1-8 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2003-2
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D.
Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)
Ár 2003, 4. mars, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
eykajáttanarløgtingslóg
fyri mars 2003-2
Innihald
Almennar viðmerkingar
*Høvuðsyvirlit
*§6.Vinnumál
*6.37.2.
Ymiskur studningur *6.38.2.
Samferðsla *§7. Útbúgving og gransking
*7.23.2.
Fólkaskúlin v.m. *7.23.3.
Miðnámsútbúgvingar *7.24.3.
Mentanararvur *§ 9. Oljumál
*9.32.2.
Jarðfrøði o.a. *§ 11. Familju- og heilsumál
*11.11.1.
Fyrisiting *11.20.3.
Sjúkrahúsverkið v.m. *20. Inntøkur
*20.52.1.
Skattainntøkur *20.52.3.
Ymsar inntøkur *Almennar viðmerkingar
Hjálagt er fyrsta eykajáttanaruppskot frá landsstýrinum, sum lagt verður fyri Løgtingið fyri fíggjarárið 2003. Samlaði kostnaðurin av hesum uppskoti er 49,8 mió kr.
Eykajáttanirnar kunnu eisini greinast soleiðis:
Íalt . 49.800 tús. kr.
Í sambandi við avtøku av Vinnuframagrunninum verður ogn grunsins upp á 51 mió kr. tilførd landskassanum. Hetta verður roknskaparliga gjørt yvir fíggjarstøðu landsins.
Samlaða úrslitið fyri landskassan verður sostatt eitt avlop á 1,2 mió kr.
Niðanfyri er útgreining av eykajáttanarumbønunum:
Á § 6 verður biðið um 4,2 mió kr. til Vinnuframagrunnin, sum skal nýtast til at rinda skyldugan stuðul, sum landið yvirtekur í sambandi við avtøkuna av grunninum. Eisini verður fyri Strandfaraskip landsins biðið um heimild til at selja Ternuna I fyri mettar 0,3 mió kr. í sambandi við niðurleggingina av skálafjarðarleiðini.
Á § 7 verður biðið um 2,5 mió kr. til bygging av Eftirskúla til ung menningartarnað. Mælt verður til, at hetta verður fíggjað við at lækka játtanina til Miðnámsskúlan í Suðuroy við 2 mió kr. og játtanina til Bókasøvn við 0,5 mió kr., tí byggingin av miðnámsskúla og meginbókasavni í Suðuroy dregur nakað út.
Á § 9 verður biðið um 5,1 mió kr. til Jarðfrøðisavnið til at gera jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við landgrunskrøv sambært havrættarsáttmálanum.
Á § 11 verður biðið um 0,7 mió kr. Familju- og heilsumálaráðið til at gera trivnaðarkanningar, sum verða fíggjaðar við, at játtanin til Familjuøki verður lækkað við 0,7 mió kr. Til Suðuroyar sjúkrahús verður biðið um 50 tús. kr. at gjalda útlendskum serlækna í ortopædi at koma til Føroya at skurðviðgera 8 sjúklingar. Hetta verður fíggjað við, at játtanin til Serviðgerð uttanlands verður lækkað við 50 tús. kr. Til Landssjúkrahúsið, útbygging, verður biðið um 13,3 mió kr., so arbeiðið ikki steðgar upp, men verður gjørt liðugt í summar. Fyri Serviðgerð uttanlands verður harumframt biðið um heimild til, at játtanin eisini fevnir um at keypa tænastur frá útlandinum fyri serligar viðgerðir soleiðis, at til ber at viðgera sjúklingarnar í Føroyum, ístaðin fyri at senda sjúklingarnar uttanlands, um hetta hevur við sær sparingar í sjúkrahúsverkinum.
Á § 20 verður biðið um, at játtanin til Vanligan landsskatt verður lækkað við 52 mió kr. í sambandi við, at uppskot til skattalætta er lagt fyri Løgtingið. Eisini verður biðið um, at játtanin til Útluting frá Fíggingargrunninum verður hækkað við 24,5 mió kr. í sambandi við, at Føroya Banki hevur almannakunngjørt roknskapin fyri 2002.
