26  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 23. februar, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a.

 

§ 1

 

“Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 3. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar: 

 

1)      § 12 verður orðað soleiðis:

§ 12. Persónlig viðbót kann veitast einum pensjónisti, sum hevur serliga trupul kor.

Stk. 2. Verður persónlig viðbót veitt til avdráttarpartin av terminsgjøldum, skal hjálpin afturgjaldast.

Stk. 3. Avgerð kann verða tikin um, at persónlig viðbót skal afturgjaldast, tá

1)      persónlig viðbót verður veitt orsakað av skilaleysari peninganýtslu,

2)      tað um játtanarmundið eru viðurskifti, ið vísa, at pensjónisturin sjálvur innan stutta tíð verður førur fyri at gjalda hjálpina aftur,

3)      pensjónistur, ið hevur fingið persónliga viðbót, seinni fær eina upphædd útgoldna til sama endamál og fyri sama tíðarskeið, sum persónliga viðbótin.

Stk. 4. Afturgjaldskrav kann bert verða sett fram, um mett verður, at pensjónisturin er førur fyri at bera útreiðslurnar, uttan at pensjónistinum vantar tað, ið er mett hóskandi til egið uppihald ella uppihaldsskyldu mótvegis øðrum.

Stk. 5. Afturgjald sambært stk. 2 og stk. 3, nr. 1 og 2 kann einans krevjast, um pensjónisturin, tá persónliga viðbótin verður játtað, verður kunnaður um afturgjaldskylduna.

Stk. 6. Afturgjaldskrav sambært stk. 2 verður tryggjað við at stovna og tinglýsa veðskuldarbræv ella skaðaloysisbræv í ognini, sum hjálpin viðvíkur.

Stk. 7. Afturgjaldskravið sambært stk. 2 fellur til gjaldingar við eigaraskifti. Afturgjaldskravið kann avskrivast, um tað í sambandi við eigaraskifti vísir seg, at verður afturgjaldskravið gjørt galdandi, hevur hetta við sær órímiligar fíggjarligar avleiðingar fyri viðkomandi ella persónar, viðkomandi hevur uppihaldsskyldu mótvegis.

Stk. 8.  Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um

1)      veiting av persónligari viðbót eftir stk. 1, herundir møguligt egingjald,

2)      afturgjalding sambært stk. 2-7.”

 

2)      Í § 19, stk. 2 verða orðini “Grundupphæddin til fyritíðarpensjón verður lækkað á sama hátt og í framhaldi av veitingum eftir stk. 2” strikað.

 

3)      § 20 verður orðað soleiðis:

”Inntøkugrundarlagið er seinast uppgjørda skattskylduga inntøkan sambært skattalógini, undantikið

1)      sosialar pensjónir, herímillum pensjón eftir hesi lóg og sosial pensjón, útgoldin sambært lóg í einum landi, sum sáttmáli er gjørdur við um pensjón og sosialar veitingar annars við samsvarandi endamáli, og

2)      arbeiðsmarknaðareftirløn sambært lóg um arbeiðsmarknaðareftirløn.

Stk. 2. Afturat inntøkuni sambært stk. 1 skulu leggjast:

1)      nettoinntøkur, ið verða skattaðar eftir reglunum í kapitalvinningsskattalógini og

2)      inntøka av fyribils uppihaldshjálp eftir forsorgarlógini, tá viðkomandi, eftir at forsorgarhjálpin er hildin uppat, heldur fram at móttaka ta inntøku, forsorgarhjálpin varð veitt sum endurgjald fyri.

Stk. 3. Tíðarskeiðið fyri uppgerð av inntøkugrundarlagnum er seinasta álíknaða inntøkuárið.

Stk. 4. Fyrsta pensjónsútrokningin verður grundað á væntaða ársinntøku frameftir, um inntøkan broytist varandi aftaná pensjónstillutan.

Stk. 5. Ein frádráttur verður gjørdur í inntøkugrundarlagnum sambært stk. 1-4.

