105 Uppskot til  løgtingslóg um spreingievni og spreingiarbeiði v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 2. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um spreingievni og spreingiarbeiði v.m.

 

 

Kapittul  1

 

Øki

§  1.  Lógin fevnir um spreingievni, kveikitráð, perlur o.l., sum verður:

1)      innflutt,  handfarið á landi, nýtt í samband við spreingiarbeiði,   goymt á goymslu   og burturbeint,

2)      marknaðarført og selt v.m.,

Stk. 2. Lógin fevnir eisini um:

1)       framleiðslu av spreingievni á spreingistaði ella øðrum staði,

2)      tól og útbúnað at nýta í samband við spreingiarbeiði,

3)      maskinur, amboð og annan útbúnað at nýta til framleiðslu av spreingievni v.m. og

4)      spreingiarbeiði.

Stk.  3.  Lógin fevnir ikki um:

1)      fýrverkark (pyrotekniskar vørur)

2)      lóður til skotvápn

3)      flutning av spreingievni við flogførum

 

Kapittul 2

 

Innflutningur, framleiðsla, handfaring, marknaðarføring og søla

§  2.  Ikki er loyvt at innflyta, framleiða, handfara, marknaðarføra ella selja spreingievni, perlur, kveikitráð og útbúnað v.m., sum skal nýtast í samband við framleiðslu av spreingievni, útinnan av spreingiarbeiði v.m., sum ikki lýkur ásetingarnar í § 7.

 

§  3. Innflutningur av spreingievni og útbúnaði v.m kann bert fara fram við loyvi frá Arbeiðseftirlitinum.

Stk. 2.  Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um oyðubløð og nýtslu av teimum í samband við innflutning av spreingievni v.m.

 

§  4. Framleiðsla av spreingievni kann bert fara fram við loyvi frá Arbeiðseftirlitinum.

Stk. 2.  Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð treytirnar fyri at framleiða spreingievni.

 

§  5.  Handfaring av spreingievni og útinnan av spreingiarbeiði kann bert fara fram við loyvi frá Arbeiðseftirlitinum.

Stk.  2.  Til tess at fáa loyvi eftir stk. 1, skal umsøkjarin lúka treytirnar í § 17.

Stk.  3.  Loyvi eftir stk. 1 hevur gildi í mesta lagi í fimm ár frá dagfestingini av loyvinum.

Stk.  4.  Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð treytirnar fyri at fáa loyvi og treytirnar fyri endurnýggjan av loyvinum, harímillum serligar reglur fyri fólk, sum hava útlendsk spreingiloyvi.

§  6.  Marknaðarføring, keyp ella søla av spreingievni v.m. og útbúnaði, kann bert fara fram við loyvi frá Arbeiðseftirlitinum.

Stk. 2.  Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um tær treytir, sum keyparin skal lúka.

Stk.  3.  Seljari av spreingievni skal hvønn mánað geva Arbeiðseftirlitinum upplýsingar um slag og nøgd av spreingievni v.m., ið er selt.

Kapittul  3

 

Spreingievni og spreingiútbúnaður

§  7.  Spreingievni og spreingiútbúnaður v.m. sambært § 2 skulu vera tilgjørd, framleidd, útgjørd og røkt á ein tílíkan hátt, at tey eru trygg at handfara og nýta.

Stk.  2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um spreingievni og útbúnað v.m., harímillum at góðkenna spreingievni og útbúnaðin og um krøv fyri góðkenningini. Eisini kann landsstýrismaðurin áseta reglur um marknaðarføring, útlán og útleigu.

Stk. 3.  Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta, at spreingievni, útbúnaður v.m. skulu vera CE-merkt og skulu lúka tey krøv, sum eru ásett í viðkomandi ES Fyriskipan.

 

§  8.  Spreingievni, sum verða innflutt ella framleidd í Føroyum, og sum ikki hava tey í § 3, stk. 1, § 4, stk.1 og § 6, stk. 1 nevndu loyvi, leggur Arbeiðseftirlitið hald á.

Stk.  2. Spreingievni, sum verður funnið uttan eftirlit, ella sum er undir eftirliti av persóni, sum ikki hevur neyðug loyvi, leggur Arbeiðseftirlitið hald á.

 

Kapittul  4

 

Flutningur, goymsla og burturbeining

§  9.  Flutningur av spreingievni v.m. á landi skal leggjast soleiðis til rættis, at flutningurin kann fara fram á tryggan hátt.

Stk.  2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um flutningin, har ímillum hvussu spreingievni verður støðað á flutningsfari og treytir fyri flutningi v.m.

 

§  10.  Løgreglan kann gera fyriskipanir til tess at tryggja, at flutningurin av spreingievni v.m. fer fram undir tryggum viðurskiftum.

Stk.  2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, har tað verður mett neyðugt við atliti til trygdina, at flutningurin av spreingievni skal fara fram eftir viðkomandi altjóða flutningsreglum fyri vandamiklum góðsi.   

 

§ 11.  Goymslur til spreingievni skulu vera góðkendar av Arbeiðseftirlitinum.

Stk.  2.  Burturbeining av spreingievni skal fara fram á tryggan hátt.

Stk.  3.  Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um goymslur til spreingievni v.m., har ímillum reglur um bólking av spreingievni og krøv til umsjón við goymslum og um burturbeining av spreingievni v.m.

 

Kapittul  5

 

Spreingiarbeiði

§  12.  Útgerð og annar útbúnaður at nýta í sambandi við spreingiarbeiði skal verða kannaður av eigaranum og spreingimeistaranum hvørja ferð, hesi verða nýtt.

 

§  13.  Spreingiarbeiði skal fara fram undir leiðslu av einum spreingimeistara.

Stk.  2.  Spreingimeistarin skal tryggja, at spreingiarbeiðið verður útint á tryggan hátt, eftir ásetingunum í hesi lóg ella eftir ásetingum, givnar við heimild í hesi lóg.

Stk.  3.  Spreingimeistarin skal vera á staðnum, meðan gjørt verður klárt til spreinging og meðan sprongt verður. Eftir spreinging skal spreingimeistarin tryggja, at allar løðingar eru brostnar.

Stk.  4.  Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um skyldurnar hjá spreingimeistara og um fyriskipan av spreingiarbeiði.

 

§  14.  Tá sprongt verður undir vatni ella tá sprongt verður í samband við vísindaligar kanningar, skal arbeiðið fara fram eftir skrivligari arbeiðslýsing. 

 

Kapittul  6

 

Eftirlit og góðkenning

§  15.  Arbeiðseftirlitið hevur eftirlit við, at ásetingarnar í hesi lóg verða hildnar, og kann krevja, at viðurskifti, sum eru í stríð við ásetingarnar, ella ásetingar, givnar við heimild í hesi lóg, skulu fáast í rættlag beinanvegin ella innan eina av Arbeiðseftirlitinum givnari, freist.

