Gerðabók Umboðsmannanevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

2. fundur

Fríggjadagur 11. februar 2000

kl. 14.00

Á fundi vóru:
Jenis av Rana, formaður
Sámal Petur í Grund, næstformaður
Finnbogi Ísakson
Eyðun Viderø
Vilhelm Johannesen
Edmund Joensen
Annita á Fríðriksmørk
Hans Pauli Strøm
Alfred Olsen

Rúna Sivertsen var ikki á fundi.

Skrivari:
Kristina Samuelsen

Til viðgerðar:

  1. Gerðabók
    Gerðabókin frá fundi 25. januar varð býtt út og góðkend.

    Løgtingsmál nr. 27/1999: Uppskot til løgtingslóg um løgtingsins umboðsmann
    Í sambandi við at danski umboðsmaðurin, Hans Gammeltoft Hansen, kemur til Føroyar, varð gjørt av at kanna møguleikan fyri, at nevndin kann fáa ein fund við hann.

    Um tað ber til, hevði tað verið ynskiligt, um hann kundi sett av ein heilan dag, har hann fyrrapart kundi greitt øllum tingmonnum frá um danska umboðsmansstovnin, og so seinnapart kundi tikið ein fund við nevndina, har møguleiki varð fyri, at koma meira ítøkiligt inn á ávís evni, sum nevndarlimirnir ynskja lýst.

Gjørt varð eisini av at kalla umboð fyri dómsvaldið (dómararnar), umboð fyri sakførarar (Føroya Advokatfelag), landsstýrismálanevndina, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og løgmann á fund við nevndina.

Gjørt varð av, at nevndarskrivarin skuldi fáa til vega og senda nevndarlimunum heimildargrundarlagið fyri danska, norska, svenska, íslendska og grønlendska umboðsmanninum og hagtøl frá hesum londum viðvíkjandi innkomnum og viðgjørdum málum og viðvíkjandi kostnaðinum av umboðsmannaskipanunum. Eisini varð gjørt av, at nevndarlimirnir skulu hava avrit av tí tilfarinum, sum umsiting Løgtingsins hevur fyrireikað, áðrenn fyriliggjandi uppskot til løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann varð framlagt.

Umrøða var av, um reglur fyri virksemi umboðsmansins eiga at verða gjørdar í lóg ella t.d. í reglugerð. Umrøða var eisini av, um nærri reglur ikki eiga at verða gjørdar um setanarhátt, løn og eftirløn.

Annita á Fríðriksmørk hevði uppskot um, at heitið "umboðsmaður" varð broytt til t.d. "umboðsfólk".

Alfred Olsen helt, at lógin átti at verið sett greiðari upp og býtt í kapittul við yvirskrift, sum sigur frá tí, sum í kapitlinum stendur.

Gjørt varð av, at nevndin skal hava fastan fund kl. 13.00 hvønn fríggjadag.

Næstkomandi fundur verður tó annan fríggjadag, har nevndin viðger umbidna tilfarið. Innkallingarnar verða fríggjadagin eftir.

Fundur lokin kl. 15.00 

Kristina Samuelsen
skrivari