Stk. 6. Tað eftir stk. 1-5 uppgjørda inntøkugrundarlagið verður avrundað niðureftir til næstu upphædd, ið kann býtast við 100.”

 

4)      Í § 30  verður aftaná stk. 5 sum nýtt stk. sett:

Stk. 6. Læknaváttanir, sum Almannastovan biður um, og aðrar útreiðslur, sum eru fylgja av tilráðingini, verða goldnar sambært hesi lóg.”

Stk. 6 verður hereftir stk. 7

 

5)      § 32, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2. Pensjón annars verður veitt frá  1. í mánaðinum aftaná, at treytirnar eru loknar, tó í fyrsta lagi frá 1. í mánaðinum aftaná dagfestingina fyri móttøku av umsóknini.”

 

6)      Í § 35 verður aftaná 1. pkt. sum nýtt 2. pkt. sett: ”Almannastovan kann heimila, at annar myndugleiki ella avvarðandi vegna Almannastovuna umsitur pensjónina fyri viðkomandi.”

2. pkt. verður hereftir 3. pkt.

 

§ 2

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2005.

Stk. 2. Ásetingin í § 12, stk. 5 um umsorgararbeiði fyri pensjónistar í galdandi lóg verður tó verandi í gildi til 31. desember 2005.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Persónlig viðbót og umsorgararbeiði

Almannapensjónslógin, § 12, heimilar veiting av persónligari viðbót til pensjónistar, ið hava serliga trupul kor. Í førum, har persónlig viðbót verður veitt til útreiðslur av egnum bústaði, eru í § 12, stk. 2-6 ásettar reglur um, í hvørjum førum ein veitt persónlig viðbót skal afturgjaldast.

 

Nærri reglur viðvíkjandi afturgjalding av útreiðslum til egnan bústað sambært almannapensjónslógini og forsorgarlógini verða ásettar í kunngerð. Høvuðsinnihaldið í kunngerðini um afturgjalding verður leiðreglur fyri afturgjalding av tí stuðli, sum verður veittur til útreiðslur av egnum bústaði, umframt reglur um, at afturgjalding í serligum førum ikki skal vera galdandi við eigaraskifti.

 

Umframt hetta eru nakrar málsligar tillagingar gjørdar í § 12.

 

Almannapensjónslógin, § 12, heimilar eisini, at stuðul kann veitast til umsorgararbeiði til pensjónistar. Her hevur m.a. Landsgrannskoðanin víst á, at lógarásetingin ikki lýkur treytirnar fyri lógarbundnari játtan sambært játtanarskipanini. Mett verður ikki, at umsorgararbeiði hevur nakað við viðbøtur til pensjónistar at gera, og tískil verður skotið upp at strika heimildina í almannapensjónslógini um stuðul til umsorgararbeiði. Í staðin verða reglur viðvíkjandi umsorgararbeiði ásettar í serligari studningslóg.

 

Inntøkugrundarlagið

Eisini verður  broyting gjørd í § 20 um áseting av inntøkugrundarlagnum, tá pensjónir sambært lógini skulu ásetast. Í § 20 verður m.a. víst til Rentuskattalógina, sum ikki longur er í gildi. Tískil er neyðugt at nágreina ásetingar í § 20, m.a. soleiðis at víst verður til galdandi lóg.

 

Læknaváttanir

Tá søkt verður um pensjón sambært lógini, skal Almannastovan senda umsókn og tilráðing um fyritíðarpensjón grundað á avlamni til Vanlukkutryggingarráðið, men í lógini er ikki ásett, hvussu útreiðslurnar av tilráðingini, serliga læknaváttanir, skulu gjaldast. Tískil verður skotið upp, at nýtt stk. verður sett í lógina, har heimild verður at gjalda fyri umbidnar læknaváttanir. Samstundis verður nýggj serstøk konta stovnað á fíggjarlógini til gjald av læknaváttanum.

 

Umsiting av pensjón hjá fólki á sambýlum

Sambært § 35 í almannapensjónslógini skal Almannastovan, tá ið hon verður varug við, at ein pensjónistur ikki eigur at hava avgerðarrætt yvir pensjónini, taka avgerð um, hvussu pensjónin skal útgjaldast.