Stk.  2.  Arbeiðseftirlitið kann góðkenna onnur serkøn virki til at gera royndir og hava eftirlit við tí í § 2 nevnda útbúnaði.

 

Kapittul  7

 

Afturtøka

§  16. Loyvi, givið sambært § 3, stk. 1, § 4, stk. 1, § 5, stk. 1 og § 6, stk. 1, kann Arbeiðseftirlitið taka aftur,  um treytirnar í givna loyvinum ikki verða hildnar, um fortreytirnar fyri loyvinum ikki longur  eru til staðar, ella um loyvishavari ikki hevur fylgt ásetingunum í hesi lóg.

Stk.   2.  Tey í stk. 1 nevndu loyvi kunnu verða tikin aftur fyribils ella endaligt. Við avgerðini um at taka loyvi skal fylgja kunning um rættin hjá viðkomandi persóni at fáa afturtøkuna roynda í rættinum og um freist fyri hesum sbrt. stk. 3

Stk.  3.  Tann, sum fær loyvi tikið aftur, kann krevja, at afturtøkan verður løgd fyri rættin til avgerðar. Áheitan um hetta skal fráboðast Arbeiðseftirlitinum innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina at taka loyvi.

Stk.  4.  Tá tann, sum fær loyvi tikið aftur, krevur, at afturtøkan verður løgd fyri rættin til avgerðar, skal Arbeiðseftirlitið leggja sakarmál móti viðkomandi.

Stk.  5.  Áheitan um at leggja avgerð sbrt. stk. 3 fyri rættin, hevur steðgandi virknað.

Stk.  6.  Arbeiðseftirlitið kann, nær tað skal vera, lata loyvi sbrt. stk. 1 aftur, tá umstøðurnar fyri at taka loyvi, ikki longur eru til staðar. 

 

Kapittul  8

 

Loyvi, útbúgving, gjøld og kæra

§  17.  Fyri at fáa tey í § 3, stk. 1, § 4, stk. 1, § 5, stk. 1 og § 6, stk. 1 nevndu loyvi krevst, at umsøkjarin hevur nøktandi kunnleika um spreingievni og kunnleika til at útinna spreingiarbeiði.

Stk.  2.  Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð treytirnar fyri ástøðiligari og verkligari frálæru og eftiransandi roynd fyri at fáa tey í stk. 1 nevndu loyvi.

 

§  18.  Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um, at Arbeiðseftirlitið kann taka gjald fyri at skriva tey í § 17, stk. 1 nevndu loyvi og fyri at góðkenna goymslur eftir § 11 stk. 1 og serkøn virki eftir § 15, stk. 2.

 

§  19.  Avgerðir, sum Arbeiðseftirlitið tekur, kunnu kærast til landsstýrismannin innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina.

Stk. 2. Kæra er steðgandi, til kærumyndugleikin hevur tikið avgerð í málinum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð leggja kærumyndugleikan eftir stk. 1 til annan fyrisitingarligan myndugleika og kann samstundis áseta, at avgerðir hjá kærumyndugleikanum ikki kunnu kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

 

Kapittul 9

 

Revsing, skiftisreglur og gildiskoma

§  20. Um ikki strangari revsing er ásett í aðrari lóggávu, verður tann revsaður við bót, hefti ella fongsli í upp til 1 ár, sum:

1)      fremur brot á § 2, § 3, stk. 1, § 4, stk. 1, § 5, stk. 1, § 6, stk. 1 og 3, § 7, stk. 1, § 9, stk. 1, § 11, stk. 1 og 2, § 12, § 13, stk. 1-3 og § 14,

2)      ikki fylgir boðum, givin sambært § 15, stk. 1,

3)      ikki fylgir boðum, givin sambært §  10.

Stk. 2.  Revsingin kann verða økt til hefti ella fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt við vilja ella grovum ósketni.

Stk.  3.  Tá revsing sambært stk. 1 og 2 skal ásetast, verður tað mett sum serliga herðandi umstøður:

1)      um brotið hevur havt við sær skaða á lív ella heilsu hjá persóni, ella um vandi hevur verið fyri hesum,

2)       um brotið hevur havt við sær skaða á lív ella heilsu hjá ungum undir 18 ár, ella um vandi hevur verið fyri hesum,

Stk. 4. Feløg o.o. (løgfrøðiligir persónar) koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.

 

§ 21.  Revsing við bót og hefti kann ásetast í reglum, sum verða ásettar við heimild í lógini.

 

§ 22.  Fyri brot á § 13, stk. 1-3 kann spreingimeistarin verða sektaður við bót, sjálvt um brotið ikki kann roknast framt við vilja ella av ósketni. Umskiftingarrevsing kann ikki verða ásett.

 

§ 23.  Verður spreingimeistari dømdur sekur í at hava ábyrgdina fyri skaða á persónar í sambandi við útinnan av spreingiarbeiði, kann loyvi eftir § 5, stk. 1, um talan er um herðandi umstøður, verða frádømt fyri ávíst tíðarskeið, sum ikki má verða longri enn 5 ár, ella endaligt.

Stk. 2. Loyvi kann verða frádømt, um spreingimeistari av nýggjum fremur brot á ásetingarnar í hesi lóg, ella á ásetingar givnar við heimild í hesi lóg.

Stk.  3.  Er loyvi frádømt longri enn 3 ár, kann spurningurin um at fáa loyvi aftur áðrenn frádømingartíðin er farin, leggjast fyri rættin, tó í fyrsta lagi, tá 3 ár av frádømingartíðini eru farin.

Stk. 4. Rætturin at fáa loyvi aftur, áðrenn frádømingartíðin er farin, kann bert verða givin, tá serligar umstøður gera seg galdandi.

Stk. 5. Mál eftir stk. 3 verða løgd fyri rættin eftir reglunum í § 78, stk. 3 í revsilógini.

 

§ 24.  Málini verða viðgjørd sum politimál. Tey rættartiltøk, ið eru nevnd í kapittul 72 og  73 í rættargangslógini, verða brúkt í sama mun sum í statsadvokatmálum.

 

§  25.  Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk.  2. Samstundis fer úr gildi lóg nr. 68 frá 1. april 1912 fyri Føroyar um spreingievni.

Stk. 3.   Tey loyvi, sum eru givin sambært § 1, § 2 og § 5 í tí í stk. 2 nevndu lóg, verða í gildi í 5 ár eftir, at henda lóg kemur í gildi.

