103 Uppskot til løgtingslóg um at leingja sáttmálan millum Elfelagið SEV og Maskinmeistarafelagið
A.Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð
Ár 2005, 6. juli, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
§ 1. Sáttmálin millum Elfelagið SEV og Maskinmeistarafelagið um lønir og flokking av størvum v.m., sum var galdandi frá 1. mars 2003 til 1. juli 2005, verður galdandi óbroyttur frá 1. juli 2005.
§ 2. Báðir partar kunnu siga upp sáttmálan við 3 mánað freist til ein 1. í einum mánaði, tó kann sáttmálin í fyrsta lagi sigast upp at fara úr gildi tann 1. desember 2005.
§ 3. Arbeiðssteðgur, sum stavar frá ósemjum um tær sáttmálaásetingar, sum nevndar eru í § 1, skal halda uppat, tá henda lóg kemur í gildi. Arbeiðssteðgur er verkbann, verkfall, blokada og boykott og skipað avfólkan av einum og hvørjum slag.
§ 4. Henda løgtingslóg verður kunngjørd og kemur í gildi, tá ið hon verður upplisin í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Viðmerkingar til lógaruppskotið
Kap. 1: Almennar viðmerkingar
Sáttmálin millum SEV og Maskinmeistarafelagið varð sagdur at fara úr gildi 1. juli 2005. Samráðingar hava verið millum partarnar um nýggjan sáttmála, og samdust partarnir um nýggjan sáttmála.
Sambært § 5, stk. 5 í kommunustýrislógini skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum góðkenna sáttmálar, sum SEV ger um lønar- og setanartreytirnar hjá starvsfólkunum. Landsstýrismaðurin helt seg ikki kunna góðkenna sáttmálan. Tað hevur havt við sær, at maskinmeistararnir í tænastu hjá SEV hava lagt arbeiðið niður. Maskinmeistarafelagið hevur veitt undantøk, soleiðis at streymveitingin ikki steðgar heilt, men meginparturin av landinum hevur verið uttan streym stórar partar av degnum síðani seinasta mánadag. Talan er tí um neyðstøðu, har stór virði kunnu fara fyri skeyti, bæði fyri privatpersónar, virki og tað almenna. Landsstýrið sær tað tí sum alneyðugt at fyribyrgja, at verkfallið heldur fram.
2. Høvuðsinnihaldið í uppskotinum
Skotið verður upp, at sáttmálin millum Elfelagið SEV og Maskinmeistarafelagið verður longdur at galda óbroyttur frá 1. juli 2005. Tað verður tí ikki longur sáttmálaloysi millum partarnar, og arbeiðssteðgurin á økinum skal tí halda uppat.
Sáttmálin kann sigast upp við 3 mánað freist, tó í fyrsta lagi til at fara úr gildi 1. desember 2005.
Kap. 2 Avleiðingar av uppskotinum
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar við sær fyri landið og kommunurnar.
Fíggjarligu avleiðingarnar av uppskotinum fyri SEV og fyri limirnir í Maskinmeistarafelagnum, sum eru fevndir av sáttmálanum millum SEV og Maskinmeistarafelagið, eru, at lønar- og setanartreytirnar verða óbroyttar í sáttmálaskeiðinum.
Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar, altjóðarættarligar ella sosialar avleiðingar við sær.
Talva yvir avleiðingar
|
Fyri
landið/lands- |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri
ávísar samfelagsbólkar/ |
Fyri vinnuna |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Ja |
Ja |
Umsitingarligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar |
|
|
|
Nei |
|
Ummæli
Uppskotið hevur ikki verið til ummælis.
Kap. 3 Viðmerkingar til einstøku ásetingarnar
Sáttmálin millum Elfelagið SEV og Maskinmeistarafelagið, sum fór úr gildi 1. juli 2005, verður við hesi áseting longdur at galda frá 1. juli 2005.
Til § 2
Uppsagnarfreistin er tann sama, sum galdandi var fyri sáttmálan, sum sagdur varð
at fara úr gildi 1. juli 2005. Sáttmálin kann í fyrsta lagi sigast upp til tann
1. desember 2005.
Til § 3
Henda ásetingin hevur við sær, at verkfallið ella
verkbann, ásett av øðrum av pørtunum, steðgar.
Til § 4
Fyri at fáa lógina í gildi skjótast til ber, verður
vanligi kunngerðarhátturin frávikin soleiðis, at lógin fær gildi, tá hon verður
upplisin í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Skjøl:
Skjal A. Sáttmáli millum Maskinmeistarafelagið og SEV
Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:
Anfinn Kallsberg | Kjartan Joensen | Sverre Midjord |
Gerhard Lognberg | Henrik Old | Jákup Mikkelsen |
Vilhelm Johannesen | Jørgen Niclasen | Andrias Petersen |
John Johannessen | Kristian Magnussen | Óli Breckmann |
Heðin Zachariasen | Poul Michelsen | Lisbeth L. Petersen |
Olav Enomoto | Kaj Leo Johannesen | Marjus Dam |
1. viðgerð 6. juli 2005. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 6. juli 2005 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 6. juli 2005, og eftir 1. viðgerð tann 6. juli 2005 er tað beint vinnunevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 6. juli 2005.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri stýrið og leiðsluna hjá SEV, umboð fyri Maskinmeistarafelagið og landsstýrismannin í fíggjarmálum.
Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen, Gerhard Lognberg) hevur hesar viðmerkingar.
Undir viðgerðini í Løgtinginum varð ført fram, um tað ikki hevði verið smidligari, um landsstýrismaðurin ikki skal góðkenna sáttmálan millum Elfelagið SEV og Maskinmeistarafelagið í hvørjum einstøkum føri.
Nevndarviðgerðin hevur staðfest, at landsstýrismaðurin, sambært § 5, stk. 5 í kommunustýrislógini skal góðkenna allar sáttmálar um lønar- og setanarviðurskifti fyri kommunal starvsfólk. Sostatt ásannar meirilutin í nevndini, at ikki ber til at taka einstakan sáttmála burtur úr heildini. Meirilutin í nevndini tekur undir við uppskotinum um at leingja sáttmálan og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Ein minniluti í nevndini (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) tekur ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað. Minnilutin hevur hesar viðmerkingar:
Tað er ein fullkomiliga óhoyrd støða, at eitt framkomið samfelag kann hava tann trupulleikan, at ein vantandi sáttmáli elvir til arbeiðssteðg, har streymveitingin í landinum verður skamtað.
Hetta er tekin um ein skipanarligan trupulleika, sum má loysast við ábyrgd og áliti millum partarnar í málinum soleiðis, at hetta ikki kann endurtaka seg.
Landsstýrið hevur sjálvt skapt bráðfeingis trupulleikan, sum er íkomin við arbeiðssteðginum á verkunum hjá SEV, tá landsstýrismaðurin noktaði at góðkenna sáttmálan millum partarnar og ikki tók stig til at finna aðra loysn beinanvegin.
Sambært løgtingslógini um kommunustýri skal landsstýrismaðurin góðkenna sáttmálarnar hjá kommunalum arbeiðsgevara og tað er hetta amboð, sum nú hevur verið nýtt.
Landsstýrið hevur so valt – heldur enn at loysa trupulleikan frá grundini – at leggja uppskot fyri Løgtingið um at lóggeva maskinmeistararnar aftur til arbeiðis. Sambært landsstýrinum, so verður hetta eisini gjørt til tess at forða fyri, at gjørdi sáttmálin verður grundarlagið undir sáttmálasamráðingum millum landið og feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum í heyst. Harvið hevur landsstýrið tengt hesi viðurskifti saman og nýtir nú Maskinmeistarafelagið sum jarnbrot til at fáa Løgtingið at leggja seg út í sáttmálasamráðingarnar, sum koma.
Henda loysn er stuttskygd og brýtur grundleggjandi prinsipp í samráðingarrættinum. Hetta fer at elva til grundleggjandi misálit millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og fer at forða fyri skilagóðum loysnum frameftir, har allir partar taka ábyrgd av at fáa ein skipaðan arbeiðsmarknað.
Tí vísir minnilutin til eina loysn, sum bæði Maskinmeistarafelagið og SEV hava váttað á fundi í vinnunevndini, at tey kunnu góðtaka, og sum loysir trupulleikarnar frá grundini og ásetur eitt greitt ábyrgdarbýti millum partarnar frameftir uttan at gera seg inn á rættindini og ábyrgdina hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum váttaði somuleiðis á sama fundi, at var § 5, stk. 5 í løgtingslógini um kommunustýri ikki ein partur av lógini, og hann einki hevði við samráðingarnar ímillum í hesum førinum SEV og Maskinmeistarafelagið at gera, tá hevði hann ikki mett at semjan millum partarnar hevði havt nakran týðning fyri samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum annars í heyst.
Um § 5, stk. 5 í kommunustýrislógini verður broytt soleiðis, at landsstýrismaðurin ikki skal góðkenna sáttmálar um setanar- og lønarviðurskifti millum Elfelagið SEV og Maskinmeistarafelagið, er hetta í semju við allar partar, og hevði hetta sloppið politiska myndugleikanum burtur úr tí vitleysu konfrontasjóns kós, sum landsstýrið hevur lagt seg á í arbeiðsmarknaðarmálum, og sum ivaleyst fer at hava rættiliga óhepnar fylgjur við sær fyri samfelagið bæði upp á styttri og longri sikt.
Minnilutin mælir til, at uppskot um at broyta kommunustýrislógina verður lagt fyri tingið og samtykt innan 1. september 2005, har leikluturin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum í sáttmálunum millum kommunalar arbeiðsgevarar og fakfeløg verður tikin burtur í lógini um kommunustýri.
Henda loysn setir ábyrgdarbýtið greitt upp. Hon gevur pørtunum álit, og hon fer at gagna skipaðum viðurskiftum á arbeiðsmarknaðinum frameftir.
Rættast hevði verið, um landsstýrismaðurin tók hetta uppskotið aftur, og landsstýrið skjótast tilber legði uppskot fyri tingið um at broyta kommunustýrislógina samsvarandi omanfyri nevndu viðmerkingum. Hetta hevði borgað fyri, at ein skilagóð loysn kundi fingist á tí óhepnu støðu, sum samfelagið í dag stendur í.
2. viðgerð 6. juli 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 20-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 6. juli 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-0-9. Málið avgreitt.
Ll.nr. 96 frá 07.07.2005