Arbeišshįttur lųgtingsins

 

Tingiš starvar eftir teim formligu reglum sum įsettar eru ķ stżrisskipanarlógini og tingskipanini.

Mįl koma fyri lųgtingiš ķ fimm formum:

1. Uppskot til lųgtingslóg

2. Uppskot til rķkislógartilmęli

3. Uppskot til samtyktar

4. Frįgreišingar, skrivligir ella munnligir ella ófrįbošašir fyrispurningar

5. Misįlit į lųgmann ella landsstżrismenn

Ašrir višgeršarformar eru ikki. Bert lųgmašur, landsstżrismašur ella lųgtingsmašur kunnu byrja mįl ķ lųgtinginum. Skrivar borgari ella felag lųgtinginum bręv um eitthvųrt, so veršur hetta ikki tikiš til višgeršar uttan so, at lųgtingsmašur tekur mįliš upp ķ einum av teim formum sum omanfyri eru nevndir.

 

Uppskot til lųgtingslógir

Uppskot til lųgtingslóg skal verša fyri į fżra ymiskum tingfundum. Harumframt fęr mįliš nevndarvišgerš ķ lųgtingsnevnd og hjį lųgmanni.

Framlųga

Tį mįl veršur lagt fyri tingiš, bošar lųgtingsformašurin frį framlųgu. Į hesum fundi veršur mįliš ikki umrųtt og kann ei heldur beinast ķ nevnd.

1. višgerš

Uppskot kann fįa 1. višgerš 2. yrkadagin eftir framlųgu. Viš 1. višgerš veršur uppskotiš umrųtt ķ sķni heild. Broytingaruppskot kann verša frįbošaš og umrųtt.

Nevndarvišgerš

Eftir 1. višgerš fįa mįlini vanliga nevndarvišgerš. Taš er lųgtingsformašurin, iš gerš av, um mįl skal beinast ķ nevnd og hvųrja nevnd taš skal ķ. Nevndin skrivar įlit til tingiš, og meirlutin ella minnilutar ķ nevndini kunnu seta fram broytingaruppskot. Vanliga fįa mįl bara nevndarvišgerš millum 1. og 2. višgerš. Tingiš kann tó į ųšrum višgeršarstigum samtykkja at beina mįl ķ nevnd. Undir nevndarvišgeršini granska nevndarlimirnir uppskotiš gjųllari og fįa til vega eyka upplżsingar frį almennum og privatum, og ķ fųrum kallar nevndin eisini fólk inn į fund, at fįa tey at siga sķna hugsan um uppskotiš.

2. višgerš

2. višgerš kann verša 3. yrkadagin eftir, at 1. višgerš endaši, tó ikki fyrr enn 2. dagin eftir, at mųguligt nevndarįlit er lagt fram. Tingmašur kann skrivliga seta fram broytingaruppskot, men skal taš vera gjųrt, įšrenn oršaskiftiš viš 2. višgerš er byrjaš. Nevndin, meirluti ella minniluti ķ henni kann eisini skrivliga seta fram broytingaruppskot, eftir at 2. višgerš er byrjaš, men įšrenn oršaskiftiš er endaš. 2. višgerš endar viš atkvųšugreišslu. Fellur uppskotiš, stešgar višgeršin her.

3. višgerš

3. višgerš kann vera 3. yrkadagin eftir, at 2. višgerš endaši, ella eftir at mųguligt nevndarįlit er lagt fram. 4 tingmenn kunnu ķ felag skrivliga seta fram broytingaruppskot, og um mįliš er beint ķ nevnd viš 2. ella 3. višgerš, so kann meirluti ella minniluti ķ nevndini skrivliga seta fram broytingaruppskot. Broytingaruppskot kann leggjast fram viš 3. višgerš, įšrenn oršaskiftiš byrjar. Viš 3. višgerš verša broytingaruppskot og tęr greinar, broytingaruppskotiš višvķkir, umrųddar fyrst og koma fyrst til atkvųšugreišslu. Eftir hetta veršur endalig višgerš, tį tingiš samtykkir ella fellur uppskotiš.

Stašfesting og kunngerš

Fyri tķ um lųgtingiš endaliga hevur samtykt lųgtingslógaruppskot, so er taš ikki bindandi fyri borgaran. Taš gerst taš ikki fyrr enn lųgmašur hevur stašfest uppskotiš sum lųgtingslóg og kunngjųrt taš ķ Kunngeršablašnum. Lųgmašur hevur fullan rętt at nokta at stašfesta uppskotiš og tį veršur so eingin lųgtingslóg, men ķ flestu fųrum ger hann taš tķ annars fęr hetta helst til avleišing at tingiš noyšir hann frį sum lųgmann.

 

Uppskot til rķkislógartilmęli

Uppskot til rķkislógartilmęlini fįa į lųgtingi pśra eins višgerš og uppskot til lųgtingslógir. Einasti munur er, at endaliga śrslitiš veršur ikki kunngjųrt alment, men harafturķmóti frįbošaš rķkismyndugleikunum av lųgmanni. Taš samtykta uppskotiš er ikki bindnadi fyri borgaran, men sum oršiš sigur, harafturķmóti eitt óbindandi tilmęli til rķkismyndugleikarnir at gera eina lóg. Aloftast fylgja rķkismyndugleikarnir tilmęlinum.

 

Uppskot til samtyktar

Hesi mįl verša višgjųrd sum uppskot til lųgtingslógir. Tó enda hesi mįl eftir atkvųšugreišsluna viš 2. višgerš, og skulu ikki stafestast og kunngerast av lųgmanni. Uppskot til samtyktar eru ikki bindandi, hvųrki fyri landsstżriš ella borgaran. Ķ onkrum fųrum krevst tó eftir stżrisskipanarlógini, at ein tingssamtykt skal til fyri at landsstżriš kann gera eitthvųrt, eitt nś gera tżdningarmiklar sįttmįlar viš onnur lond.

 

Frįgreišingar, skrivligir ella munnligir ella ófrįbošašir fyrispurningar

Taš sum eyškennir hesar višgeršarformar er, at lųgtingiš ger onga nišurstųšu undir hesum višgeršarformum. Mįliš veršur umrųtt į tingi, og so er lišugt, eingin atkvųšugreišsla og eingin nevndarvišgerš.

Viš hesum višgeršaformum kann lųgtingsmašur fįa allar teir upplżsingar hann hevur fyri neyšini frį lųgmanni ella landsstżrismanni, og śt frį hesum gera sęr sķnar politisku nišurstųšur um, hvat iš hann ętlar.

 

Misįlit

Eftir stżrisskipanini er taš so, at lųgmašur ella landsstżrismenn eru óheftir av lųgtinginum. Landsstżrismenninir verša tilnevndir av lųgmanni, mešan lųgmašur veršur tilnevndur av lųgtingsformanninum, tó so, at ikki 17 tingmenn eru ķmóti lųgmansevni lųgtingsformansins.

Lųgmašur og landsstżrismenninir eru tó ikki óheftari enn so, at um so er, at 17 tingmenn eru ķmóti einum av teimum, so mugu teir leggja frį sęr.

Mįl um misįlit į lųgmann ella landsstżrismann verša bert višgjųrt į einum tingfundi. Uppskot veršur framlagt um hetta av lųgtingsmanni og alt fyri eitt tikiš til umrųšu ķ tinginum.