5  Uppskot til  løgtingslóg um at byggja skúladepil í Marknagili

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2005, 16. august, løgdu tingmenninir Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

 

til 

løgtingslóg um at byggja skúladepil í Marknagili

 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at byggja skúladepil í Marknagili í Havn. Skúladepilin skal fevna um Føroya Studentaskúla & HF-skeið, Tekniska Skúla Tórshavn og Føroya Handilsskúla. Byggiútreiðslurnar í hesum sambandi kunnu í mesta lagi verða 297 mió. kr.

 

§ 2. Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

 

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

 

1.   Endamálið við lógini

Endamálið er at fáa eina breiða viðgerð av málinum og síðan røkka eitt politiskt støðufesti, áðrenn nýggjur skúladepil í Marknagili verður bygdur. Harumframt at tryggja, at teir tríggir skúlarnir, Tekniski Skúli Tórshavn, Føroya Studentaskúli & HF-Skeið og Føroya Handilsskúli, fáa góðar og tíðarhóskandi karmar um virki skúlanna. Víst verður til ásetingarnar í játtanarskipanini um, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið um íløgur, ið fevna yvir fleiri fíggjarár. Við tílíkari lóg ber til hjá landsstýrismanninum at leggja til rættis virksemið fyri fleiri fíggjarár.

 

Sambært lógaruppskotinum fæst heimild fyri at byggja felags skúladepil til teir tríggjar útbúgvingarstovnarnar. Útreiðslur landskassans í sambandi við byggingina verða í mesta lagi 297 mió kr. Innan henda lógarásetta karm kann landsstýrismaðurin gera avtalur, sum hava við sær útreiðslur komandi fíggjarár. Hetta verður gjørt í tann mun, tað er neyðugt fyri at fáa so góðar sáttmálar um bygging sum til ber. Gerst sáttmálakostnaðurin dýrari, enn lógin ásetir, má lógarbroyting gerast, um tað almenna undirskrivar sáttmála við arbeiðstakara. Tó eru útlit fyri, at byggingin kann fara fram innan ásetta fíggjarkarmin. Viðurskftini í sambandi við byggingina taka støði í tí arbeiði, sum áður er gjørt innan bygging í Marknagili og frágreiðing við skipanarverkætlan, sum bygginenvdin hevur latið landstýrismanninum 28. november 2003.

 

2.   Gongdin í málinum

Teir tríggir skúlarnir hava leingi havt trongar og ótíðarhóskandi hølisumstøður, og tey seinnu árini hevur verið arbeitt við fleiri ymiskum uppskotum til at bøta um viðurskiftini hjá skúlunum. Í 1998 kom landsstýrismaðurin til ta niðurstøðu, at byggiætlanirnar áttu at verðið samskipaðar í ein felags skúladepil, og á heysti í 1999 varð útskrivað hugskotskapping um tílíka bygging við Marknagilsvegin í Havn.

 

Fyrireikingarnar steðgaðu í eina tíð, men á løgtingsfíggjarlógini fyri 2003 vórðu settar av 500 tús. kr. til tað framhaldandi arbeiðið, og landsstýrismaðurin setti síðani bygginevnd við umboðum fyri teir tríggjar skúlarnar við tí arbeiðssetningi at leggja til rættis yvirskipaðu karmarnar fyri skúladeplinum og hava eftirlit við projektering og bygging.

 

Bygginevndin hevur tann 28. november 2003 latið úr hondum frágreiðing við tilmæli og niðurstøðum. Saman við frágreiðingini er uppskot til skipanarverkætlan.

 

3.   Um byggingina

Í frágreiðingini hjá bygginevndini er uppskot til skipan av øki og bygningum. Uppskotið er grundarlagið undir framhaldandi fyrireiking og projektering, og byggir á ætlaða næmingatalið og tann hølistørv, sum skúlarnir hava sett upp hvør sær. Gólvvíddin í skúladeplinum er mettur at verða umleið 16.900 fermetrar, og kostnaðarmetingin hjá bygginevndini var 290 mió. kr. Tá hendan kostnaðarmeting hevur nærum tvey ár á baki, og generelli prísvøksturin síðani er 2,364 er metta kostnaðarmetingin nú  297 mió. kr.

 

4.   Tíðarætlan

Miðað verður ímóti at leggja projekteringina soleiðis til rættis, at skúlarnir skulu kunna taka teir fyrstu partarnar av byggingini í nýtslu í skúlaárinum 2007-2008. Tíðarætlan er gjørd, sum metir, at byggingin kann standa liðug við skúlaársbyrjan 2009, um alt gongur eftir vild.