A. Yvirlit
Játtanaryvirlit
Tús. kr. |
Nettotal |
Útreiðslur |
Inntøkur |
Útreiðsluætlan |
4.200 |
4.200 |
- |
Skattur o.t. (ætlan) |
- |
- |
- |
Løguætlan |
-300 |
- |
300 |
Handil og vinna annars |
4.200 |
- |
6.37.2. Ymiskur studningur |
4.200 |
- |
Samferðsla og samskifti |
- |
300 |
6.38.2. Samferðsla |
- |
30 |
B. Játtanir
Útreiðslur |
Inntøkur |
||
6.37.2. Ymiskur studningur |
|||
6.37.2.02. Vinnuframagrunnurin |
J |
7.852 |
- |
EYJ |
4.200 |
- |
|
6.38.2. Samferðsla |
|||
6.38.2.02. Strandfaraskip landsins (Løgujáttan) |
J |
107.000 |
- |
EYJ |
- |
300 |
Viðmerkingar
6.37.2. Ymiskur studningur
6.37.2.02. Vinnuframagrunnurin
Søkt verður um eina eykajáttan upp á 4,2 mió kr. til Vinnuframagrunnin.
Vinnuframagrunnurin verður eftir ætlan avtikin sum grunnur við lóg. Virksemi grunsins er í staðin tikið við á fíggjarløgtingslógini fyri 2003. At Vinnuframagrunnurin verður avtikin sum eksternur grunnur merkir, at landskassin yvirtekur ogn, skuld og eventualskyldur grunsins pr. 31. desember 2002. Ogn grunsins upp á umleið 51 mió kr. verður tilført landskassanum í hesum sambandi (stovnsfæ umleið 43 mió kr.). Av hesum er tøkur peningur umleið 46 mió kr. og bygningur umleið 5 mió kr. Skuld grunsins við árskiftið fevnir um skyldugan stuðul upp á umleið 4,2 mió kr. Eginognin var sostatt umleið 47 mió kr. um ársskiftið.
Játtanin til virksemi grunsins á fíggjarlógini á høvuðskontu 6.37.2.02. Vinnuframagrunnurin er 7,9 mió kr., sum er ætlað til ávís endamál í ár sambært viðmerkingunum á fíggjarlógini. Av tí at landskassin er rættarliga bundin til at gjalda áður játtaðan stuðul og til verkætlanir hjá tí almenna, sum eru settar í verk, er ongin peningur tøkur til privat vinnuframaendamál í ár, uttan so at eykajáttan verður veitt til høvuðskontuna.
Sum tilskilað, verður ogn grunsins upp á 51 mió kr. tilførd landskassanum. Hetta verður roknskaparliga gjørt yvir fíggjarstøðu landsins. Hetta merkir ein stóran nettovinning fyri landskassan.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslur |
7.852 |
4.200 |
12.052 |
01. Stuðul |
|||
Útreiðslur |
7.852 |
4.200 |
12.052 |
53. Stuðul til vinnu |
4.552 |
2.200 |
6.752 |
71. Innanh. flyt. millum almennar stovn. |
3.300 |
2.000 |
5.300 |
6.38.2.02. Strandfaraskip landsins (Løgujáttan)
Skálafjarðaleiðin er júst niðurløgd, og røkir Ternan I, sum er umleið 42 ára gomul, ikki longur nakra farleið hjá Strandfaraskipum Landsins. Mælt verður tí til at selja skipið sum skjótast. Um heimild fæst fyri søluni verður skipið boðið alment út til sølu og selt til hægstbjóðandi. Tá skrivað verður í ætlanarsundurgreiningini, at skipið verður selt fyri 300 tús. kr., er hetta bert ein leyslig meting, tí ilt er at siga, hvat fæst fyri skipið.
