Gerðabók Umboðsmannanevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

8. fundur

Týsdagur 18. apríl  2000

kl. 13.30

 Á fundi vóru:
Jenis av Rana, formaður
Sámal Petur í Grund, næstformaður
Finnbogi Ísakson
Vilhelm Johannesen
Edmund Joensen
Hildur Patursson
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Alfred Olsen

Eyðun Viderø var ikki á fundi.

Skrivari:
Kristina Samuelsen

Til viðgerðar:

  1. Gerðabók
    Gerðabókin frá fundi 7. apríl varð býtt út, lisin upp og góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 27/1999: Uppskot til løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann
    Skriv frá løgmanni, dagfest 10. apríl 2000, við ummæli í málinum, varð lisið upp og umrøtt.

Uppskot til álit varð býtt út, lisið upp og umrøtt. Ávísar broytingar vóru gjørdar.

Avgjørt varð, at skrivarin skuldi gera eina samanskriving av lógaruppskotinum og teimum í álitinum uppskotnu broytingunum.

 
Fundur lokin kl. 15.30

Kristina Samuelsen
skrivari