73 Uppskot til samtyktar um at góðkenna sáttmála um marknaseting á havleiðunum millum Føroya og Ísland

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 2. mars, legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

samtyktar

 

 

Løgtingið góðkennir hjálagda sáttmála um marknaseting á havleiðunum millum Føroya og Íslands.

 

Viðmerkingar

 

Vegna stjórn Danmarkar kongsríkis saman við Føroya landsstýri øðrumegin og stjórn Íslands hinumegin varð hjálagdi sáttmáli undirritaður í Keypmannahavn og í Reykjavík 1. og 2. februar 2007.

 

Sáttmálin fevnir um marknalinju millum partanna lutir av landgrunninum, sum eisini er marknamót millum fiskiveiðiumveldi Føroya og serbúskaparliga øki Íslands á havleiðunum millum Føroya og Íslands, har teinurin millum grundlinjur teirra er undir 400 fjórðingar, er grundað á miðlinjuna millum viðkomandi strendur í Føroyum og Íslandi við teimum tillagingum og serligu ásetingum, sum partarnir eru vorðnir samdir um. Marknalinjan er ásett í grein 1 í sáttmálanum.

 

Partarnir ynskja at varðveita og styrkja góð grannaviðurskifti millum Danmarkar/Føroya og Íslands og vísa til fundarsemju ”Agreed Minutes”, undirritað í Tórshavn tann 25. september 2002.

 

Upprunaliga økið, har krøvini um løgdømi á havinum umskaraðust, millum miðlinjurnar, ið ásettar vóru frá báðum síðum, umrøtt sum Serøkið, varð mett at vera umleið 3.650 ferkilometrar til víddar.

 

Á Serøkinum kunnu bæði íslendsk og føroysk før brúka rættindi til fiskiskap í samsvari við tær reglur og fyriskipanir, sum galda vera fyri tey í teirra veiðiløgdømisøkjum hvørt í sínum lagi. Tey skulu bara vera undir eftirliti og handhevjað hvørt av sínum egnu myndugleikum. Á Serøkinum kunnu partarnir við egnum førum samsvarandi frítt granska havið vísindaliga, undantikið er virksemi, sum miðar eftir mineraltilfeingi á havbotninum ella í undirgrundini. Víst verður til grein 2 í sáttmálanum.

 

Reglur um mineralfundir, staðfestir í ella á landgrunninum hjá øðrum partinum, og hin partur hevur ta fatan, at fundurin røkkur inn á landgrunnin hjá sær, og hvussu partarnir loysa ósemjur, eru ásettar í grein 3.

 

Málið er viðgjørt í Uttanlandsnevndini í desember 2001 og januar 2002. Fundarsemjan varð gjørd 25. september 2002. Ímeðan hevur verið bíðað eftir útrokningum frá Íslandi um endaligu grundlinjupunktini.

 

Sáttmálin er hjálagdur á føroyskum, donskum og íslendskum. Hjáløgd er eisini fundarsemjan frá 25. september 2002.

 

Skjøl: 1) Sáttmálin á føroyskum, donskum og íslendskum

           2) Váttað fundarsemja frá 25. september 2002

 

1. viðgerð 20. mars 2007. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 18. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Løgmaður hevur lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð tann  20. mars 2007 er tað beint uttanlandsnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 28. mars og 17. apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við løgmann og embætisfólk.

 

Í sambandi við áseting av koordinatunum í sáttmálanum um marknasetingina heitti nevndin á Uttanríkisdeildina um at upplýsa, um hesir vóru eftirkannaðir av føroyskum myndugleikum. Uttanríkisdeildin hevur svarað soleiðis:

 

”Vísandi til fyrispurning um koordinatarnar í løgtingsmáli nr. 37/2006 um marknaseting á havleiðunum millum Føroya og Íslands skal Uttanríkisdeildin vátta, at útrokningarnar um koordinatarnar eru gjørdar av arbeiðsbólki, samansettur av umboðum frá Kort & Matrikelstyrelsen og Landhelgisgæslu Íslands. Tvær tekniskar frágreiðingar eru í málinum.

 

Undir fyrireikingunum  um marknaseting á havleiðunum millum Føroya og Íslands var uppskot gjørt um, hvussu marknalinjan var ásett, sum rættar linjur millum nevndu punkt í ávísari raðfylgju, víst verður til grein 1 í sáttmálanum millum partarnar, sum er hjálagt løgtingsmálinum. Skammlinjurnar millum punktini mynda marknalinjuna, teknað inn á kortskitsuna. Punktini í longd og breidd samsvara World Geodetic System 1984 (WGS84).

 

Undir fyrireikingunum vórðu útrokningarnar um koordinatarnar saman við marknalinju latnar Jarðfeingi og Fiskiveiðieftirlitinum til eftirkanningar. Ongar viðmerkingar eru um útrokningar ella marknalinju.”

 

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 20. apríl 2007. Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.