 

Almannastovan hevur eftir hesi heimild umsitið pensjón til búfólk á sambýlum, ið ikki eru før fyri at umsita sína egnu pensjón. Skipanin hevur virkað á tann hátt, at Almannastovan hevur latið heimildina til at umsita hesar pensjónir til Serforsorgina, ið fram til 1. juli 1998 var ein deild undir Almannastovuni. Serforsorgin hevur umsitið pensjónirnar, soleiðis at leiðarin á avvarðandi sambýli hevur havt ábyrgdina av at umsita pensjónina til tað einstaka búfólkið.

 

Serforsorgin varð tann 1. juli 1998 flutt frá Almannastovuni til Almanna- og heilsumálastýrið, nú Almanna- og heilsumálaráðið. Serforsorgin er nú ein partur av Heimarøktini, og verður stovnurin kallaður ”Heimarøktin og Serforsorgin”.

 

Sambært § 35 í almannapensjónslógini og viðmerkingunum til hesa grein hevur Almannastovan ikki heimild at lata ábyrgdina av at umsita pensjón fyri tey fólk, ið eru umfatað av greinini, til ein stovn uttan fyri Almannastovuna.

 

Skipanin við umsiting av pensjónum sambært § 35 virkar væl, og mett verður, at tað fer at skapa trupulleikar í skipanini, um mannagongdin hesum viðvíkjandi verður broytt.

 

Tískil er ein broyting gjørd í almannapensjónslógini, soleiðis at tað í § 35, aftaná fyrsta punktum, verður sett inn: “Almannastovan kann í hesum førum heimila, at annar myndugleiki ella avvarðandi vegna Almannastovuna umsitur pensjónina fyri viðkomandi.”

 

Hoyringssvar

Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá Almannastovuni, Vanlukkutryggingarráðnum, Føroya Kærustovni, Toll- og Skattstovu Føroya, Landsfelag Pensjónistanna og MBF.

 

Vanlukkutryggingarráðið hevur ikki svarað. MBF og Landsfelag Pensjónistanna høvdu ongar viðmerkingar. Viðmerkingar frá Almannastovuni, Føroya Kærustovni og Toll- og Skattstovu Føroya eru hjálagdar.

 

Tvær broytingar eru framdar í lógaruppskotinum eftir hoyringina.  Ætlanin var at broyta § 21, ið fevnir um umrokning og eftirrokning av pensjónum, í hesum broytingaruppskoti.

 

Harumframt var ætlanin at áseta nýggja heiti eftirsetuviðbót til einkjur og einkjumenn við uppihaldsskyldu mótvegis børnum undir 18 ár, ístaðin fyri avlamisviðbót, sum kann veitast í dag.

 

Av tí, at tað verður mett neyðugt, at nøkur viðurskifti kring hesar ætlaðu lógarbroytingar verða kannað nærri, áðrenn broytingarnar verða framdar, er avgjørt at útseta hesar ætlaðu broytingar.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

Uppskotið til broyting í almannapensjónslógini hevur bert smávegis fíggjarligar avleiðingar fyri landið við sær.

 

At heimildin at veita stuðul til umsorgararbeiði verður flutt, hevur sjálvandi ta avleiðing, at játtanin til umsorgararbeiði verður flutt frá almannapensjónslógini til aðra kontu á fíggjarlógini.

Játtanirnar til umsorgararbeiði seinastu árini hava verið:

 

                      2002: 6,0 mió kr.

                      2003: 4,6 mió kr.

                      2004: 5 mió kr. (meting)

 

Við fíggjarlógini fyri 2005 er játtanarslagið broytt frá eini lógarbundnari játtan til eina stuðulsjáttan, og merkir hetta, at stuðul bert verður veittur upp til samlaðu játtanina.