So leingi landið eigur skipið, skal SL gjalda havnagjald og hava eitt ávíst eftirlit við skipinum, sum eisini kostar pening. Virðið á skipinum lækkar fyri hvønn dag, sum gongur. Samanumtikið kann roknast við, at landskassin stendur seg best við at selja skipið beinanvegin.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. | J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslujáttan |
107.000 |
- |
107.000 |
Inntøkujattan |
- |
300 |
300 |
03. Suðuroyarskip |
|||
Útreiðslur |
107.000 |
- |
107.000 |
31. Bygging og løguframleiðsla |
107.000 |
- |
107.000 |
10. Ternan I |
|||
Inntøkur |
- |
300 |
300 |
42. Søla av løgu o.ø. |
- |
300 |
300 |
A. Yvirlit
Játtanaryvirlit
Tús. kr. |
Nettotal |
Útreiðslur |
Inntøkur |
Útreiðsluætlan |
- |
- |
- |
Skattur o.t. (ætlan) |
- |
- |
- |
Løguætlan |
- |
- |
- |
Útbúgving og gransking |
500 |
- |
7.23.2. Fólkaskúlin v.m. |
2.500 |
- |
7.23.3. Miðnámsútbúgvingar |
-2.000 |
- |
Mentan |
-500 |
- |
7.24.3. Mentanaravur |
-500 |
- |
B. Játtanir
Útreiðslur |
Inntøkur |
||
7.23.2. Fólkaskúlin v.m. |
|||
7.23.2.05. Eftirskúli (Løgujáttan) |
J |
800 |
- |
EYJ |
2.500 |
- |
|
7.23.3. Miðnámsútbúgvingar |
|||
7.23.3.06. Miðnámsskúlin í Suðuroy (Løgujáttan) |
J |
9.700 |
- |
EYJ |
-2.000 |
- |
|
7.24.3. Mentanararvur |
|||
7.24.3.02. Bókasøvn (Løgujáttan) |
J |
2.000 |
- |
EYJ |
-500 |
- |
Viðmerkingar
7.23.2.05. Eftirskúli (Løgujáttan)
Játtanin verður hækkað við 2,5 mió kr. til bygging av einum eftirskúla til ung menningartarnað.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslujáttan |
800 |
2.500 |
3.300 |
10. Eftirskúli |
|||
Útreiðslur |
800 |
2.500 |
3.300 |
31. Bygging og løguframleiðsla |
800 |
2.500 |
3.300 |
7.23.3.06. Miðnámsskúlin í Suðuroy (Løgujáttan)
Tað dregur nakað út við byggingini av nýggjum miðnámsskúla í Suðuroy, tí verður játtanin lækkað við 2 mió kr.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslujáttan |
9.700 |
-2.000 |
7.700 |
10. Míðnamsskúlin í Suðuroy |
|||
Útreiðslur |
9.700 |
-2.000 |
7.700 |
31. Bygging og løguframleiðsla |
9.700 |
-2.000 |
7.700 |
7.24.3.02. Bókasøvn (Løgujáttan)
Av tí at tað dregur út við byggingini av nýggjum miðnámsskúla í Suðuroy, verður ikki øll avsetta játtanin nýtt í ár til meginbókasavn. Játtanin er tí lækkað við 500 tús. kr.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslujáttan |
2.000 |
-500 |
1.500 |
10. Bókasøvn |
|||
Útreiðslur |
2.000 |
-500 |
1.500 |
31. Bygging og løguframleiðsla |
2.000 |
-500 |
1.500 |
A. Yvirlit
Játtanaryvirlit
Tús. kr. |
Nettotal |
Útreiðslur |
Inntøkur |
Útreiðsluætlan |
5.100 |
5.100 |
- |
Skattur o.t. (ætlan) |
- |
- |
- |
Løguætlan |
- |
- |
- |
Ráevnisvinna |
5.100 |
- |
9.32.2. Jarðfrøði o.a. |
5.100 |
- |
B. Játtanir
Útreiðslur |
Inntøkur |
||
9.32.2. Jarðfrøði o.a. |
|||
9.32.2.01. Jarðfrøðisavnið (Rakstrarjáttan) |
J |
7.570 |
- |
EYJ |
5.100 |
- |
Viðmerkingar
9.32.2.01. Jarðfrøðisavnið (Rakstrarjáttan)
Undirkonta 9.32.2.01.22. Vísindaligar kanningar
Tá henda kontan varð sett á fíggjarlógina fyri nøkrum árum síðani, vórðu serliga 3 grundir nevndar. Tann týdningarmesta av hesum var Botnkanningar við beinleiðis atliti at møguligum krøvum um havbotnsrættindi uttan fyri 200 fjórðingamarkið".
Danmark fer í næstum at staðfesta ST havrættarsáttmálan frá 1982, og løgmaður mælir Løgtinginum til, at sáttmálin eisini verður galdandi fyri Føroyar. Tí verður nú neyðugt at fáa til vega próvgrundir, ið stuðla undir føroysku landgrunskrøvini. Umframt Hatton-Rockall økið í ein útsynning kann gerast talan um at krevja landgrunsøki uttan fyri 200 fjórðingamarkið norðan fyri Føroyar.
Á donsku fíggjarlógini fyri 2003 eru góðar 20 mió kr. settar av til jarðfrøðiligar kanningar, sum mugu gerast nú havrættarsáttmálin verður staðfestur. Upphæddin skal býtast nøkulunda javnt millum Føroyar og Grønland, sum eisini kann krevja landgrunn uttan fyri 200 fjórðingar.
