma var áðrenn. Í § 150 er m.a. lagt afturat, at rætturin at gera tænastu á loftfari kann verða tikin aftur, um viðkomandi hevur, ella hevur roynt, at flogið uttan neyðugt loyvi til flúgvingina, ella um týðandi treytir fyri loyvinum eru settar til viks. Nýggja § 150e ásetir, at flutningsmálaráðharrin hevur eftirlit við, at ásetingarnar í lógini og í reglum, gjørdar við heimild í lógini verða hildnar, og at ráðharrin og aðrir eftirlitsmyndugleikar hava atgongd til m.a. loftfør, flogvallarøki, fyritøkur, viðkomandi skjøl og roknskapir í sambandi við eftirlit.

 

Í “Kapitel 14 Gennemførelsesbestemmelser” er komið afturat, at danski ráðharrin kann lata avgerðarheimildirnar hjá sær ella SLV til aðrar myndugleikar, privatar organisasjónir ella onnur sakkøn. Tá ein tílík delegasjón viðvíkur føroyskum viðurskiftum, skal samráðast við Føroya landsstýri. Eisini hevur ráðharrin fingið heimild at gera reglur um kæruatgongd.

 

Umframt omanfyri nevndu broytingar eru smærri broytingar og tillagingar gjørdar í donsku loftferðslulógini, síðani hon seinast varð dagførd í Føroyum í 1990. 

 

2.      Ummæli

Vinnumálaráðið hevur sent uppskotið til fyriskipan til hoyringar hjá Vága Floghavn og Atlantic Airways.

Vága Floghavn hevði viðmerkingar og spurningar um: flogvallarloyvi; um hvørt tað er galdandi fyri Føroyar, at ein flogvøllur skal rekast sum eitt ES- ella eitt EBS-felag; um ognartøku av lendi til trygdarhegn kring flogvøllin; um innflúgvingarætlan; um trygdarætlan; um flogvallargjøld; um hagtøl, alarmeringsætlan, fráboðan av hendingum og eftirlit við flogvøllinum; um hvussu ymiskar uppgávur á flogvølli og/ella flogførum skulu fremjast; um skilhaldsreglugerð fyri flogvøllir; og um atgonguheimild til avgyrda økið á flogvøllinum.

Vinnumálaráðið viðgjørdi viðmerkingarnar frá Vága Floghavn. Nakrar av teimum vórðu sendar við viðmerkingunum hjá Vinnumálaráðnum til Trafik- og energiministeriet (í dag: Transportministeriet) sum partur av viðmerkingunum hjá landsstýrinum.

Viðmerkingarnar hjá Vinnumálaráðnum snúðu seg um, hvar ognartøkuheimildin til flogvallarendamál liggur (hesin spurningur er nú avkláraður); um at áseta í loftferðslulógini, at føroyskir myndugleikar kunnu áseta flogvallargjøld í Føroyum; og um tilvísingar til einstakar ES-reglur í uppskotinum. (Hesar tilvísingar eru nú strikaðar.)

Ongar viðmerkingar komu frá Atlantic Airways til uppskotið.

Uppskotið er eisini sent til viðmerkingar hjá samgongutingmonnunum, umvegis samgonguflokkarnar. Fólkaflokkurin hevði onga viðmerking. Javnaðarflokkurin svaraði, at flokkurin tók undir við uppskotinum. Sambandsflokkurin hevði onga viðmerking.

 

Kap. 2: Avleiðingarnar av uppskotinum

 

Uppskotið fer ikki at hava fíggjarligar avleiðingar fyri nakrar partar av føroyska samfelagnum.

 

Uppskotið fer at hava ávísar umsitingarligar avleiðingar fyri almennu fyrisitingina, fyri P/f Vága Floghavn og P/f Atlantic Airways. Sí listan við høvuðsbroytingum omanfyri.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

Nei

Nei

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Donsku lógirnar, ið innihalda broytingar, sum ætlanin er at seta í gildi fyri Føroyar við hjálagda uppskoti til kongliga fyriskipan, eru hesar: L 429/1990, L 1087/1992, L 382/1996, L 385/1996, L 328/1997, L1114/1997, L 346/2000, L 340/2001, L 1074/2002, L 323/2004, L 475/2004, L 278/2005, L 581/2005, L 538/2006,  L 542/2006, L 242/2007.

 

Nevndu broytingar skulu tulkast sambært viðmerkingunum (teimum almennu og teimum serligu) til upprunauppskotini til omanfyri nevndu lógir. Í tveimum førum skulu ásetingar tulkast sambært viðmerkingum til broytingaruppskot í nevndarálitum.

