42 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 23. februar, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg

um broyting í løgtingslóg um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.

 

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 1995 um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m., sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 20. mai 1996, og sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 13. mai 1997, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      Í § 11 verður aftaná orðið “stakgreinaundirvísing” sett: “og sum sjálvlesandi”.

2)      Í § 14, stk. 2 verður aftaná ”kann áseta reglur um” sett: ” felagsbýtisnevnd og”.

3)      § 20, stk. 1 verður orðað soleiðis: ”Rektarin setir og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk.”

 

§ 2 

Henda lóg kemur í gildi 1. apríl 2005.

 

1. Almennar viðmerkingar

Við hesum verður lagt fram uppskot um “Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.”

Talan er um tríggjar broytingar, sum eru av innihaldsligum slag. Broytingarnar og orsøkirnar til, at mælt verður til at gera broytingar í løgtingslóg um hægri fyrireikingarpróvtøku, verða við hesum lýstar punkt fyri punkt:

 

Broyting nr

  1. Í § 11 er tilskilað, at HF-próvtøka eisini kann takast sum stakgreinalestur, men fyribrigdið sjálvlestur er ikki nevnt, hóast tað er ein vanligur háttur at taka stakar HF-lærugreinir uppá. Við at tilskila orðið sjálvlestur í lógini verður hetta útbúgvingartilboðið greitt fevnt av lógini.Tað verður í lógini tilskilað, at lógin eisini fevnir um sjálvlesandi. HF-lógin fevnir sostatt á sama hátt sum hinar gymnasialu útbúgvingarnar um trý sløg av næmingum: fulltíðarlesandi, stakgreinalesandi og sjálvlesandi.

 

  1. Í galdandi lóg er ongin áseting, sum gevur heimild til at seta býtisnevnd, sum kann býta næmingar millum undirvísingarstøðini. Uppskotið gevur hesa heimildina, soleiðis at hesi viðurskifti eru tey somu sum á studentaskúlunum.

 

  1. Í § 13, stk. 1 í galdandi løgtingslóg um Hægri fyrireikingarpróvtøku v.m. er tilskilað, at “Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi lærarar. Setan og uppsøgn fer fram eftir tilmæli frá rektaranum.” Skotið verður upp, at § 13, stk. 1 verður broytt til: “Rektarin setir og loysir lærarar og onnur starvsfólk úr starvi”. Sambært broytingini verður tað rektarin, ið setir lærarar í  starv m. a. sambært teimum ásetingum, ið eru tilskilaðar í “Kunngerð um lærararáð á studentaskúlum og HF-skeiðum”. Við at leggja ábyrgdina av setan av lærarum í fast starv út til rektararnar, fer starvssetan á studentaskúla- og HF-økinum fram á sama hátt sum í hinum miðnámsútbúgvingunum. Bæði út frá fyrisitingarligum og leiðslupolitiskum sjónarmiðum er tað rættari, at tað er rektarin, sum er setanarmyndugleiki.

 

Lógaruppskotið er sent studentaskúlunum, HF-skeiðunum umframt Yrkisfelagi Studentaskúla- og HF-lærara til ummælis. Hesir partar taka undir við ætlaðu broytingunum.

 

2. Avleiðingar av uppskotinum:

 

 

Fyri landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri øki í landinum

Fyri ávísar bólkar

Fyri vinnuna

Fíggjarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

 

 

a. Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri landsmyndugleikar

Lógaruppskotið hevur ta avleiðing, at setanin av lærarum í fast starv á studentaskúlunum og HF-skeiðunum kann fáa eina skjótari viðgerð, av tí at avgerðin verður tikin av skúlanum/skeiðnum sjálvum. Fyri Mentamálaráðið merkir hetta minni arbeiðsbyrðu, tó ikki so stóra minking, at starvsfólk verða søgd úr starvi av hesi orsøk. Skúlarnir gera frammanundan tað fyrireikandi arbeiðið við setanarsamrøðum, tilmæli o.ø. so sjálv setanin vil ikki geva stóra eykabyrðu. Umleið 100 umsøkjarar eru um árið til føstu størvini á studentaskúlunum/HF-skeiðunum.

 

b. Umhvørvisligar og altjóða avleiðingar

Ongar

 

c. Sosialar avleiðingar

Ongar

 

3. Serligar viðmerkingar

§ 1

ad 1

Næmingar kunnu nú innskriva seg til próvtøku uttan at hava fylgt undirvísingini frammanundan. Ein sjálvlesandi fer altíð til próvtøku í fullum pensum.

 

ad 2

Heimild fyri at seta býtisnevnd, sum formliga tekur sær av býtinum av næmingum millum skúlarnar

 

ad 3

Í sambandi við lógarbroytingina skulu HF- skeiðini gera eina dygdarmenningarskipan, ið greitt tilskilar, hvussu umsóknarmannagongdin er. Dygdarmenningarskipanin skal vera í samsvari við setanarpolitikk landsins m.a. um setanarnevnd, setanarsamrøður og útskriving av setanarbrævi.

 

§ 2

 

Ongar viðmerkingar.

 

1. viðgerð 3. mars 2005. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 10. mars 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 23. februar 2005, og eftir 1. viðgerð tann 3. mars 2005 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 8. mars 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Mentamálaráðið.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 5. príl 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 13. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.


Ll.nr. 36 frá 20.04.2005