Landsstýrið ætlar, at føroyskir myndugleikar fíggja helvtina av kanningunum, sum hava við føroysku krøvini at gera, og at føroyskir myndugleikar hava munandi ávirkan á tað arbeiðið, sum skal gerast í sambandi við landgrunskrøvini. Í ár verður føroyski parturin góðar 5 mió kr., og tilsamans verður roknað við, at føroyski parturin verður einar 15-20 mió kr. yvir komandi 4-6 árini.
Løgmansskrivstovan og Oljumálaráðið eru umboðað í einum samskipanarbólki, sum danska stjórnin hevur sett til at hava yvirskipaðu ábyrgdina fyri kanningunum. Skipanin av jarðfrøðiliga arbeiðinum viðvíkjandi føroysku landgrunskrøvunum er lagt í hendurnar á einum stýrisbólki við 4 umboðum úr Føroyum umframt umboðum fyri fleiri viðkomandi danskar stovnar og myndugleikar. Formaður í stýrisbólkinum er Martin V. Heinesen, stjóri á Jarðfrøðisavninum. Jarðfrøðisavnið skal eisini standa fyri einum parti av jarðfrøðiliga arbeiðinum, sum skal gerast í sambandi við kanningarnar.
Mælt verður til, at tær 5,1 mió kr., sum biðið verður um, verða býttar soleiðis, at 4 mió kr. eru til keyp av vørum og tænastum, meðan 1,1 mió kr. er til lønir. Upphæddin á 4 mió kr. skal í høvuðsheitum brúkast til seismiskar kanningar, 3,25 mió kr., umframt til keyp av data, keyp av serligum forriti v.m. Viðvíkjandi lønum er at viðmerkja, at neyðugt verður at skipa eitt serligt starv við ábyrgd fyri jarðfrøðiligu kanningunum, tulkingunum v.m., og umframt hetta verður roknað við, at serfrøðingar, jarðfrøðilesandi o.o. verða knýtt at verkætlanini ávís tíðarskeið.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. | J |
EYJ |
J+EYJ |
Nettoútreiðslujáttan |
7.570 |
5.100 |
12.670 |
Útreiðslur |
8.570 |
5.100 |
13.670 |
Inntøkur |
1.000 |
- |
1.000 |
20. Jarðisfrøðisavnið |
|||
Nettoútreiðsla |
7.270 |
- |
7.270 |
Útreiðslur |
8.270 |
- |
8.270 |
11. Lønir v.m. |
5.148 |
- |
5.148 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
1.947 |
- |
1.947 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
400 |
- |
400 |
16. Leiga, viðlíkahald og skattur |
600 |
- |
600 |
19. Ymsar rakstrarútreiðslur |
175 |
- |
175 |
Inntøkur |
1.000 |
- |
1.000 |
21. Søla av vørum og tænastum |
1.000 |
- |
1.000 |
22. Vísindaligar kanningar |
|||
Nettoútreiðsla |
300 |
5.100 |
5.400 |
Útreiðslur |
300 |
5.100 |
5.400 |
11. Lønir v.m. |
150 |
1.100 |
1.250 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
150 |
4.000 |
4.150 |
A. Yvirlit
Játtanaryvirlit
Tús. kr. |
Nettotal |
Útreiðslur |
Inntøkur |
Útreiðsluætlan |
- |
- |
- |
Skattur o.t. (ætlan) |
- |
- |
- |
Løguætlan |
13.300 |
13.300 |
- |
Felagsútreiðslur |
- |
- |
11.11.1. Fyrisiting |
- |
- |
Heilsumál |
13.300 |
- |
11.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m. |
13.300 |
- |
B. Játtanir
Útreiðslur |
Inntøkur |
||
11.11.1. Fyrisiting |
|||
11.11.1.24. Familju- og heilsumálaráðið (Rakstrarjáttan) |
J |
16.336 |
- |
EYJ |
700 |
- |
|
11.11.1.38. Familjuøki |
J |
1.700 |
- |
EYJ |
-700 |
- |
|
11.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m. |
|||
11.20.3.08. Landssjúkrahúsið, útbygging (Løgujáttan) |
J |
40.000 |
- |
EYJ |
13.300 |
- |
|
11.20.3.15. Suðuroyar sjúkrahús (Rakstrarjáttan) |
J |
33.469 |
- |
EYJ |
50 |
||
11.20.3.20. Serviðgerð uttanlands (Rakstrarjáttan) |
J |
70.000 |
- |
EYJ |
-50 |
- |
Viðmerkingar
11.11.1.24. Familju- og heilsumálaráðið (Rakstrarjáttan)
Landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at seta í verk kanningar av trivnaðarstøðuni hjá børnum, ungum og familjuni sum heild, og síðani at seta ein arbeiðsbólk at útgreina barna-, ungdóms- og familjupolitikk, sum við støði í m.a. kanningarúrslitum skal gera frágreiðing og koma við tilmæli um møgulig tiltøk, sum kunnu bøta um familjutrivnaðin. Í viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2003 er hendur ein umsitingarligur feilur soleiðis, at hetta er sett undir játtanarslagið stuðulsjáttan. Mett verður at hetta er ein rakstrarjáttan, og søkir landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum um at flyta 700 tús. kr. av høvuðskontuni 11.11.1.38. Familjuøki til høvuðskontuna 11.11.1.24. Familju- og heilsumálaráðið, undirkontu 24. Trivnaðarkanningar. Hetta er útreiðsluneutralt fyri landskassan.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Nettoútreiðslujáttan |
16.336 |
700 |
17.036 |
Útreiðslur |
16.336 |
700 |
17.036 |
20. Vanligt virksemi |
|||
Nettoútreiðsla |
10.854 |
- |
10.854 |
Útreiðslur |
10.854 |
- |
10.854 |
11. Lønir v.m. |
7.257 |
- |
7.257 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
1.735 |
- |
1.735 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
710 |
- |
710 |
16. Leiga, viðlíkahald og skattur |
1.152 |
- |
1.152 |
21. Ráð og nevndir |
|||
Nettoútreiðsla |
167 |
- |
167 |
Útreiðslur |
167 |
- |
167 |
11. Lønir v.m. |
167 |
- |
167 |
22. AHS-netið |
|||
Nettoútreiðsla |
3.700 |
- |
3.700 |
Útreiðslur |
3.700 |
- |
3.700 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
2.100 |
- |
2.100 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
1.600 |
- |
1.600 |
23. Tilbúgvingin fyri Føroyar |
|||
Nettoútreiðsla |
1.615 |
- |
1.615 |
Útreiðslur |
1.615 |
- |
1.615 |
11. Lønir v.m. |
515 |
- |
515 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
1.100 |
- |
1.100 |
24. Trivnaðarkanningar |
|||
Nettoútreiðsla |
- |
700 |
700 |
Útreiðslur |
- |
700 |
700 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
- |
700 |
700 |
11.11.1.38. Familjuøki
Í viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2003 er hendur ein umsitingarligur feilur soleiðis, at tann parturin av játtanini, sum skal verða nýttur til at gera kanningar og seta ein arbeiðsbólk, er settur undir játtanarslagið stuðulsjáttan. Mett verður, at hetta er ein rakstrarjáttan, og søkir landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum um at flyta 700 tús. kr. av høvuðskontuni 11.11.1.38. Familjuøki til høvuðskontuna 11.11.1.24. Familju- og heilsumálaráðið, undirkontu 24. Trivnaðarkanningar. Hetta er útreiðsluneutralt fyri landskassan.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslujáttan |
1.700 |
-700 |
1.000 |
01. Familjuøki |
|||
Útreiðslur |
1.700 |
-700 |
1.000 |
54. Stuðul til annað virksemi |
1.700 |
-700 |
1.000 |
11.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m.
11.20.3.08. Landssjúkrahúsið, útbygging (Løgujáttan)
Arbeiðið við útbyggingini á Landssjúkrahúsinum hevur gingið væl, og møguleiki er fyri, at tað verður liðugt á sumri í 2003, um ikki neyðugt verður at steðga arbeiðinum vegna fíggjartørv. Samlaði fíggjartørvurin til at gera nýggja sjúkrahúsbygningin lidnan er 53,3 mió kr. Á fíggjarlógini fyri 2003 eru 35 mió kr. settar av sambært langtíðar løguætlanini og 5 mió kr. til medicotekniskan útbúnað í nýbygninginum. Fyri at arbeiðið ikki skal steðga upp, er neyðugt við einari eykajáttan á 13,3 mió kr.