Um hetta uppskotið verður samtykt í seinnu helvt av 2005, kann væntast, at byggingin verður forskotin tvey ár fram í tíðina.

 

5. Nágreinilig lýsing

Víst verður eisini til hjálagda uppskot til skipanarverkætlan, sum Bygginevnd Mentamálaráðsins hevur gjørt, og til frá frágreiðing frá bygginevndini. Ì hesum arbeiði er nágreinilig lýsing av uppskotinum til nýggjan skúladepil fyri Føroya Studentaskúla og HF-skeið, Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla Tórshavn.

 

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

 

1.   Fíggjarligu avleiðingarnar

Bygginevndin, sum sat, kom við hesum fíggjarligu avleiðingunum:

”Afturat játtanini fyri 2003, ið er 500 tús. kr., verður fíggjartørvurin 6 mió. kr. í 2004, 19 mió. kr. í 2005, og frá 2006 til og við 2009 verður fíggjartørvurin í miðal 66 mió kr árliga.”

Um hetta uppskotið verður samtykt í seinnu helvt av 2005, verður mett, at gongdin í byggingini verður forskotin tvey ár fram, og at generelli prísvøksturin, sum verið hevur síðani november 2003, kemur at hækka upphæddirnar samsvarandi.

 

Mett verður, avsetta upphæddin í 2005 á 5,6 mió. kr. og ætlaða avsetingin í 2006 á 22 mió. kr. eru nøktandi fyri hesi árini.

 

2.Umsitingarligar avleiðingar

Dagliga umsitingin hjá skúlunum skal samskipast í felags depilsráð.

 

3.   Umhvørvisavleiðingar

Uppskotið hevur lítlar avleiðingar fyri umhvørvið.

 

4.   Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða reglur og avtalur

 

5.   Sosialar avleiðingar

Fyri skúlarnar má uppskotið metast at hava positivar avleiðingar.

 

6.   Ummæli

Einki at  viðmerkja

 

Kap. 3: Viðmerkingar til tær einstøku lógargreinirnar

 

Til § 1:

Í lógargreinini verður heimilað landsstýrismanninum at taka stig til, at nýggjur skúladepil verður bygdur í Marknagili í Havn, og at byggiútreiðslurnar í hesum sambandi í mesta lagi kunnu verða 297 mió. kr. Útreiðslurnar til forkanningar og projektering eru íroknaðar upphæddina.

 

Til § 2:

Einki at viðmerkja.

 

Skjøl:

Skjal 1: Frágreiðing frá bygginevndini november 2003

Skjal 2: Uppskot til skipanarverkætlan november 2003

1. viðgerð 8. september 2005. Málið beint í mentanarnevndina sum tann 2. november 2005 legði fram soljóðandi
 

Álit

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 16. august 2005, og eftir 1. viðgerð tann 8. september 2005 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 4., 18. og 25. oktober 2005.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Árna Winther og Gunnar Hoydal saman við umboðum fyri Mentamálaráðið, Mads Andrias Winther, Reidar Nónfjall og Egon Øregaard saman við umboðum fyri Mentamálaráðið, Kára Mortensen og Hendrik Dahl og umboð fyri næmingaráðið á Tekniska skúla, Handilsskúlanum og Studenta- og HF-skeiðnum.

Ein samd nevnd hevur hesar viðmerkingar:

Hoyringarnar undir viðgerðini hava sannført nevndina um, at tað eru nógvir ivaspurningar og ósvaraðir spurningar um framtíðarætlanirnar við miðnámsútbúgvingunum, sum kundu verðið lýstir nógv betur. Eisini eru tað komnar fram beinleiðis mótstríðandi upplýsingar frá fakfólki innan miðnámsskúlarnar um, hvønn veg best er at fara. Mentanarnevndin heldur, at framtíðarætlanirnar fyri miðnámsútbúgvingarnar eiga at vera lýstar betur, og politiska støðan hevði verið betur lýst við einum aðalorðaskifti á tingi um, hvussu og hvønn veg miðnámsútbúgvingar í Føroyum skulu fara innihaldsliga. Ein samd mentanarnevnd ásannar, at neyðugt er sum skjótast at endurskoða allar miðnámsútbúgvingarnar.

Meirilutin (Andrias Petersen, Jákup Mikkelsen, Marjus Dam, John Johanessen og Olav Enomoto) vísir til fíggjarlógaruppskotið, har avsettar eru 4 mió. kr. til at fyrireika bygging av skúladepli í Marknagili, har atlit serliga verða tikin til Tekniska skúla og Handilsskúlan í Tórshavn. Meirilutin mælir tí frá at samtykkja fyriliggjandi uppskot.