Stk.  4.  Reglur, ásettar við heimild í  tí í stk. 2 nevndu lóg, eru galdandi við teimum í hesi lóg fylgjandi broytingum, til tær verða broyttar, settar úr gildi, ella til aðrar reglur, givnar við heimild í hesi lóg, verða settar ístaðin.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Verandi lóg

Tann 1. apríl 1912 kom Lov for Færøerne nr. 68 angående sprængstoffer í gildi, og er lógin síðani broytt við Lov nr. 427 af 15. april 1930 og seinast við løgtingslóg nr. 40 frá 1. juni 1978.

 

Lógin umfatar ásetingar um innflutning av spreingievni til Føroyar, um loyvi at fáa spreingievni í land, framleiðslu av spreingievni í Føroyum, sølu av spreingievni og um at goyma spreingievni.

 

Arbeiðseftirlitið gevur tey ymsu loyvini, meðan tað er løgreglan, sum gevur loyvi til at hava spreingievni um hendi og gevur loyvi til, at spreingievni, sum verður innflutt, kann koma í land. Tað eru sostatt tveir stovnar, sum umsita loyvi í sambandi við spreingievni.

 

Einki er ásett í lógini um, hvussu sjálvt spreingiarbeiðið skal fara fram og ikki eru heldur krøv til tey, sum handfara spreingievni – m.a. um ástøðiligan ella verkligan førleika. Hinvegin er tað í ávísan mun fyri at fáa spreingiloyvi eitt óskrivað krav, at umsøkjarin hevur neyðugan førleika at útinna eina spreinging.

 

Ásetingarnar um revsing í verandi lóg eru ikki egnaðar til viðurskiftini í dag. Harafturat hevur kunngerð nr. 11 frá 30. januar 1980 um goymslur til spreingievni ongar ásetingar um revsing fyri møgulig brot. 

 

Lógin kann ikki brúkast sum heimild fyri kunngerð at skipa ymisk viðurskifti neyvari, sum tørvur er á at kunna gera.

 

Ásannandi, at lógin er ótíðarhóskandi, tá sæð verður til aldur og tær umstøður, sum lógin bleiv til undir, er neyðugt at nýggj lóg á økinum verður fingin, sum er tillagað viðurskiftunum í dag í sambandi við spreingievni og spreingiarbeiði.

 

Tann 21. juni 1993 setti landsstýrið ein arbeiðsbólk við tí arbeiðssetningi at gera uppskot til nýggja lóg um spreingievni. Í arbeiðsbólkinum vóru umboð fyri Landsverkfrøðingin, Brunaumsjón Landsins, løgregluna og Arbeiðseftirlitið.

 

Arbeiðsbólkurin hevur í arbeiði sínum kannað lóggávuna í grannalondum okkara, og av tí skjalatilfari, sum liggur í málinum, sæst, at tað serliga er lógin um spreingievni frá Íslandi, sum arbeiðsbólkurin hevur hildið seg til. Við støði í tí íslendsku lógini hevur arbeiðsbólkurin gjørt eitt uppskot til lóg um spreingievni. Tað uppskotið er ikki viðgjørt av landsstýrinum.

 

Uppskot til nýggja lóg

Uppskotið tleggur upp fyri teimum viðurskiftum, sum eru nevnd omanfyri viðvíkjandi verandi lóg. Endamálið við lógini er partvíst at fáa greiðar reglur í sambandi við spreingievni og spreingiarbeiði, har trygdin er ein týðandi partur, ásannandi at handfaring av spreingievni kann vera vandamikil. Tað hava staðist og standast alsamt skaðar í sambandi við handfaring av spreingievni, ella í sambandi við spreingiarbeiði. Talan er um skaðar upp á persónar eins og skaðar á lutir.  

 

Í øðrum lagi er endamálið við lógini at fáa skipaðar reglar um onnur viðurskifti, m.a. um innflutning, framleiðslu, marknaðarføring, sølu o.l. av spreingievni. Lógin setir krøv til teirra, sum  handfara spreingievni, um ástøðiligan og verkligan førleika, fyri at kunna fáa  loyvi at handfara spreingievni. Eisini eru ásetingar í uppskotinum til lógina um heimild at kunna nýta ES-fyriskipanir og tær reglur, sum harav fylgja, og við tí kunna krevja m.a., at innflutt tilfar, tað veri seg spreingievni ella útbúnaður, er CE-merkt. Við tí fæst besta trygd fyri, at innflutt spreingievni er framleitt eftir europeiskum normum og er kannað og roynt á góðkendum royndarstovum.

 

Uppskotið til løgtingslóg um spreingievni er bygt upp sum ein rammulóg soleiðis, at landsstýrismaðurin fær heimild við kunngerð, at seta nærri reglur fyri tey ymisku økini.

 

Øki lógarinnar er spreingievni at nýta til vinnuligt spreingiarbeiði, og er annað spreingievni sum t.d. fýrverk (pyrotekniskar vørur) t.d. rakettir v.m., lóður til skotvápn o.l. ikki umfatað av uppskotinum. Lógin fevnir somuleiðis sum høvuðsøki um spreingievni og spreingiarbeiði her á landi.

 

Eftir uppskotinum verður alt viðvíkjandi spreingievni og spreingiarbeiði umsitið av Arbeiðseftirlitinum. Løgreglan fær, eftir uppskotinum, ábyrgd av at geva loyvi til farleiðir, sum spreingievni skal flytast eftir og annars viðurskifti í sambandi við flutning av spreingievni.

 

Endamálið at samskipa alla lóggávuna undir Arbeiðseftirlitinum er, at tað av royndum hevur víst seg at vera óheppið, at umsiting av lógini liggur hjá fleiri myndugleikum. Eisini hevur samskipanin undir Arbeiðseftirlitinum tann fyrimun, at vitan tá fæst um øll lið í sambandi við spreingievni og spreingiarbeiði, samanborið við skipanina eftir verandi lóg, har Arbeiðseftirlitið og løgreglan geva loyvir á ymsum økjum.

 

Stuttur samandráttur

Broytingarnar, ið uppskotið hevur við sær, eru samanumtikið hesar:

 

·        At fáa greiðar reglur í sambandi við spreingievni og spreingiarbeiði, har trygdin er ein týðandi táttur

·     At fáa skipaðar reglur um onnur viðurskifti, m.a. um innflutning, framleiðslu, marknaðarføring, sølu o.l. av spreingievni

·        At fáa skipaðar reglur um flutning á vegi, at støða spreingievni á goymslu og at burturbeina ónýtt spreingievni

·       At lógin setir krøv til teirra, sum handfara spreingievni og útinna spreingiarbeiði, m.a. um ástøðiligan og verkligan førleika

·       At ásetingar eru um krøv til spreingievni, sum innflutt verður, at tað er framleitt í samsvari við góðkend europeisk fyrisett mát og er roynt á góðkendari royndarstovu.