Viðmerkjast skal, at løgmaður hevur avgjørt eftir áheitan frá landsstýrismanninum í familju- og heilsumálum og í samráð við landsstýrismannin í vinnumálum, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur ræðisrættin á hesi høvuðskontuni, til útbyggingin verður liðug.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. | J |
EYJ |
J+EYJ |
Útreiðslujáttan |
40.000 |
13.300 |
53.300 |
10. Landssjúkrahúsið |
|||
Útreiðslur |
40.000 |
13.300 |
53.300 |
31. Bygging og løguframleiðsla |
40.000 |
13.300 |
53.300 |
11.20.3.15. Suðuroyar sjúkrahús (Rakstrarjáttan)
Landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum søkir um at flyta 50 tús. kr. frá høvuðskontuni 11.20.3.20. Serviðgerð uttanlands til høvuðskontuna 11.20.3.15. Suðuroyar Sjúkrahús. Peningurin skal verða nýttur til at gjalda einum serlækna í ortopædi fyri skurðviðgerðir og fyri ferðaútreiðslur. Viðkomandi serlækni kann skurðviðgera 8 sjúklingar, sum annars máttu verða sendir til Danmarkar at skurðviðgerast fyri umleið 35 tús. kr. fyri hvønn. Játtanin er útreiðsluneutral fyri landskassan.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Nettoútreiðslujáttan |
33.469 |
50 |
33.519 |
Útreiðslur |
46.027 |
50 |
46.077 |
Inntøkur |
12.558 |
- |
12.558 |
20. Vanligt virksemi |
|||
Nettoútreiðsla |
33.469 |
50 |
33.519 |
Útreiðslur |
46.027 |
50 |
46.077 |
11. Lønir v.m. |
35.891 |
- |
35.891 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
7.555 |
50 |
7.605 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
1.339 |
- |
1.339 |
16. Leiga, viðlíkahald og skattur |
763 |
- |
763 |
19. Ymsar rakstrarútreiðslur |
479 |
- |
479 |
Inntøkur |
12.558 |
- |
12.558 |
21. Søla av vørum og tænastum |
395 |
- |
395 |
29. Ymsar rakstrarinntøkur |
57 |
- |
57 |
76. Innanh. flyt. millum almennar stovn. |
12.106 |
- |
12.106 |
11.20.3.20. Serviðgerð uttanlands (Rakstrarjáttan)
Landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum søkir um at flyta 50 tús. kr. frá høvuðskontuni 11.20.3.20. Serviðgerð uttanlands til høvuðskontuna 11.20.3.15. Suðuroyar Sjúkrahús. Peningurin skal verða nýttur til at gjalda einum serlækna í ortopædi fyri skurðviðgerðir og fyri ferðaútreiðslur. Viðkomandi serlækni kann skurðviðgera 8 sjúklingar, sum annars máttu verða sendir til Danmarkar at skurðviðgerast fyri umleið 35 tús. kr. fyri hvønn. Játtanin er útreiðsluneutral fyri landskassan.
Samstundis fer landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum at søkja um at broyta viðmerkingarnar til høvuðskontuna 11.20.3.20. Serviðgerð uttanlands til eisini at fevna um at keypa tænastur frá útlandinum fyri serligar viðgerðir, soleiðis at til ber at viðgera sjúklingarnar í Føroyum, ístaðin fyri at senda sjúklingarnar uttanlands, um hetta hevur við sær sparingar í sjúkrahúsverkinum.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
J |
EYJ |
J+EYJ |
Nettoútreiðslujáttan |
70.000 |
-50 |
69.950 |
Útreiðslur |
70.477 |
-50 |
70.427 |
Inntøkur |
477 |
- |
477 |
20. Vanligt virksemi |
|||
Nettoútreiðsla |
50.198 |
-50 |
50.148 |
Útreiðslur |
50.198 |
-50 |
50.148 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
50.198 |
-50 |
50.148 |
22. Flutningur og uppihald |
|||
Nettoútreiðsla |
9.815 |
- |
9.815 |
Útreiðslur |
9.815 |
- |
9.815 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
9.815 |
- |
9.815 |
23. Sjúklingahotellið Tórshavn |
|||
Nettoútreiðsla |
9.987 |
- |
9.987 |
Útreiðslur |
10.464 |
- |
10.464 |
11. Lønir v.m. |
5.083 |
- |
5.083 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
1.950 |
- |
1.950 |
15. Keyp av útbúnaði, netto |
102 |
