Gerðabók Umboðsmannanevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

07. fundur

Fríggjadagur 7. apríl  2000

kl. 13.30

 Á fundi vóru:
Finnbogi Ísakson
Vilhelm Johannesen
Hildur Patursson
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Sámal Petur í Grund
Jenis av Rana

Eyðun Viderø, Edmund Joensen og Alfred Olsen vóru ikki á fundi.

Av misgáum var fundurin ikki komin við á skránna yvir nevndarfundir ella á internetið og tekstvarpið fyrr enn sama morgun.

Skrivari:
Kristina Samuelsen

Til viðgerðar:

  1. Gerðabók
    Gerðabókin frá fundi 31. mars varð býtt út, lisin upp og góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 27/1999: Uppskot til løgtingslóg um løgtingsins umboðsmann
    Eitt fyrsta útkast til uppskot til álit varð býtt út og gjøgnumgingið.

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin hin 18. apríl, kl. 13.30, við hesi skrá:

  1. Gerðabók
  2. Løgtingsmál nr. 27/1999: Uppskot til løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann

Fundur lokin kl. 15.40

Kristina Samuelsen
skrivari