 

Hoyring 

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá: 

1. Landfútanum 

2. Skipaeftirlitinum 

3. Vinnuhúsinum

4. Landsverki  

5. Brunaumsjón Landsins

 

Eftir at freistin til hoyring var úti, hevði Vinnumálaráðið fingið svar aftur frá Vinnuhúsinum,   Skipaeftirlitinum, Tilbúgvingarstovninum,  Føroya Landfúta, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum.

 

Í telduposti, dagfestur 22. januar 2007, hevur Vinnuhúsið boðað frá, at tey fingu uppskot til løgtingslóg um spreingievni og spreingiarbeiði til hoyringar og hava tey sent uppskotið út til bólkar, sum standa fyri spreingiarbeiði. Ongar viðmerkingar komu inn, og boðar Vinnuhúsið tí frá, at teir hava ongar viðmerkingar.

 

Skipaeftirlitið hevur í teirra svari víst á, at flutningur av spreingievni umborð á føroyskum skipum er loyst við, at sjóvegis flutningur av vandamiklum farmi – harundir eisini spreingievni – er umfatað av regluverkinum, sum Skipaeftirlitið umsitur.

 

Hesin parturin av uppskotinum er tí tikin burtur. Vinnumálaráðið hevur tí spurt Skipaeftirlitið, hvussu støðan er við boripallum á føroyskum øki. Skipaeftirlitið hevur svarað, at teirra stovnur bert hevur ábyrgd av boripallum undir flutningi (er tá at meta sum “skip”). Liggur boripallur fastur og borar, er tað Innlendismálaráðið,  sum hevur ábyrgdina – í hvussu er viðvíkjandi spurninginum um havumhvørvið. Fyri frálandavinnu á føroyskum øki er løgtingslóg um kolvetni galdandi. Hetta uppskot um løgtingslóg um spreingievni og spreingiarbeiði fevnir tí ikki um spreingievni ella spreingiarbeiði  á boripallum.

 

Tilbúgvingarstovnurin hevur víst á, at tey meta spreingievni umfatað av løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. (hereftir nevnd brunalógin) og tí er partvíst umfatað av málsøki hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Vinnumálaráðið metir ikki, at spreingievnið nevnt í kap. 3 og 6 í brunalógini, sum Tilbúgvingarstovnurin vísir til,  er áseting um eina veruliga lóg um spreingievni og spreingiarbeiði, tí nevndu kapitlar í brunalógini snúgva seg um framleiðslu, viðgerð ella nýtslu av spreingifimum, eldkvæmum ella serliga eldførum løgum, luftevni ella øðrum evni, meðan fyriliggjandi uppskot um spreingievni og spreingiarbeiði er ein dagføring av galdandi lóg á økinum um veruligt spreingievni, sum hetta uppskot er ætlað. Vinnumálaráðið hevur gjørt hetta uppskot til løgtingslóg um spreingievni og spreingiarbeiði - partvíst tí spreingievni sambært fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar og Lov nr. 68 af 01. april 1912 for Færøerne om sprængstoffer, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 1. juni 1978, er umráðið, har landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur fyrisitingarheimildir og partvíst, tí spreingievni verður mett sum sera vandamikið og kann viðvirka til vandastøður, sum hava bráðskund, at skipaðar nútímans reglur verða gjørdar.

 

Viðmerkingarnar frá Føroya Landfúta eru tiknar til eftirtektar og settar inn í uppskotið.

 

Sambandsflokkurin tekur undir við uppskotinum, men mælir til, at ásetingar eisini verða gjørdar viðvíkjandi flutningi av spreingievni ígjøgnum tunlar og við strandfaraskipum. Somuleiðis verður mælt til, at reglur verða gjørdar viðvíkjandi frámerkjum á bilum, ið verða nýttir til flutningin. Viðv. flutningi av spreingievni ígjøgnum tunlar og frámerki á bilum, so er hettar eftir ætlan hjá Vinnumálaráðnum umfatað av § 10, har løgreglan kann gera neyðugar fyriskipanir í sambandi við allan flutning, somuleiðis eru viðurskiftini skipað í “ADR-fyriskipanunum”. Sjóflutningur er, sum fyrr nevnt, ikki umfataður av hesum uppskoti.

 

Javnaðarflokkurin tekur undir við málinum.

 

Fólkaflokkurin heldur, at neyðugt er, at vit fáa nýggja lóg um spreingievni. Fólkaflokkurin fýlist á, at í uppskotinum er í ov nógvum førum ásett, at landsstýrismaðurin ger reglur. Fólkaflokkurin heldur, at fleiri reglur í Løgtingi og færri í kunngerð.

 

Avrit av øllum svarum, viðmerkingum og teldupostum viðvíkjandi uppskotinum, er viðlagt.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

1.      Fíggjarligar avleiðingar

 

A.     Fyri landið

Uppskotið kann væntast at ávirka játtanina til Arbeiðseftirlitið við hálvum til eitt ársverk.

 

B.     Fyri kommunurnar

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar. 

 

C.     Fyri vinnuna

Mett verður, at uppskotið vil hava við sær øktar útreiðslur hjá virkjum, sum útinna spreingiarbeiði, og virkjum, sum innflyta, selja og goyma spreingievni. Hesar útreiðslur standast av øktum trygdarkrøvum og krøvum til ástøðiligan og verkligan førleika.

 

2.      Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki umsitingarligar avleiðingar fyri landið, men fyri Arbeiðseftirlitið sum landsmyndugleika hevur uppskotið økta arbeiðsbyrðu, samsvarandi upp ímóti einum ársverki.

Uppskotið kann hava nakað av umsitingarligum avleiðingum við sær fyri vinnuna, men einki av týdningi.

 

3.      Umhvørvisavleiðingar

Uppskotið kann hava gagnligar avleiðingar við sær fyri umhvørvið.

 

4.      Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

 

5.      Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

6.      Sosialar avtalur

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar

 

Yvirlit yvir avleiðingar

 

 

Fyri

landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

 

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri ávísar

samfelagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

Búskaparligar

avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar

avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar

avleiðingar

Nei

Nei

Ja

Nei

Nei

Avleiðingar í

mun til altjóða

avtalur og

reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar

Avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Endamálið við lógini er at fyribyrgja skaða í sambandi við óætlaða spreinging við atliti til at verja lív, heilsu, umhvørvið og materiel virðir og annars vandastøður yvirhøvur í sambandi við handfaring av spreingievni á ein og hvønn hátt. Lógin umfatar viðurskifti, bæði tá tað snýr seg um innflutning, flutning og handfaring av spreingievni á landi, goymslu o.l. av spreingievni og útinnan av spreingiarbeiði. Ásetingarnar í stk. 1, 1-2 eru ikki tømandi, og eru tí aðrar umstøður, sum ikki eru nevndar har, men sum eru líka vandamiklar, eisini umfataðar av hesi lóg.

