8  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 6. februar, legði Beinta Bergsdóttir vegna seg sjálvan, Rannvá, Døgg, Sharon og Vanju frá 8. b í Argja skúla fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 56 frá 10. mai 2000, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 23. mai 2005 um fyribyrgingarráð verður gjørd henda broyting:

1)      Í § 1, stk. 2 verður aftaná “skúlunum” sett “og studning til rakstur av náttarbussum”.

 

 

Orðingin í § 1, stk. 2 og 3 er soljóðandi:

Stk. 2. Eftir tilmæli frá Fyribyrgingarráðnum kann landsstýrismaðurin veita kommunum studning til heilsufremjandi tiltøk í skúlunum.
   Stk. 3.
1) Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur fyri, hvussu studningur sambært stk. 2 verður játtaður.

 

Viðmerkingar:  

Orsøkin til okkara uppskot er, tí vit hugsa, at mangar ferðsluvanlukkur av ungum, ið koyra heim á skutara ella í bili um næturnar, kundu verðið slopnar undan, um tey ungu høvdu møguleika at koma heim við bussi fyri ein sámiligan prís. Uppskot 20 kr. túrin fyri hvønn.

1. viðgerð 06.02.2006. Málið beint í  trivnaðarnevndina, sum tann 7. februar 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Ranvá, Døgg, Sharon, Vanja og Beinta  úr 8. b., Argja skúla, hava lagt málið fram tann 6. februar 2006, og eftir 1. viðgerð er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 6. februar 2006.

 

 

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Ungdómstinginum til at samtykkja tað.

 

2. viðgerð 7. februar 2006. Uppskotið samtykt  28-2-0. Málið avtgreitt.