 

Upprunauppskotini við viðmerkingum, umframt viðkomandi nevndarálit við broytingaruppskotum við viðmerkingum, eru hjáløgd hesum ríkislógartilmæli sum skjal 2 – 19. Í onkrum førum, har talan um broytingarlóg til eina røð av fólkatingslógum, eru einans hjáløgd uppskot til lógargreinar, sum snúgva seg um loftferðslulógina við viðmerkingum. Tað kemur fyri, at ein áseting er broytt meira enn eina ferð. Tá eru tað viðmerkingarnar til tær seinastu broytingarnar, sum eru viðkomandi.

 

Afturat viðmerkingunum til omanfyri nevndu donsku broytingarlógir verða niðanfyri gjørdar einstakar aðrar serligar viðmerkingar:

 

Til § 57, stk. 2

Her er ein røð av serligum loyvistreytum, ið kunnu setast feløgum, sum reka flogvøllir, ið hava alstóran týdning fyri Danmark innanhýsis og altjóða samferðslu. Feløg, sum reka flogvøllir í Føroyum, koma ikki undir hesar ásetingar. Tað er Føroya landsstýri, sum letur loyvi at byggja, reka og broyta flogvøllir í Føroyar, og sambært avtaluni millum donsku stjórnina og Føroya landsstýri um yvirtøku av Vága floghavn hava føroyskir myndugleikar yvirtikið ábyrgdina, sum danskir myndugleikar høvdu frammanundan, fyri at treytirnar fyri rímiligum flutningsmøguleikum til og úr Føroyum, herundir ein floghavn, eru til staðar.

Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið, ið broytti § 57, stk. 2 í loftferðslulógini (L 278/2005), er endamálið við ásetingunum at broyta reguleringina av Københavns Lufthavne A/S.

 

Til § 71, stk. 4

Sum nevnt, regulerar loftferðslulógin virksemi, sum í stóran mun fer um landamørk. Tískil kemur fyri, at reglur, ið ikki eru settar í gildi fyri Føroyar, men sum føroyskt loftferðsluvirksemi uttanlands er umfatað av, verða nevndar í lógini. Í § 71, stk. 4 verður víst til  “Multilateral Agreement Relating to Route Charges”, sum er ein avtala um gjøld og innkrevjan av gjøldum fyri tænastur á farleiðum í loftrúmum í Evropa.

 

Til § 89b, stk. 2

Víst verður til §§ 152 og 152 a-e í revsilógini (straffeloven). Tilvísingin er til ta í Føroyum galdandi revsilóg. Soleiðis er eisini viðvíkjandi øllum øðrum tilvísingum til revsilógina í uppskotinum til kongliga fyriskipan.

 

Til § 119f, stk. 2

Víst verður til kapittul 23 í rættargangslógini (retsplejeloven). Tilvísingin er til ta í Føroyum galdandi rættargangslóg. Soleiðis er eisini viðvíkjandi øllum øðrum tilvísingum til rættargangslógina í uppskotinum til kongliga fyriskipan.

 

Til § 90

§ 90 er partur av kapittli 9, sum snýr seg um vinnuligan flutning við loftfari av ferðafólki, viðføri og  farmi.

Stk. 1, nr. 2 og stk. 3 vísa til Montrealsáttmálan frá 1999, og stk. 1, nr. 3 vísir til Warszawa-sáttmálan frá 1929. Hesir sáttmálar hava báðir til endamáls at gera reglurnar um loftvegis flutning hjá londunum, ið eru umfatað av sáttmálunum, meira einsháttaðar. Montrealsáttmálin hevur nýggjar reglur fyri flogfeløg um ábyrgd og endurgjald, ið gera, at ferðafólk skjótari kunnu fáa endurgjald eftir skaðatilburðir ella deyða. Eisini hevur Montrealsáttmálin nýggjar ásetingar um endurgjald fyri burturblivið viðføri og krav um, at flogfeløg skulu hava endurgjaldstrygging. Føroyar eru umfataðar av Warszawasáttmálanum, men ikki av Montrealsáttmálanum, tí Danmark hevur tikið fyrivarni fyri Føroyar. Vinnumálaráðið hevur í tí sambandi vent sær til føroyska Uttanríkisráðið um at fáa Montrealsáttmálan at galda fyri Føroyar.

Stk. 2 vísir til grein 57 í Montrealsáttmálanum, ið snýr seg um, at statir, ið eru partar í sáttmálanum, kunnu boða frá, at sáttmálin ikki skal galda fyri statsflúgving. Privat flogfeløg kunnu eitt nú flyta herfólk fyri statin. Sambært Statens Luftfartsvæsen er tað ikki komið fyri, at grein 57 er brúkt í tí sambandi.