 

Lógin umfatar óætlaða spreinging, og er við tað at skilja spreinging, sum ikki er fyriskipað, men har spreingievni kann spreingja av viðurskiftum ella orsøkum, sum koma uttanífrá. Lógin umfatar somuleiðis spreinging, sum er tilætlað  við tí endamáli, at sprongt verður í sambandi við arbeiði í gróti o.l., ella har neyðugt er at nýta spreingievni.

 

Lógin fevnir um spreingievni og spreingiarbeiði, sum fer fram á landi. Fyri flutning av vandamiklum evnum sjóvegis galda serligar ásetingar fyri slíkan flutning, og er hesin flutningur umfataður av ábyrgdarøkinum hjá Skipaeftirlitinum.

 

Spreingiarbeiði í sambandi við kavaraarbeiði  undir vatni og granskingararbeiði, útint av vinnukavarum, er umfatað av løgtingslóg um kavaraarbeiði og kavaraútgerð.

 

Stk. 3 avmarkar økið soleiðis, at lógin ikki umfatar pyrotekniskar vørur t.e. fýrverk, skotvápn og lóður til skotvápn o.l. Lógin umfatar heldur ikki flutning við flogførum, tí á tí økinum er serstøk lóggáva.

 

Til § 2

Ásetingarnar í § 2 um loyvi at innflyta, framleiða, handfara, marknaðarføra ella selja spreingievni og útbúnað v.m. eru treytaðar av, at ásetingarnar í § 7 eru uppfyltar, og verður tí víst til viðmerkingarnar í § 7.

Við framleiðslu av spreingievni sbrt. § 2 er at skilja spreingievni, sum verður blandað oftast á spreingistaðnum ella tætt við og er hetta blanding av olju og ammoniumnitrati sum ískoyti til eina spreinging sbr. § 7.

 

Til § 3

Fyri at kunna innflyta spreingievni, útbúnað v.m skal loyvi fáast frá Arbeiðseftirlitinum til tað. Hetta samsvarar við skipanina, sum er í dag. Oyðubløð at nýta í sambandi við innflutning av spreingievni skulu m.a. fevna um upplýsingar um slag og nøgd av spreingievni, um navn á framleiðara og tí landi, haðani spreingievnið kemur, og um at framleiðslan er góðkend á royndarstovu og lúkar alment góðkend europeisk krøv til tryggleika og góðsku.

 

Til § 4

§ 4 ásetir generellar reglur í sambandi við framleiðslu av spreingievni og er við tað at skilja blanding, sum fer fram í Føroyum, vanliga við spreingistaðið. Framleiðslan er treytað av loyvi frá Arbeiðseftirlitinum.

Stk. 2 heimilar landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um treytirnar fyri at framleiða spreingievni, og eiga hesar treytir m.a. at taka støði í góðkenning av staði, har framleiðsla fer fram, arbeiðshøli, útgerð og framleiðsluhátt og treytir fyri góðkenning av hesum. Somuleiðis er heimild um veitan av loyvi at handfara spreingievni og áseting um framleiðslu av spreingievni við blanding av ammoniumnitrati og olju, harundir á staði, har sprongt verður. Um flutning av hesum spreingievni til annað stað,  um fjarstøðu millum blandingarstað og spreingievnisgoymslu, og um heimild hjá Arbeiðseftirlitinum   at   geva   undantaksloyvi, og at áseta neyvari leiðreglur fyri framleiðslu av spreingievni í síni heild.

 

Til § 5

Ásetingin er generel viðv. loyvi at handfara ella at hava um hendi spreingievni í sambandi við spreingiarbeiði. Loyvið er treytað av, at umsøkjarin skal hava staðið verkliga og ástøðiliga roynd viðvíkjandi handfaring av spreingievni sbr. § 17.

Stk. 3.  Loyvi, sum Arbeiðseftirlitið útskrivar, er tíðaravmarkað til 5 ár. Ásetingin í stk. 4 heimilar landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um treytirnar fyri at fáa loyvi. Ætlanin er, at hesar treytir skulu taka støði í, at umsøkjarin skal hava fylt 20 ár, skal hava staðið ástøðiliga og verkliga roynd viðvíkjandi handfaring av spreingievni og útinnan av spreingiarbeiði og  skal hava atgongd til góðkenda goymslu til spreingievnið.

 

Eisini eru serstakar reglur í sambandi við endurnýggjan av loyvinum, sum landsstýrismanninum er heimilað at áseta. M.a. eiga treytir at umfata, at umsøkjarin prógvar, at hann er virkin innan útinnan av spreingievni, hevur útint spreingiarbeiði tey síðstu 5 árini og í minsta lagi útint 20 spreingingar hvørt árið.

Kann umsøkjarin ikki prógva hetta, skal hann, fyri at kunna endurnýggja loyvið, standa verkliga og ástøðiliga roynd viðvíkjandi handfaring av spreingievni sbr. § 17. Endamálið við hesum reglum er, at loyvið ikki skal endurnýggjast persóni, sum hevur verið óvirkin viðvíkjandi handfaring av spreingievni og útinnan av spreingiarbeiði, har tað tí má metast, at viðkomandi hevur ikki somu royndir og førleika at taka virksemið upp aftur, uttan neyvari frálæru og roynd innan økið. 

 

Heimildin hjá landsstýrismanninum sbrt. stk. 4 at loyva persónum, sum hava útlendskt spreingiloyvi at útinna spreingiarbeiði í Føroyum, eigur at útinnast soleiðis, at sæð verður til tann ástøðiliga og verkliga førleika og royndir, sum tann, ið ynskir at útinna spreingiarbeiði, hevur, og at hesin førleiki er á sama støði, sum fyri persónar við føroyskum loyvi.

 

Til § 6

At marknaðarføra og at keypa spreingievni frá innflytara krevst í fyrsta lagi loyvi frá Arbeiðseftirlitinum og í øðrum lagi, at keyparin hevur atgongd til og ræður yvir góðkendari goymslu til spreingievni. Báðar treytir skulu vera uppfyltar fyri at kunna keypa spreingievni.

 

Til § 7

Høvuðsreglan í § 7 er, at spreingievni v.m., sum verður innflutt, skal vera trygt at handfara og at nýta. Fyri at henda høvuðsregla kann verða útint í verki, verða krøv sett til spreingievnið, m.a. til framleiðsluháttin og verður í tí sambandi ein týðandi partur í sambandi við góðskumeting av spreingievninum, at tað klárt framgongur av oyðubløðum, sum fylgja við spreingievninum, hvaðan spreingievnið kemur, hvør er framleiðari og um samanseting av spreingievni sum heild. Sama er galdandi fyri útbúnað v.m., sum verður innfluttur.

