78 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 2. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

 løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 21 frá 17. mai 2004 um Búnaðargrunn verður gjørd henda broyting:

1) Í § 18, stk. 1 verður “1. mai 2007” broytt til “1. mai 2010”.

§ 2

 

2) Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.


 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Hetta uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn snýr seg bert um at broyta gildisskeiðið í lógini, so tað verður longt eitt avmarkað tíðarskeið uppá 3 ár, frá 1. mai 2007 til 1. mai 2010.

 

Í § 18 í galdandi lóg hevur Løgtingið ásett, at lógin um Búnaðargrunn skal fara úr gildi 1. mai 2007.

Tann 11. mai 2004 setti Løgtingið fram broytingaruppskot til § 18 í lógini, soleiðis at lógin fekk gildi í eitt avmarkað tíðarskeið uppá 3 ár. Løgtingið metti m.a., at eitt tíðarskeið uppá 3 ár skuldi verið nóg long tíð til at gingið gjøgnum eftirstøðurnar á lánum og gjørt neyðugar avtalur um niðurskriving og afturgjalding av skuld, sum ikki er gjørlig hjá festum at renta og avdraga.

 

Sambært upplýsingum frá Búnaðargrunninum, so er Búnaðargrunnurin ikki komin á mál í hesum, tí arbeiðið hevur verið drúgvari enn upprunaliga mett, og verður tí skotið upp at broyta nevnda gildisskeið.

 

Tað, sum serliga liggur til grund fyri at broyta gildisskeiðið í lógini, so løgtingslógin um Búnaðargrunn ikki fer úr gildi tann 1. mai 2007, er: 

 

·        Um grunnurin verður avtikin nú, er eingin at umsita verandi lán og innkrevja verandi skuld

·        Umsóknir frá festarum um stórar broytingar og útbyggingar í nærmastu framtíð eru til viðgerðar í løtuni í Búnaðargrunninum. Stórur vandi er fyri, at alt hetta dettur niðurfyri, um grunnurin verður avtikin

·        Einki alternativ er til Búnaðargrunnin, tí eingin avtala er gjørd um at flyta umsitingina

·        Saneringsarbeiðið, sum er í gongd, steðgar upp

Arbeiðið hjá Búnaðargrunninum við umsóknum frá festarum um eftirgeving/sanering av skuld, er deilt í tveir høvuðspartar. Teir festarar, sum sita við festi nú, og so teir festarar, sum ikki hava festið meira.

Afturat hesum er størsti parturin av arbeiðinum at kreditmeta allar skuldarar í samband við avsetingina.

Arbeiðið hjá Búnaðargrunninum við saneringini er komið so langt áleiðis, at mál hjá skuldarum, sum ikki sita við festinum meira, eru klár at avgreiða. Meðan hin parturin, t.v.s. skuld hjá festarum, sum sita við festinum p.t., ikki er liðugt viðgjørt enn.

 

Ummæli

Uppskotið hevur ikki verið til hoyringar, við tað at rættarstøðan á økinum verður óbroytt. Talan er bert um at leingja gildistíðina við trimum árum.

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

Uppskotið hevur ikki fíggjarligar, umsitingarligar, umhvørvisligar, sosialar ella aðrar avleiðingar við sær.

 

 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

 

Nei

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umsitingarligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

 

 

Nei

 

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Áseting um at broyta gildistíðina frá 1. mai 2007 til 1. mai 2010.  

 

Til § 2

Áseting um gildiskomu.        

1. viðgerð 15. mars 2007. Málið beint í vinnunevndina, sum 30. mars 2007 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt uppskotið fram 2. mars 2007. Eftir 1. viðgerð 15. mars er tað beint í vinnunevndina.

 

Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundum 26. og 29. mars 2007. Nevndin hevur havt fund við Bjarna Djurholm, landsstýrismann, og embætisfólk, og við umboð fyri Búnaðargrunnin.

 

Tað er upplýst fyri nevndini, og sum tað eisini framgongur av viðmerkingunum til uppskotið, at í galdandi lóg er ásett, at lógin um Búnaðargrunn skal fara úr gildi 1. mai 2007. Tí er skotið upp at leingja gildisskeiðið við 3 árum til 1. mai 2010.

 

Til grund fyri uppskotinum liggur, at grunnurin ikki er komin á mál gera avtalur við festarar, og um grunnurin verður avtikin nú, er eingin at umsita verandi lán og innkrevja verandi skuld. Harumframt eru í løtuni til viðgerðar fleiri umsóknir um broytingar og útbyggingar, umsóknir um saneringar v.m. frá festarum.

 

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 13. apríl 2007. §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 18. apríl 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-2. Málið avgreitt.

Ll.nr. 27 frá 30.04.2007