 

Persónlig viðbót kann veitast til avdráttarpartin av terminsgjøldum ella til aðrar útreiðslur av egnum bústaði. Sambært verandi lógaráseting ”kann avgerð verða tikin um, at hjálpin skal afturgjaldast”. Ásett verður, at um persónlig viðbót verður veitt til avdráttarpartin av terminsgjøldum ella til aðrar útreiðslur av egnum bústaði, skal hjálpin afturgjaldast. Tó verður eisini heimild fyri fráviki av afturgjaldskylduni. Broytingin fær ongar fíggjarligar avleiðingar, tí Almannastovan longu hevur ta siðvenju at krevja hjálpina aftur.

 

Broytingarnar í § 30 hava við sær meirútreiðslur til læknaváttanir. Verandi mannagongd er tann, at tá tað viðvíkur umsóknum um fyritíðarpensjón, sum eru gingnar á møti, ávísir Vanlukkutryggingarráðið (FUR) gjald fyri læknaváttanir av eini kontu, sum Almannastovan hevur ræðisrættin yvir. Tá umsóknir ikki verða gingnar á møti, verða læknaváttanir als ikki goldnar. Sambært uppskotinum fær Almannastovan heimild at gjalda læknaváttanir, sum eru neyðugar fyri at gera tilráðing um pensjón, og tað verður upprættað ein serstøk konta á fíggjarlógini til læknaváttanir.

 

Talan er um áleið 15-20 læknaváttanir um árið, sum ikki verða goldnar, orsakað av at umsóknir um fyritíðarpensjón ikki verða gingnar á møti, svarandi til eina útreiðslu upp á áleið 18-20.000 kr. árliga. Fyri læknaváttanir, har umsókn um fyritíðarpensjón verður gingin á møti, verður talan um at flyta útreiðslur av eini kontu yvir á eina aðra kontu á fíggjarlógini. Fyrsta árið verður tó talan um eykaútreiðslur upp á 80-90.000 kr., orsakað av at Almannastovan hevur áleið 70 ógoldnar kommunu- og serlæknaváttanir liggjandi.

 

Sambært hagtølum frá Almannastovuni fyri 2003 vóru útreiðslurnar til læknaváttanir hesar:

 

                                                               Tilsamans kr.                                     herav FUR kr.

 

Lægsta fyritíðarpensjón                                     92.000                                                73.700

Miðal fyritíðarpensjón                                       91.000                                                53.600

Hægsta fyritíðarpensjón                                    44.000                                                         0

Avlamisveiting                                                    4.000                                                         0

Tilsamans                                                       231.000

 

Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Um broytingaruppskotið verður samtykt, fer tað at hava lítlar umsitingarligar avleiðingar við sær.

 

Stuðul til umsorgararbeiði kann ikki longur veitast sambært almannapensjónslógini. Í staðin verða reglur viðvíkjandi umsorgararbeiði ásettar í serligari studningslóg.

 

Lógaruppskotið hevur ikki umsitingarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

 

Vinnuligar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur ikki fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Lógaruppskotið at broyta almannapensjónslógina hevur ikki umhvørvisligar avleiðingar við sær.

 

Avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar

Lógaruppskotið at broyta almannapensjónslógina hevur ikki avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar við sær.

 

Sosialar avleiðingar og avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar/felagsskapir

Fyri móttakarar av stuðli til umsorgararbeiði er avleiðingin, at umsorgararbeiði ikki longur kann stuðlast sambært almannapensjónslógini.

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Lógaruppskotið hevur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Yvirlit yvir avleiðingar.

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

 

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

Ad. nr. 1)

Høvuðssjónarmiðið fyri, at persónlig viðbót til útreiðslur til egnan bústað skal gjaldast aftur, er, at tað almenna ikki eigur at veita stuðul til at økja um virðið av ognini hjá einum borgara. Stuðul til egnan bústað eigur einans at verða latin, tá allir aðrir møguleikar eru troyttir, eisini møguleikarnir at umleggja lánini, soleiðis at pensjónisturin sjálvur kann gjalda. Ein meting eigur eisini at verða gjørd av møguleikanum hjá pensjónistinum at selja ognina og finna sær ein annan bíligari bústað, sum hann sjálvur er førur fyri at rinda kostnaðin av.

