Handilstiltøk - UNITA í Angola

 

59  Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. februar, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um úrgildissetan av løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola 

§ 1.

Løgtingslóg nr. 87 frá 28. november 2002 um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola verður sett úr gildi.

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.  

ALMENNAR VIÐMERKINGAR

Danska uttanríkisráðið hevur um ríkisumboðsmannin í Føroyum boðað frá, at Trygdarráð Sameindu Tjóða hevur við hjáløgdu samtykt 1448 hin 9. december 2002 avgjørt at seta tiltøkini mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola úr gildi. Samtyktirnar nr. 864 (1993), nr. 1127 (1997), nr. 1173 (1998) og nr. 1176 (1998) hjá Trygdarráði Sameindu Tjóða hava sostatt ikki gildi longur.

Landsstýrið mælir Løgtinginum til at samtykkja løgtingslóg um úrgildissetan av løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola. 

AVLEIÐINGAR AV UPPSKOTINUM

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

Nei

 

SERLIGAR VIÐMERKINGAR

Ongar serligar viðmerkingar eru.

1. viðgerð 6. februar 2003. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 4. mars 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. februar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 6. februar 2003 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 4. mars 2003.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 6. mars 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 10. mars 2003.
Av tí at telduskipanin ikki var tøk, vórðu allar atkvøðugreiðslurnar sambært § 76 í tingskipanini. Atkvøtt varð við navnakalli. Formaðurin heitti á tingmenninar Heðin Mortensen og Jógvan á Lakjuni um at telja atkvøðurnar.
Ja atkvøddu: Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen, Heðin Mortensen, Marjus Dam, Bárður Nielsen, Kaj Leo Johannesen, Heini O. Heinesen, Rúni Hentze, Kristina Háfoss, Tórbjørn Jacobsen, Niklái Petersen, Jógvan Arge, Gerhard Lognberg, Andrias Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Henrik Old, Kristian Magnussen, Vilhelm Johannesen, Jóannes Eidesgaard, Jenis av Rana, Kári P. Højgaard, Jákup Mikkelsen, Poul Michelsen, Heðin Zachariasen, Jógvan á Lakjuni, Óli Breckmann og Edmund Joensen.
Eingin atkvøddi nei.
Eingin atkvøddi blankt.
Burturstaddir: Johan Dahl, Finnur Helmsdal, Hergeir Nielsen, Jørgen Niclasen og Jógvan við Keldu.
Uppskotið endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 33 frá 18.03.2003