Gerðabók Umboðsmannanevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

6. fundur

Fríggjadagur 31. mars  2000

kl. 13.30

Á fundi vóru:
Jenis av Rana, formaður
Sámal Petur í Grund, næstformaður
Finnbogi Ísakson
Eyðun Viderø
Vilhelm Johannesen
Edmund Joensen
Hildur Patursson
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Alfred Olsen

Skrivari:
Kristina Samuelsen

Til viðgerðar:

  1. Gerðabók
    Gerðabókin frá fundi 24. mars varð býtt út, lisin upp og góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 27/1999: Uppskot til løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann
    Formaðurin kunnaði nevndina um, at løgmaður hevði boðað frá, at hann ikki hevði møguleika at koma á fund við nevndina teir ásettu fundardagarnar, sum eftir eru, men at hann hevði játtað at koma kl. 13.30 mánadagin tann 3. apríl. Av tí at formansskapur Løgtingsins hevði ásett fund seinnapart mánadagin, varð gjørt av heldur at biðja løgmann um skrivligar viðmerkingar til uppskotið.

    Síðani varð farið undir framhaldandi gjøgnumgongdina av samanberingunum millum svensku, norsku, donsku, íslendsku og grønlendsku umboðsmanslógirnar og fyriliggjandi uppskot til lóg fyri umboðsmansskipan.

 

Fundur lokin kl. 15.45.

Kristina Samuelsen
skrivari