116  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
E. Frávik
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 28. apríl, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 71 frá 23. mai 2005 um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð verður § 2 orðað soleiðis: “§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 31. desember 2006.”

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1.  Almennar viðmerkingar 

Í løgtingslóg nr. 71 frá 2005 um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð er ásett, at landsstýrismaðurin kann veita kommununum studning til heilsufremjandi tiltøk í skúlunum. Á fíggjarlógini fyri 2006 eru játtaðar 2,5 mió. kr. til endamálið. Men tað hevur víst seg, at øll játtanin ikki verður brúkt, áðrenn lógin fer úr gildi. Í lógini er ásett, at hon fer úr gildi 1. juli 2006. Av tí at øll játtanin ikki er brúkt, áðrenn lógin fer úr gildi, verður tað mett rættast at leingja tíðarfreistina til 31. desember 2006. Á henda hátt kunnu fleiri næmingar fáa gagn av stuðlinum til heilsufremjandi tiltøk í skúlunum.
 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum 

Uppskotið hevur ikki við sær fíggjarligar avleiðingar fyri landið, tí talan er bert um at leingja eina tíðarfreist, so landsstýrismaðurin fær heimild til at nýta eina upphædd, sum er játtað á fíggjarlógini fyri 2006. Av hesi somu orsøk er uppskotið útreiðsluneutralt. Fyri kommunurnar merkir lógarbroytingin, at tær fáa møguleika fyri at søkja um stuðul til heilsufremjandi tiltøk í seinnu helvt av 2006. Henda møguleika hava tær ikki sambært galdandi lóg.

 

 

Fyri landið/
landsmyndug-
leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri
pláss/øki í landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Ja

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

Ummæli

Av tí at skotbráið er so stutt, hevur uppskotið ikki verið sent avvarðandi pørtunum til ummælis.  

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

Landsstýrismaðurin fær við lógarbroytingini um at leingja tíðarfreistina heimild til at veita kommununum studning til heilsufremjandi tiltøk í seinnu helvt av skúlaárinum 2006.

 

Til § 2:

Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Bill Justinussen Andrias Petersen Jørgen Niclasen
Lisbeth L. Petersen Johan Dahl Jenis av Rana
Kristian Magnussen John Johannessen Henrik Old
Sverre Midjord Anfinn Kallsberg Gerhard Lognberg
Kjartan Joensen Jógvan við Keldu Eli Christiansen
Alfred Olsen Rósa Samuelsen Vilhelm Johannesen
Kaj Leo Johannesen    

1. viðgerð 2. mai 2006. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 4. mai 2006. §§ 1 og 2 samtyktar 26-1-4. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Áheitan frá tingmonnunum Heðin Zachriasen, Óla Breckmann, Jørgen Niclasen, Poul Michelsen, Andrias Petersen, John Johannessen, Kristian Magnussen, Henrik Old, Gerhard Lognberg, Sverre Midjord, Vilhelm Johannesen, Alfred Olsen, Rósu Samuelsen, Lisbeth L. Petersen, Kaj Leo Johannesen, Bill Justinussen, og Olav Enemoto um at gera frávik, sambært § 85 í tingskipanini frá tíðarfreistini millum 2. og 3. viðgerð av tingmáli nr. 116/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð soleiðis, at málið verður endaliga avgreitt frá tinginum fríggjadagin 5. mai 2006. Samtykt 20-1-8.

3. viðgerð 5. mai 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-2-2. Málið avgreitt.

Ll.nr. 54 frá 16.05.2006