- |
102 |
16. Leiga, viðlíkahald og skattur |
3.299 |
- |
3.299 |
19. Ymsar rakstrarútreiðslur |
30 |
- |
30 |
Inntøkur |
477 |
- |
477 |
21. Søla av vørum og tænastum |
477 |
- |
477 |
A. Yvirlit
Játtanaryvirlit
Tús. kr. |
Nettotal |
Útreiðslur |
Inntøkur |
Útreiðsluætlan |
- |
- |
- |
Skattur o.t. (ætlan) |
27.500 |
- |
-27.500 |
Løguætlan |
- |
- |
- |
Skattir og avgjøld |
- |
-27.500 |
20.52.1. Skattainntøkur |
- |
-52.000 |
20.52.3. Ymsar inntøkur |
24.500 |
B. Játtanir
Útreiðslur |
Inntøkur |
||
20.52.1. Skattainntøkur |
|||
20.52.1.01. Vanligur landsskattur |
J |
- |
1.545.500 |
EYJ |
- |
-52.000 |
|
20.52.2. Ymsar inntøkur |
|||
20.52.3.01. Útluting frá Fíggingargrunninum frá 1992 |
J |
- |
47.500 |
EYJ |
- |
24.500 |
Viðmerkingar
20.52.1.02. Vanligur landsskattur
Uppskot er lagt fyri Løgtingið, har mælt verður til, at ávísar broytingar verða gjørdar í Ásetingarlógini, sum hava við sær ein skattalætta á mettar 52 mió kr. Hesar broytingar eru ein samanseting av lækking av skattastigum og hækking av inntøkumørkum.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. | J |
EYJ |
J+EYJ |
Inntøkujáttan |
1.545.500 |
-52.000 |
1.493.500 |
01. Vanligur landsskattur |
|||
Inntøkur |
1.545.500 |
-52.000 |
1.493.500 |
61. Skattur og avgjøld |
1.545.500 |
-52.000 |
1.493.500 |
20.52.3.01. Útluting frá Fíggingargrunninum frá 1992
Sambært kunning frá Føroya Banka um roknskapin fyri 2002, so verður útlutingin frá Fíggingargrunninum 24,5 mió kr. hægri enn mett.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. | J |
EYJ |
J+EYJ |
Inntøkujáttan |
47.500 |
24.500 |
72.000 |
01. Útluting |
|||
Inntøkur |
47.500 |
24.500 |
72.000 |
67. Rentuinntøkur og vinningsbýti |
47.500 |
24.500 |
72.000 |
1. viðgerð 21. mars 2003. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 2. mai 2003 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4.mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 21. mars 2003 er málið beint fíggjarnevndini.
Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 26. og 31 mars, 2., 9.,14., 16, 23. og 30. apríl 2003.
Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við løgmann og landsstýrismenninar Karsten Hansen og Bill Justinussen.
Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Óli Breckmann, Tórbjørn Jacobsen, Kristina Háfoss og Kári P. Højgaard) førir fram
Viðvíkjandi § 6. Vinnumál
6.37.2.02 Vinnuframagrunnurin.
Umsóknin um eykajáttan var tengd at løgtingsmálið nr. 110/2002: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um vinnuframagrunn. Løgtingið feldi hetta
uppskot við 2. viðgerð 9. apríl 2003, og við støði í tí verður mælt til at
strika eykajáttanina, og verður sett fram broytingaruppskot samsvarandi.
Viðvikjandi § 7. Útbúgving og mentan
Landsstýrismaðurin í mentamálum søkir um at fáa broytt eykajáttanina á konto
7.23.2.05 soleiðis, at tkr. 800 av teimum tkr. 2.500, sum søkt er um til útvegan av
hølum, verður til rakstur ístaðin, so at virksemið kann fara í gongd í heyst.
Viðmerkingarnar koma tí at vera hesar:
7.23.2. Fólkaskúlin v.m.
7.23.2.05. Eftirskúli (Løgujáttan)
Játtanin verður hækkað við 1,7 mió kr. til útvegan av
hølum til ein eftirskúla til ung menningartarnað.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
|||
J |
EYJ |
J |
|
Útreiðslujáttan |
800 |
1.700 |
2.500 |
10. Eftirskúli |
|||
Útreiðslur |
800 |
1.700 |
2.500 |
31. Bygging og løguframleiðsla |
800 |
1.700 |
2.500 |
7.23.2.06. Eftirskúli (Rakstarjáttan)
Játtanin skal nýtast til løn og annan rakstur av eftirskúla fyri ung
menningartarnað, sum ætlanin er skal fara í gongd í heyst.