 

Sambært stk. 7 fellur afturgjaldskravið til gjaldingar við eigaraskifti. Afturgjaldskrav verður bert sett fram, um mett verður, at pensjónisturin hevur møguleika at gjalda, og at hetta ikki hevur við sær, at hann ikki megnar at uppihalda sær sjálvum ella halda sínar uppihaldsskyldur.

 

Heimilað verður landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um afturgjalding og at víkja frá reglunum um, at kravið fellur til gjaldingar við eigaraskifti.

 

Treytin fyri, at afturgjald kann krevjast, er, at móttakarin frammanundan er kunnaður um afturgjaldskravið.

 

Í § 12, stk. 3 verður ásett í hvørjum øðrum førum persónlig viðbót kann krevjast aftur. Persónlig viðbót kann krevjast aftur, um hon verður veitt orsakað av skilaleysari peninganýtslu. Her kann talan t.d. vera um, at ein pensjónistur gevur burtur alla sína ogn og seinni ikki megnar at svara hvørjum sítt. Eisini kann afturgjald krevjast í førum, har tað um játtanarmundið vísir seg, at pensjónisturin innan stutta tíð verður førur fyri at gjalda. Har kann t.d. vera talan um hjálp til búseting aftaná hjúnaskilnað.

 

Afturgjaldskrav kann eisini setast fram, um tað vísir seg, at pensjónisturin hevur fingið hjálp, sum verður veitt til sama endamál og fyri somu tíð, sum ein onnur veiting fevnir um (dupult uppihald). Í hesum sambandi er ikki krav um kunning frammanundan. Til dømis kann reglan verða nýtt í førum, har ein pensjónistur hevur fingið persónligt ískoyti til húsaleigu ella lán, og seinni í sambandi við hjúnaskilnað fær játtað uppihaldspening, ið fevnir um sama tíðarskeið, og har upphaldspeningurin eisini er ætlaður at fevna um útreiðslur til uppihalds, herímillum bústaðarútreiðslur.

 

Um ein pensjónistur ikki er førur fyri at gjalda alt tað kravda aftur í einum, kann ein avtala um eina avdráttarskipan verða gjørd. Í sambandi við at afturgjaldskrav verður sett fram, skulu atlit takast til møguleikan hjá pensjónistinum at uppihalda sær og sínum.

 

Í serligum førum kann Almannastovan sambært § 12, stk. 7, 2. pkt. avskriva afturgjaldskravið, um tað í sambandi við eigaraskifti vísir seg, at um afturgjaldskravið verður gjørt galdandi, hevur tað við sær órímiligar fíggjarligar avleiðingar fyri viðkomandi ella persónar, viðkomandi hevur uppihaldsskyldu mótvegis.

 

Ad nr. 2)

Í broytingini verður § 19, stk. 2, 3. pkt. strikað. § 19, stk. 2, 3. pkt. og stk. 3 hava sama týdning, og tískil verður annað av teimum strikað.

 

Ad. nr. 3)

§ 20 í almannapensjónslógini ásetur, hvørjum inntøkugrundarlagi pensjónin skal ásetast eftir. Høvuðsásetingin er, at inntøkugrundarlagið er seinast uppgjørda skattskylduga inntøkan sambært skattalógini. Inntøka skal her skiljast sum lønar- og eftirlønarinntøka, samsýning, inntøka av sjálvstøðugum virki og landbúnaði, húsaleiguinntøka, virði av fríum ágóðum og annað tílíkt sambært skattauppgerðini (álíkningini), umframt avkast av fíggjarognum.

 

Við í inntøkuna skulu ikki roknast sosialar pensjónir, hvørki fólka- ella fyritíðarpensjón, ella líknandi pensjónir frá øðrum landi, sum sáttmáli er gjørdur við um pensjón og sosialar veitingar.

 

Arbeiðsmarknaðareftirløn sambært løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn skal heldur ikki íroknast inntøkugrundarlagið. Henda arbeiðsmarknaðareftirløn er m.a. ætlað sum eitt ískoyti til fólkapensjónina.