Stk. 2. Ásetingin heimilar landsstýrismanninum m.a. í kunngerð at áseta reglur um sjálvt spreingievnið, harímillum um krøv til góðkenningina. Hesar ásetingar eiga at taka støði í, at spreingievnið er framleitt undir skipaðum reglum og kemur frá londum, sum nýta europeiskar viðurkendar framleiðsluhættir og fyriskipanir í sambandi við  framleiðsluna. Marknaðarføring, søla, útlán og útleiga eigur at taka støði til trygdina viðvíkjandi handfaring av  spreingievni og útbúnaði v.m.

Tann, sum søkir um góðkenning til innflutning av spreingievni, skal skjal prógva, at spreingievnið v.m., sum søkt verður um góðkenning til, er tilvirkað á tryggan hátt og egnað til tað brúk, sum vøran er góðkend til.  Arbeiðseftirlitið kann, um spreingievnið v.m. við komu til landið, ella við framleiðslu í Føroyum ikki samsvarar við fyrisett krøv, taka góðkenningina aftur. Skatt ella dálkað spreingievni skal ikki nýtast, men beinast burtur.

Stk. 3. Í grannalondum okkara eru tekniskar forskriftir fyri framleiðslu av spreingievni, og kanningar av framleiðsluni fara fram á royndarstovum, og eru kanningarnar grundaðar á reglar og EN-normar, sum eru grundaðir á ES-fyriskipanir. Tað er av týdningi, at spreingievnið,  utbúnaður v.m. skulu vera CE-merkt, og at spreingievnið og útbúnaður v.m skulu lúka øll krøv, sum eru ásett í viðkomandi  ES-fyriskipan viðvíkjandi spreingievni, og er ætlanin við ásetingini í stk. 3, at landsstýrismaðurin hevur hesa heimild. 

 

Til § 8

Í stk. 1 og 2 eru ásetingar um, at hald verður lagt á spreingievni, sum verður innflutt uttan neyðug loyvi sbr. § 3, stk. 1 og § 6, stk. 1, og sum verður funnið uttan at vera undir eftirliti, ella sum er undir eftirliti  av persóni, sum ikki hevur neyðug loyvi. Endamálið við  hesi áseting er, at spreingievni altíð skal vera undir skipaðum viðurskiftum, og skal alt spreingievnið í tí sambandi vera skrásett á yvirliti hjá Arbeiðseftirlitinum.

Hóast ásetingarnar í  revsilógini §§ 75 – 77a verður mælt til, at Arbeiðseftirlitið leggur hald á spreingievni. Tað kann eisini hjálpa til at dagføra yvirlitið av spreingievni, sum er í landinum.

 

Til § 9

§ 9 ásetir reglur um flutning av spreingievni v.m. á landi, harímillum hvussu flutningurin skal leggjast til rættis við atliti til trygd og uttan vanda fyri óætlaðari spreinging o.l.

Stk. 2 heimilar landsstýrismanninum at áseta reglur um flutningin, m.a.  hvussu spreingievnið verður støðað á flutningstóli, um treytir fyri flutningi v.m., somuleiðis um   innballing, at forða fyri spreinging í ótíð, um boð og forboð viðv. flutningi av spreingievni á flutningstóli, um   skjøl, sum skulu fylgja við flutninginum, harundir farmabræv við neyðugum upplýsingum um  evni o.l., um fyriskipanir viðv. flutningi, leiðreglur um vandar, og hvussu farast skal fram, tá óhapp hendir.  Somuleiðis reglur um førleika hjá førara av flutningstólinum sbr. § 17 um skyldur at boða løgregluni frá flutningi av spreingievni, og nær neyðugt er at fáa loyvi frá løgregluni til flutningin.

Eisini eigur støðið at verða tikið í, at akfar, sum nýtt verður til flutning av spreingievni v.m., skal vera í góðum standi og verður standurin máldur við, at akfarið lýkur øll krøv til trygd í ferðslulógini, t.v.s. at akfarið hevur góðkenning frá Akstovuni. Eigarin av akfarinum, brúkarin og førarin skulu hvør í sínum lagi síggja til og hava ábyrgd av, at akfarið er egnað til flutning við atliti til tann stand akfarið er í, og við atliti til sjálvan flutningin. 

Í tí sambandi verður sæð til bólking av akførum, sum flyta spreingievni v.m., og er við tað at skilja, at mongd og slag av spreingievni er avgerandi fyri, hvat akfar kann nýtast. Ynski er hjá teimum, sum hava við flutning av spreingievni og vandamiklum góðsi ella farmi at gera, at møguligt er at kunna vísa til og í neyðugan mun kunna krevja, at ásetingarnar í sokallaða ADR 2007 verða at nýta í samband við flutningin. Tað má ásannast, at hesin tørvur er grundaður og við ikki at kunna vísa til og nýta hesar reglur, eru Føroyar eftirbátar við atliti til at fremja flutning av vandamiklum góðsi á tryggasta hátt. Tí eigur landsstýrismaðurin at kunna vísa til neyðuga nýtslu av hesum reglum. ADR er felagsheitið fyri flutning av  farmi og fevnir um altjóða flutning eftir vegi av vandafullum góðsi, og eru hetta felagsreglur, sum grannalond okkara nýta, og sum fyri ein part verða nýttar í Føroyum í sambandi við flutning av t.d. eldviðkvæmum evni o.l.  Hesar reglur byggja á Europeiska konvensjón um altjóða flutning á vegi av vandamiklum góðsi.  Henda konvensjón er ikki partur av føroyskari lóggávu, men eigur við fyrsta høvi at fáa gildi fyri Føroyar.

Til § 10

§ 10 hevur áseting um, at løgreglan kann gera neyðugar fyriskipanir í sambandi við flutning av spreingievni v.m., so hetta kann fara fram á tryggan hátt. Løgreglan hevur tað fulla ræðið undir tílíkum flutningi.

Fyri at tryggja, at flutningur av spreingievni kann fara fram á tryggan hátt, kann løgreglan gera fyriskipanir um flutningsleiðir, flutningstíð, mest loyvdu nøgd av spreingievni, løgreglufylgi og onnur viðurskifti, sum verða mett at hava týdning fyri flutningin.

 

Til § 11
Arbeiðseftirlitið skal góðkenna tær í stk. 1 nevndu goymslur. Endamálið við ásetingini í § 11 er, at spreingievnið skal goymast á tryggan hátt fyri at fyribyrgja vanda fyri eldi ella spreinging og soleiðis, at spreingievnið ikki blívur burtur, ella at óviðkomandi fáa hendur á spreingievni v.m.

Eisini skal spreingievni, sum ikki verður nýtt, og sum eigarin ynskir at sleppa av við, annaðhvørt latast aftur til sølustaðið ella burturbeinast eftir skipaðum reglum. Er talan um nøgdir, sum kunnu burturbeinast við skipaðari spreinging, so kann hetta gerast.  Er nøgdin av spreingievni ov stór til skipaða spreinging, skal spreingievnið sendast aftur til framleiðara at burturbeina.