 

Til § 90 a

Í stk. 1 verður víst til ”Bilag 1” í uppskotinum til fyriskipan. Bilag 1 er galdandi fyri flutning við loftførum millum Danmark og lond, ið ikki hava sett í gildi Montrealsáttmálan, men Warszawasáttmálan. Við ”Danmark” verður meint kongaríkið Danmark, t.v.s. íroknað Føroyar (og Grønland).

Stk. 2 ásetir undantak frá stk. 1.

 

Til § 90 b

Víst verður til ”bilag 2”. Flutningur við loftførum hjá føroyska flogfelagnum kemur undir ásetingarnar í ”Bilag 2”.

 

Til § 158

Ásett er, at tær forskriftir, ið eru gjørdar við heimild í donsku loftferðslulógini og settar í gildi í Føroyum, framhaldandi vera galdandi.

 

Til Bilag 2 og 2A

Reglurnar í hesum fylgiskjølum til fyriskipanina byggja á Montrealsáttmálan. 

 

Skjøl

 

Skjal 1: “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om luftfart”

Skjal 2: “Forslag til Lov om ændring af lov om luftfart”, lagt fram 7. mars 1990 (L 429/1990)

Skjal 3: “Forslag til Lov om ændring af lov om luftfart”, lagt fram 28. okt. 1992 (L 1087/1992)

Skjal 4: “Forslag til Lov om ændring af konkursloven og visse andre love”, lagt fram 22. nov 1995 (L 382/1996)

Skjal 5: “Forslag til Lov om ændring af retsplejeloven, konkursloven, tinglysningsloven, lov om ægteskabets retsvirkninger samt forskellige andre love”, lagt fram 8. des. 1995 (L 385/1996)

Skjal 6: “Forslag til Lov om ændring af lov om luftfart”, lagt fram 22. jan. 1997 (L 328/1997)

Skjal 7: “Forslag til lov om ændring af lov om luftfart. (Promillegrænse og ændring vedrørende Eurokontrolkonvention)” (L1114/1997)

Skjal 8: ”Forslag til Lov om ændring af lov om luftfart (Firmaflyvning, flyvepladser i Grønland m.v.)  lagt fram 27. okt. 1999 (L 346/2000)

Skjal 9: “Betænkning over Forslag til Lov om ændring af lov om luftfart (Firmaflyvning, flyvepladser i Grønland m.v.), latið 6. apríl 2000.

Skjal 10: “Forslag til Lov om ændring af lov om luftfart (Obligatorisk rapporteringssystem m.v.)”, lagt fram 7. des. 2000 (L 340/2001)

Skjal 11: “Betænkning over Forslag til Lov om ændring af lov om luftfart (Obligatorisk rapporteringssystem m.v.)”, latið 22. mars 2001.

Skjal 12: “Forslag til Lov om ændring af lov om luftfart (Montreal-konventionen m.v.”, lagt fram 3. okt 2002 (L 1074/2002)

Skjal 13: “Forslag til Lov om ændring af lov om jernbanevirksomhed m.v., lov om luftfart og ophævelse af lov om jernbanesikkerhed m.v.”, lagt fram 10. des. 2003 (L 323/2004)

Skjal 14: “Forslag til Lov om ændring af lov om luftfart (Betaling for offentlige forretninger og tilsynsvirksomhed m.v.)” lagt fram 23. mars 2004 (L 475/2004)

Skjal 15: “Forslag til Lov om ændring af lov om Københavns Lufthavne A/S og lov om luftfart”, lagt fram 23. feb. 2005 (L 278/2005)

Skjal 16: “Forslag til Lov om ændring af lov om kystbeskyttelse, forskellige love om digeanlæg, lov om havne, lov om luftfart og lov om færgefart”, lagt fram 24. feb. 2005  (L 581/2005)

Skjal 17: “Forslag til Lov om ændring af retsplejeloven og forskellige andre love”, lagt fram 1. mars 2006 (L 538/2006)

Skjal 18: “Forslag til Lov om ændring af straffeloven, retsplejeloven og forskellige andre love”, lagt fram 31. mars 2006 (L 542/2006)

Skjal 19: “Forslag til Lov om ændring af lov om luftfart (Lufthavnstakster, tilsyn, ...)”, lagt fram 5. okt. 2006 (L 242/2007)

Skjal 20: Warszawasáttmálin frá 1929.

Skjal 21: Montreal-protokollin frá 1975 um broyting av Warszawasáttmálanum. 

1. viðgerð 18. februar 2009. Málið beint í Vinnunevndina