10 Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti
undir 1. viðgerð
D.
Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)
Ár 2002, 24. september, legði Høgni Hoydal, varaløgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
Uppskottil
løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola
Henda lóg hevur til endamáls at útinna samtyktir Trygdarráð Sameindu Tjóða nr. 864 (1993), nr. 1127 (1997), nr. 1173 (1998) og nr. 1176 (1998).
§ 1. Tað er bannað at útinna slíkt virksemi, sum er nevnt í pkt. 1) - 6), og somuleiðis eru atgerðir bannaðar, ið hava til endamáls at fremja tílíkt virksemi:
§ 2.. Tað er bannað at selja ella at royna at selja, avhenda, flyta ella á annan hátt at veita til UNITA í Angola:
Stk. 2. Útflutningur til Angola av vørum og tænastum, nevndar í stk. 1, kann einans verða framdur lógliga umvegis innflutningsleiðirnar ásettar í §1, pkt. 2.
§ 3. Persónar, heruppií
nevndarlimir í virkjum, ið bróta §§ 1 og 2, verða eftir § 110c, stk. 2 í
revsilógini revsaðir við bót, hefti ella undir herðandi umstøðum við fongsli í
upp til fýra ár.
Stk. 2. Er brotið framt av partafelag, lutafelag, smápartafelag ella líknandi,
kann verða álagt felagnum sum slíkum bót.
§ 4. Hald verður lagt á vinning av virksemi, ið er revsivert smb. § 3 í hesi lóg. § 75, stk. 1, 2. pkt., § 76, stk. 1 og stk. 3-5, og § 77, stk. 1 og 3 í revsilógini galda samsvarandi fyri tað, ið hald verður lagt á sambært hesi grein.
§ 5. Henda lóg fevnir eisini um føroyingar, sum í avmarkaðum tíðarskeiði uppihalda seg uttanlands, og um løgfrøðiligar persónar, sum eru skrásettir í Føroyum.
§ 6. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
ALMENNAR VIÐMERKINGAR
Danska uttanríkisráðið hevur um ríkisumboðsmannin í Føroyum heitt á
Løgmansskrivstovuna um at skipa so fyri, at Føroyar fremja ávís handilstiltøk ímóti
uppreistrarrørsluni UNITA í Angola, samsvarandi samtyktum nr. 864 (1993), nr. 1127
(1997), nr. 1173 (1998) og nr. 1176 (1998) hjá Trygdarráði Sameindu Tjóða,
hjálagdar.
Landsstýrið mælir Løgtinginum til at samtykkja løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola.
AVLEIÐINGAR AV UPPSKOTINUM
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísarsam- felagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
|
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar |
|
Nei |
|
SERLIGAR VIÐMERKINGAR
Til §§ 1 og 2: Vegna tess at uppreistur hevur herjað í Angola í fleiri ár, samstundis sum uppreistrarherurin UNITA ikki enn hevur hildið sínar skyldur, sum eru fevndar av Lusaka samtyktini, og samstundis sum støðan í Angola er ein hóttan ímóti altjóða friði, hevur Trygdarráð Sameindu Tjóða samtykt fleiri fyriskipanir, ið limalondini eiga at útinna. Í 1993 varð samtykt at banna veiting av olju og vápnum til UNITA. Í 1997 og 1998 vórðu aðrar samtyktir gjørdar, sum hava til endamáls at avmarka og helst steðga virkseminum hjá UNITA.
Til §§ 3, 4 og 5: Hetta eru almennar ásetingar, ið verða nýttar í øllum tílíkum løgtingslógum samsvarandi samtyktum Trygdarráði Sameindu Tjóða.
Skjalayvirlit:
1. viðgerð 16. oktober. Tingmálini nr. 10, 11 og 12/2002 vórðu viðgjørd undir einum og øll beind í uttanlandsnevndina, sum tann 8. november 2002 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 24. september 2002, og eftir 1. viðgerð tann 16. oktober 2002 er tað beint uttanlandsnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 6. november 2002.
Nevndin hevur fingið upplýst, at viðkomandi samtyktir Trygdarráð Sameindu Tjóða enn eru galdandi.
Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
2. viðgerð 13. november 2002. §§ 1 - 6 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 19. november 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0. Málið avgreitt.
Ll. nr. 87 frá 28.11.2002