Eftir stk. 3 ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð nærri reglur um bólking av goymslum til spreingievnið, perlum og kveikitráði ávikavist at goyma í kassum, bingjum o.l. og staðbundnum goymslum, um krøv til góðsku av goymslum og annars treytir fyri góðkenning av goymslum, og um umsjón við goymslum við spreingievni.

Spreingievni má ikki verða goymt saman við aðrari vøru, sum kann økja um vandan fyri eldi ella spreinging, og skal spreingievni verða skilt frá aðrari spreingikvæmari vøru, um ikki so er, at spreingievnini eru eins.

 

Spreingievnið v.m. má ikki standa á havnalagi, í bygdum øki o.l., og merkir hetta, at spreingievni, perlur og kveikitráður í sambandi við, at hetta verður lossað frá skipi, beinanvegin verður sett á flutningsfar, sum flytur spreingievnið v.m. til góðkendu goymsluna hjá viðkomandi móttakara og loyvishavara av spreingievninum.

 

Goymslur til spreingievni skulu vera tryggar og skipast við atliti til nøgd av spreingievni, perlum og kveikitráði, sum goymast skal, og við atliti til, um goymslan verður regluliga flutt ella er staðbundin.

 

Til § 12

Tað áliggur eigaranum av útbúnaði v.m. og spreingimeistara at kanna útbúnaðin, áðrenn útbúnaðurin  verður nýttur í sambandi við spreingiarbeiði, at útbúnaðurin er tryggur at nýta.

 

Til § 13

§ 13 hevur áseting um, at spreingiarbeiði skal fara fram undir leiðslu av einum spreingimeistara. Við tað er at skilja, at onnur enn spreingimeistari ikki kunnu útinna spreingiarbeiði. Ásannandi tann vanda, sum kann standast av spreinging ella í sambandi við spreingiarbeiði, er ábyrgdin hjá einum spreingimeistara ætlað at vera strong og at meta sum objektiv ábyrgd. Við tí verða møguleikarnir hjá spreingimeistara, at lyfta prógvbyrðu við skaðahendingum ella onnur revsiverd viðurskifti í sambandi við spreingiarbeiði og spreinging, ikki til staðar. 

Stk. 2 hevur ásetingar um trygdarviðurskifti bæði á spreingistaði og nærumhvørvi til spreingistað. Ásetingin hevur til endamáls at fyribyrgja, at ein spreinging kann fáa umfatandi avleiðingar, t.d. at  øki og partar av bygdum og býlingum verða fyri skaða í sambandi við spreinging. Spreingimeistari skal kanna lendið, har sprongt verður, og skal tryggja sær, at lendið er egnað at spreingja í á tryggan hátt. Eisini eigur spreingimeistari at tryggja sær, at onnur evni ikki liggja fjald í lendinum, sum kunnu verða orsøk til - ella økja um vandan fyri, at ein spreinging verður ógvusligari, enn ætlað, og sum kann hava við sær umfatandi avleiðingar.

Spreingimeistarin skal kanna fjallið ella staðið, har sprongt verður í, har ímillum hvussu grótslagið er. Somuleiðis skal hann tryggja rætta løðing við eini spreingiætlan, og at staðið, har sprongt verður, er dekkað til, so leysagrót o.l. ikki kann ríva seg leyst frá dekningi í sambandi við spreingingina.

Um boringar og løðingar henda samstundis, skal ansast eftir, at hóskandi og trygg fjarstøða er millum, har borað verður, og har løtt verður.

Spreingimeistari hevur ábyrgdina av,  at handfaring og nýtsla av spreingievni og útbúnaði v.m., sum verður nýtt í sambandi við spreinging, lýkur krøvini í hesi lóg og kunngerðum við heimild í hesi lóg, eins og leiðreglur frá framleiðara og boð ella fyriskipanir frá eftirlitsfólki, verða fylgdar.

Stk. 3 ásetir, at spreingimeistarin skal altíð, frá tí at byrjað er at løða, til skotið er, og trygd er fingin fyri, at allar løðingar eru brostnar, vera á spreingistaðnum og tryggja, at spreingingin er   gjøgnumførd á tryggan hátt.

Ávaringarskelti skulu setast upp, um neyðugt, fyri at boða óviðkomandi frá, eins og ljóðávaring skal gevast stutt fyri, at skotið verður.

Spreingimeistarin skal altíð hava loyvið hjá sær í sambandi við sjálvt spreingiarbeiðið og vísa hetta fram, um Arbeiðseftirlitið ella løgreglan biður um tað.

Stk. 4 heimilar landsstýrismanninum at áseta reglur, og eiga hesar reglur at taka støði í viðmerkingunum í stk. 1-3.

 

Til § 14

§ 14 hevur ásetingar um trygdarreglur í sambandi við spreingiarbeiði undir vatni, har m.a. skal verða lýst, hvørji neyðug tiltøk skulu fremjast fyri at tryggja arbeiðsfólk og onnur.

 

Til § 15

Eftir hesi áseting hevur Arbeiðseftirlitið alt eftirlit, veitir góðkenning og gevur loyvi í viðurskiftum, sum knýta seg til spreingievnið og spreingiarbeiðið, tó undantikið flutning og flutningsleiðir, sum eru umfatað av heimildarøki hjá løgregluni.

Til tess at lætta um arbeiðsbyrðu hjá Arbeiðseftirlitinum kann Arbeiðseftirlitið góðkenna serkøn virki at gera royndir og hava eftirlit við útbúnaði.

 

Til § 16

Ásetingin í § 16 gevur heimild til fyrisitingarligt at taka aftur loyvi at innflyta spreingievni, at framleiða spreingievnið og at útinna spreingiarbeiðið. Treytin fyri hesum er í fyrsta lagi, at neyðugu fortreytirnar fyri at kunna hava loyvið innan tað ávísa økið ikki longur eru til staðar. Við neyðugar fortreytir er her at skilja manglandi viðlíkahald av loyvinum, t.d. at endurnýggja loyvið, manglandi heilsuligan førleika til framhaldandi at hava loyvið o.l. Í øðrum lagi kann loyvið takast, um loyvishavarin ikki hevur fylgt ella fylgir ásetingunum og fyriskipanum í hesi lóg. Henda áseting er ikki treytað av, at nakað revsivert er gjørt, men heldur vanligt ósketni, har loyvishavarin fer lætt um fyriskipanirnar v.m. hóast áheitanir, ávaringar o.l. at fylgja ásetingunum. Í triðja lagi kann loyvið takast aftur, um so er, at loyvishavarin ikki fer um spreingievnið á tryggan hátt.