Minnilutin í nevndini (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) mælir tinginum til at taka undir við uppskotinum.

Lítil ivi tykist vera um óhaldbæru og ótíðarhóskandi umstøðurnar, miðnámsútbúgvingarnar í høvuðsstaðnum hava.

Serliga eru tað umstøðurnar á tekninska skúla og studentaskúlanum, sum eru út av lagi vánaligar í allar mátar, tá hugsa verður um framkomna undirvísing og menningarmøguleikar hjá ungdómi okkara. Ungdómi, sum skal vera við at lyfta samfelagið frá fiskivinnu- og ídnaðarsamfelagið, inn í eitt altjóðagjørt vitanarsamfelag.

Umstøðurnar hjá handilsskúlanum snúgva seg kanska mest um, at virksemi skúlans ikki rúmast í verandi hølunum, og tí hevur tørv á at fáa víðari ræsur, sum eins og hjá hinum skúlunum eisini skal kunna rúma nútímans undirvísingarhættum og tí hevur eisini hann tørv á útbygging.

Tað eru longu tvey ár gingin, síðani arbeiðsbólkur, settur av landsstýrinum í  mai 2003, legði fram ætlan um skúladepil í Marknagili. Eitt drúgt og gott arbeiði, sum hevur megnað at samansjóða allar tríggjar skúlabyggingarnar saman í eina eind, uttan at hava tikið samleika burtur frá einstaka skúlanum.

Tað søguliga í hesi verkættlan kann sigast at vera, at allir tríggir skúlaleiðararnir vóru samdir um, at loysnin, sum var funnin fram til við einum depli í Marknagili, í allar mátar var besta loysn fyri framtíðar miðnáms skúlaútbygging í Tórshavn.

Henda loysn verður best fyri menningina av einum lestrarumhvørvi á høgum støði, bæði hjá teimum lesandi og undirvísarunum.

Depilin kann gerast karmur um og vera við at menna alla miðnámsútbúgvingina í Føroyum og geva henni tað neyðuga støði, sum framtíðin krevur av okkara ungdómsútbúgvingum.

Serliga verður hugsað um ta altjóðagering, okkara útbúgvingar í framtíðini skulu og muga taka atlit til, skulu vit gera okkum vónir um at náa málinum um Føroyar millum fremstu tjóðir um 10 ár.

Annað, sum eisini er komið fram undir nevndarviðgerðini, eru teir eyðsýndu fíggjarligu fyrimunirnir við bæði at byggja, men eisini at reka tríggjar skúlar saman, ístaðin fyri at byggja hvør sær.

Íløgur kunnu sparast við at byggja ein felags depil, tí felagshølini verða tey somu fyri allar tríggjar skúlarnar, men harumframt kunnu sparast 15% í dagliga rakstrinum. Tá fyriliggjandi uppskot snýr seg um bygging fyri knappar 300 mió. kr., so eru munandi upphæddir at spara við hesi verkættlan í mun til bygging av trimum sjálvstøðugum skúlum.

Samanumtikið er minnilutin sannførdur um, at øll framtíðar útbúgving fer í nógv størri mun enn higartil at krevja samstarv. Tað veri seg samstarv yvir um fakmørk á øllum økjum. Eins og í framkomnum vinnulívið, har samstarvstoymi við fólkum við ymiskum fakligum og verkligum førleika verða sett saman fyri at finna haldgóðar loysnir, á sama hátt fara lærarar eisini at samstarva um verkætlanir í ymisku skúlaformunum í framtíðini.

Og tað týdningarmesta av øllum verður sjálvsagt tað næmingasamstarv, sum ein skúladepil kann vera karmur um.

Við verkætlanum, har viðgerðin verður løgd á einum høgum fakligum støði, tvørtur um lærugreina- og skúlamørk og  við samstarvi sum natúrligum kravi um arbeiðshátt.

Í fyriliggjandi uppskoti um skúladepil metir minnilutin, at vit nøkta tørvin á skúlabygging mong ár inn í framtíðina, og leggur uppskotið upp til, at karmarnir ongantíð gerast ein forðing fyri menningini av miðnámsútbúgvingini, men bjóðar til menning og nýskapan av øllum økinum.

Við hesum mæla vit tinginum til at taka undir við uppskotinum.

2. viðgerð 4. november 2005. §§ 1 og 2 fullu 7-0-14. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.