 

Kapitalvinningsskattalógin kom í gildi í 2001. Umframt rentuinntøkur verða eisini niðanfyristandandi inntøkur skattaðar sambært kapitalvinningsskattalógini:

 

-         vinningsbýti,

-         vinningur og tap av partabrøvum, íløguprógvum og líknandi,

-         vinningur og tap av fíggjarkrøvum og skuld,

-         vinningur og tap av keyps- og sølurættindunum til partabrøv v.m. og fíggjarkrøv fevnd av kapitalvinningsskattalógini.

 

Afturat inntøkuni skulu allar nettoinntøkur, ið verða skattaðar sambært kapitalvinningsskattalógini, íroknast inntøkugrundarlagið.

 

Nettotap ella nettohall eftir kapitalvinningsskattalógini skal ikki takast við í inntøkugrundarlagið.

 

Í uppgerðini av inntøkugrundarlagnum verður ein frádráttur gjørdur. Frádráttarfría upphæddin er ásett í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum. Upphæddirnar í lógini verða javnaðar á hvørjum ári, og sambært § 6 í lógini ásetir landsstýrismaðurin við kunngerð javnaðu almannaveitingarnar í seinasta lagi 1. januar á hvørjum ári.

 

Ad. nr. 4)

Tær læknaváttanir, sum Almannastovan biður um í sambandi við tilráðing av umsóknum um pensjón, skulu ”gjaldast sambært hesi lóg”, og ein serskild konta til læknaváttanir og tilráðing annars verður sett á fíggjarlógina.

 

Ad. nr. 5)

Nágreinað verður, at pensjónin ikki verður ásett fyrr enn 1. í mánaðinum aftaná, at treytirnar eru loknar. Hetta er fyri at lætta um umsitingina hjá Almannastovuni, soleiðis at tað slepst undan at veita pensjón frá mitt í einum mánaði, sum kann vera sera trupul at áseta.

 

Ad. nr. 6)

Sambært § 35 í almannapensjónslógini skal Almannastovan, tá ið hon verður varug við, at ein pensjónistur ikki eigur at hava avgerðarrætt yvir pensjónini, taka avgerð um, hvussu pensjónin skal útgjaldast.

 

Serforsorgin er ein partur av Heimarøktini og Serforsorgini. Ásett verður tí í lógini, at Almannastovan kann heimila, at annar myndugleiki ella avvarðandi vegna Almannastovuna umsitur pensjónina hjá viðkomandi.

 

Til § 2:

Lógarinnar gildiskoma verður ásett.

Í stk. 2 er ásett er skiftisregla soleiðis, at gamla heimildin í § 12, stk. 5 um stuðul til umsorgararbeiði verður verandi í gildi til 31. desember 2005. Hetta er grundað á, at lógin um stuðul til umsorgararbeiði fyri pensjónistar ikki fær virknað fyri veitingar fyrr enn frá 1. januar 2006.

 

Mett hevur verið rættast, ikki at lata lógina um stuðul til umsorgararbeiði fáa virknað fyrr enn 1. januar 2006. Almanna- og heilsumálaráðið hevur fingið upplýst, at siðvenjan er, at flestu umsóknirnar  um stuðul til umsorgararbeiði snúgva seg um stuðul frá januar til desember í einum ári. Tískil verður mett rættast at áseta virknaðin fyri lógina til januar 2006, soleiðis at stuðulsjáttanin verður lættari at umsita

 

Fylgiskjøl

Skjal 1: Hoyringssvar frá Almannastovuni

Skjal 2: Hoyringssvar frá Føroya Kærustovni

Skjal 3: Hoyringssvar frá Toll- og Skattstovu Føroya

1. viðgerð 3. mars 2005. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 6. apríl 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit 

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann  23. februar 2005, og eftir 1. viðgerð 3. mars 2005 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann  6. apríl 2005.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

 2. viðgerð 20. apríl 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 27. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 45 frá 09.05.2005