 

Tað er ikki treyt, at allar nevndu umstøður eru til staðar, fyri at loyvið kann verða tikið aftur, men kann hvør einsæris vera grundarlag fyri afturtøkuni av loyvinum.

 

Stk. 2–5 greina formliga framferðarháttin, tá loyvið verður tikið, og hvørjar skyldur áliggja Arbeiðseftirlitinum í tí sambandi. Við hesum ásetingum hevur tann, sum loyvið verður tikið frá, fingið rættartrygd innsetta í lógina.

 

Til § 17

Fyri at handfara spreingievni og útinna spreingiarbeiði v.m. er tað av alstórum týdningi, at teir persónar, sum hava ella fáa loyvi til hesar uppgávur, hava hollan verkligan og ástøðiligan førleika til hetta, og at loyvi, sum verða givin, eru treytað av, at hesin førleikin er fingin og regluliga verður hildin við líka.

Stk. 2 heimilar landsstýrismanninum at áseta reglur um ástøðiliga og verkliga roynd við atliti til, at virksemið, sum knýtir seg at spreingievni, verður útint á tryggan hátt. Ásetingarnar eiga at taka støði í at førleikamenna fólk, sum handfara spreingievni og útinna spreingiarbeiði. Í tí sambandi hevur tað týdning, at persónur skal standa ástøðiliga og verkliga roynd innan nevnda virksemið á øllum økjum, sum hava við spreingievni og spreingiarbeiði at gera.  

Til § 18

§ 18 heimilar landsstýrismanninum at áseta  reglur um, at Arbeiðseftirlitið kann taka gjøld fyri at geva og skriva loyvi sbrt. § 17, stk. 1 og fyri at góðkenna goymslur til spreingievni og serkøn virki.

 

Til § 19

§ 19 ásetir rættin til kæru og viðurskifti í tí sambandi. Somuleiðis heimilar stk. 2 landsstýrismanninum at áseta reglur um at leggja kærumyndugleikan til annan fyrisitingarligan myndugleika.

 

Til § 20

Endamálið við revsifyriskipanum er, sum við flest øllum revsitiltøkum, at teir persónar, sum á einhvønn hátt hava við spreingievni og spreingiarbeiði at gera, skulu síggja tann álvara, sum lóggávuvaldið hevur lagt í hesar reglur,  at tær verða fylgdar.

Eisini skulu hesar revsireglur hjálpa til at halda t.d. spreingimeistara og tí, sum hevur ábyrgd av spreingigoymslu frá at royna at spara upp á rakstrarútreiðslur sínar við at slaka við teimum krøvum, sum lógin ásetir.

§ 20  viðvíkur revsing fyri brot á nevndu greinar, og verður her revsað við bót, hefti ella fongsul í upp til 1 ár. Sbrt. stk. 2 kann revsingin økjast til hefti ella fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt við vilja ella av grovum ósketni. Stk. 3 er at skilja sum leiðregla fyri, hvørjar umstøður kunnu vera orsøk til, at geva strangari revsing.

Stk. 4 hevur ásetingar um, at løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í rættargangslógini.

 

Til § 21

Havandi í huga, at tað í lógini eru nógvar kunngerðarheimildir, verður mett, at tað er tørvur á í kunngerð at kunna áseta reglur um revsing fyri brot á viðkomandi kunngerð, og er henda heimild fingin í § 21.  

 

Til § 22

§ 22 hevur ásetingar um, at spreingimeistari hevur objektiva revsiábyrgd fyri brot á § 13, stk. 1,  t.v.s. at ikki er neyðugt, at talan er um viljað brot ella brot, sum er framt við ósketni fyri, at spreingimeistari revsirættarliga kann ábyrgdast. Brotið verður sektað við bót og kann umskiftisrevsing ikki verða nýtt.

 

Til § 23

§ 23 hevur ásetingar um, at spreingimeistari kann verða frádømdur spreingiloyvið, um hann verður kendur sekur í at hava ábyrgd fyri skaða á persónar í sambandi við útinnan av spreingiarbeiði, ella um so er, at spreingimeistarin av nýggjum fremur brot á ásetingarnar í hesi lóg.

Serligar umstøður fyri at fáa spreingiloyvið aftur í frádømingartíðini sbrt. stk. 4  kunnu m.a. vera atlit til persónlig viðurskifti, har ímillum at spreingimeistari aftur hevur fullan førleika at uppfylla krøvini fyri at fáa loyvið aftur, og har tað í tí sambandi verður mett, at tað, sum eftir er av frádømingartíðini, eigur at víkja fyri nyttuvirði av, at spreingimeistari kann koma í vinnu aftur. Treytin fyri tílíkum serligum umstøðum er, at tað er  lítið eftir av frádømingartíðini.

 

Til § 24

§ 24 hevur ásetingar um, at revsimálini verða viðgjørd sum politimál. Politimál sambært rættargangslógini merkir ikki, at løgreglan viðger málini. Um málið er politimál ella ikki hevur hinvegin við mannagongdina hjá ákæruvaldinum at gera.

 

Til § 25

Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og setir samstundis verandi lóg úr gildi.

Stk. 2.  Skiftisreglurnar áseta, at loyvi, givin eftir verandi lóg, verða í gildi í 5 ár eftir, at henda lóg er komin í gildi.

Stk. 3. Í sambandi við, at lógin verður sett úr gildi, verða tær kunngerðir, sum eru galdandi í løtuni, framvegis í gildi, til tær verða broyttar, settar úr gildi, ella til nýggjar kunngerðir verða gjørdar sambært hesi lóg.

 

Hesi skjøl fylgja við:

Skjal 1: Hoyringssvar frá Vinnuhúsinum
Skjal 2: Hoyringssvar frá Skipaeftirlitinum
Skjal 3:
Hoyringssvar frá Tilbúgvingarstovninum
Skjal 4:
Hoyringssvar frá Føroya Landfúta

 1. viðgerð 15. mars 2007. Málið beint í vinnunevndina, sum 30. mars 2007 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt uppskotið fram 2. mars 2007. Eftir 1. viðgerð 15. mars er tað beint í vinnunevndina.

 

Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundum 26. og 29. mars 2007. Nevndin hevur havt fund við Bjarna Djurholm, landsstýrismann, og embætisfólk og við Vinnuhúsið. Harumframt er uppskotið sent Færøernes Kommando til hoyringar, sum ikki hevur nakra viðmerking.

 

Talan er um eina rammulóg, soleiðis at landsstýrismaðurin skal áseta nógvar reglur í kunngerð. Vinnunevndin mælir staðiliga landsstýrismanninum í vinnumálum til at senda uppskot til kunngerð til hoyringar hjá vinnuni, tá hesi eru tilevnað.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 13. apríl 2007. §§ 1 til og við 25 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 18. apríl 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 28 frá 30.04.2007