Gerðabók Umboðsmannanevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

4. fundur

Fríggjadagur 10. mars  2000

kl. 13.30

Á fundi vóru:
Finnbogi Ísakson
Vilhelm Johannesen
Edmund Joensen
Hildur Patursson
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Jenis av Rana

Eyðun Viderø, Alfred Olsen og Sámal Petur í Grund vóru ikki á fundi.

Skrivari:
Kristina Samuelsen

Til viðgerðar:

  1. Gerðabók
    Gerðabókin frá fundi 3. mars 2000 varð býtt út, lisin upp og góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 27/1999: Uppskot til løgtingslóg um løgtingsins umboðsmann
    Formaðurin upplýsti, at umsiting løgtingsins hevði gjørt eina skrá fyri nevndarfundirnar nú og til tingið fer heim, og at tað sambært hesum, er møguleiki fyri at hava 5 fundir afturat til viðgerð av hesum máli, og eru fundirnir lagdir fríggjadag seinnapart. Formaðurin upplýsti eisini, at hann verður burturstaddur komandi fríggjadag, tann 17. mars, og at hesin fundurin tí verður avlýstur. Eftir eru so 4 fundir.

Avgjørt varð at gjøgnumganga samanberingarnar millum svensku, norsku, donsku, íslendsku, grønlendsku og fyriliggjandi uppskot til lóg fyri umboðsmansskipan grein fyri grein og umrøða munirnar millum skipanirnar so hvørt.

Danski umboðsmaðurin Hans Gammeltoft Hansen kom á fund við nevndina kl. 16.00.

Karsten Loiborg kom á fund við nevndina kl. 16.45.

 Fundur lokin kl. 17.50

Kristina Samuelsen
skrivari