Gerðabók Umboðsmannanevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

3. fundur

Týsdagur 3. mars 2000

kl. 13.50

Á fundi vóru:
Jenis av Rana, formaður
Finnbogi Ísakson
Eyðun Viderø
Vilhelm Johannesen
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Alfred Olsen

Edmund Joensen, Hildur Patursson og Sámal Petur í Grund vóru ikki á fundi

Skrivari:
Kristina Samuelsen

Til viðgerðar:

  1. Gerðabók
    Gerðabókin frá fundi 11. februar varð býtt út og góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 27/1999: Uppskot til løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann
    Ymiskt tilfar frá umboðsmansstovnunum í Norra og Íslandi varð býtt út.

Skriv frá Málstovuni á Fróðskaparsetri Føroya, dagfest 18. februar 2000, viðvíkjandi heitinum "umboðsmaður", varð býtt út. Spurningurin varð umrøddur. Hans Pauli Strøm mælti til, at spurningurin varð settur á dagsskrá til viðgerðar og støðutakan í nevndini.

Málið varð umrøtt.

Nevndin gjørdi av at hittast aftur kl. 17.00 tann 10. mars áðrenn fundin við danska umboðsmannin kl. 19.00 at gjøgnumganga samanberingarnar, sum skrivarin er í holt við at gera millum svensku, norsku, donsku, íslendsku, grønlendsku og fyriliggjandi uppskot til lóg fyri umboðsmansskipan.

Gjørt varð av at kalla Advokatfelag Føroya, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Landsstýrismálanevndina, Rættarhjálp Føroya, Føroya Kærustovn og løgmann á fund við nevndina mánadagin 13. mars, um hetta ikki kemur í vegin fyri aðrar fundir.

Fundur lokin kl. 15.00

Kristina Samuelsen
skrivari