Sundurgreinað ætlan
Tús. kr. |
|||
J |
EYJ |
J |
|
Nettoútreiðslujáttan |
0 |
800 |
800 |
Útreiðslur |
0 |
800 |
800 |
20 Vanligt virksemi |
|||
Nettoútreiðsla |
800 |
800 |
|
Útreiðslur |
800 |
800 |
|
11. Løn |
0 |
400 |
400 |
14. Keyp av vørum og tænastum |
0 |
100 |
100 |
15. Keyp av útbúnaði |
0 |
300 |
300 |
Meirilutin tekur undir við hesi broyting og setir fram broytingaruppskot.
Viðvíkjandi § 11, løgujáttan til Landssjúkrahúsið
Ein eykajáttan upp á 13,3 mió kr. uttan samsvarandi inntøku hóvar ikki
meirilutanum.
Men talan er um tann "positiva" trupulleika, at nýbyggingin á landssjúkrahúsinum hevur gingið skjótari enn væntað, og at kostnaðurin hevur verið sum upprunaliga mett. Tí er veruliga talan um at játta pening í ár, sum annars fellur til gjaldingar komandi ár.
Við at játta hesa upphædd nú, meðan byggingin er í gongd, slepst undan, at arbeiðið verður lagt niður og tikið uppaftur næsta ár sum nýggjar og ivaleyst dýrari entreprisur.
Haraftrat hevur Løgtingið júst í eini verklagslóg játtað pening til installatiónir, medioteknisk tól o.a. útgerð, so samráðingar og keyp kunnu fara fram sum skjótast og nýbygningurin gerast liðugur uttan drál og forðingar.
Tað, sum eisini talar fyri at mæla til hesa eykajáttan, er, at hon er til eingangs íløgu og ikki til rakstur. Meirilutin mælir tískil til at játta umbidna peningin.
Viðvíkjandi § 20
Landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur sent fíggjarnevndini skriv, har upplýst
er, at tann meirútluting frá Fíggjargrunninum, sum er tikin við á inntøkusíðuni í
hesi eykajáttanarlóg er ein misskiljing og biður fíggjarnevndina gera
broytingaruppskot hesum viðvíkjandi. Víst verður til skjal í málinum. Meirilutin
tekur undir við hesum, og setir fram broytingaruppskot samsvarandi.
Við hesum broytingum mælir meirilutin Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins, og setir tí fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o t
§ 6. Vinnumál
B. Játtanir
Útreiðslur |
Inntøkur |
||
6.37.2. Ymiskur studningur | |||
6.37.2.02. Vinnuframagrunnurin |
|
7.852 |
- |
EYJ |
0 |
- |
§ 7. Útbúgving og mentan
B. Játtanir
Útreiðslur |
Inntøkur |
||
7.23.2. Fólkaskúlin v.m. | |||
7.23.2.05. Eftirskúli (Løgujáttan) | J |
800 |
- |
EYJ |
1.700 |
- |
|
7.23.2.06. Eftirskúli (Rakstrarjáttan) Nýggj høvuðskonto | J |
0 |
|
EYJ |
800 |
- |
§ 20.Inntøkur
B. Játtanir
Útreiðslur |
Inntøkur |
||
20.52.2. Ymsar inntøkur | |||
20.52.3.01. Útluting frá Fíggingargrunninum frá 1992 | J |
- |
47.500 |
EYJ |
- |
0 |
Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl) hevur onga viðmerking til uppskotið og tekur støðu í tingsalinum.
2. viðgerð 2. maj 2003. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Óla Breckmann, Tórbjørn Jacobsen, Kristinu Háfoss og Kára P. Højgaard, til § 6 samtykt 31-0-0. § 6 soleiðis broytt samtykt 31-0-0. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Óla Breckmann, Tórbjørn Jacobsen, Kristinu Háfoss og Kára P. Højgaard, til § 7 samtykt 31-0-0. § 7 soleiðis broytt samtykt 31-0-0. § 9 samtykt 31-0-0. § 11 samtykt 31-0-0. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Óla Breckmann, Tórbjørn Jacobsen, Kristinu Háfoss og Kára P. Højgaard, til § 20 samtykt 31-0-0. § 20 soleiðis broytt samtykt 31-0-0. Uppskotið soleiðis broytt 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 2. mai 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.
Ll.nr. 86 frá 08.05.2003