Gerðabók landsstýrislønarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

2. fundur

Hósdagur 13. apríl 2000

kl. 10.00

Á fundi vóru:
Finnbogi Ísakson, form.
Sámal Petur í Grund
Eyðun Viderø
Edmund Joensen
Lisbeth L. Petersen
Jóannes Eidesgaard
Jógvan á Lakjuni
Vilhelm Johannesen
Finnur Helmsdal

Jenis av Rana var ikki á fundi.

Skrivari:
Súsanna Danielsen

Til viðgerðar:

  1. Gerðabók frá fundi 30. mars 2000
  2. Gerðabókin varð góðkend.

  3. Val av næstformanni
  4. Lisbeth L. Petersen varð vald.

  5. Løgtingsmál nr. 90/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna
    Formaðurin legði fyri og greiddi frá málinum og segði, at málið, sum tað fyriliggur, bert snýr seg um broytt eftirlønarviðurskifti hjá landsstýrismonnum, og er hetta ein avleiðing av, at nýggj lóg varð gjørd um tingmannalønir og eftirlønir seinasta ár.

Lønirnar hjá landsstýrismonnum eru framvegis tær somu, men helt hann, at gloppið millum tingmannalønirnar og landsstýrismannalønirnar er vorðið í so lítið.

Hann greiddi síðani frá verandi lóg og tí eftirlønarskipan, sum er har, og at fyrrverandi landsstýrismenn, sum nú eru tingmenn, eru dotnir niður í millum báðar lógirnar orsakað av gildisreglum.

Hann bað nevndina stutt umhugsa, um hon helt tað vera skilagott, at hesi viðurskiftini verða viðgjørd

  1. lønin hjá landsstýrismonnum
  2. um málið eigur at verða koyrt í eina serstaka nevnd, eins og løgtingsmannalønirnar vórðu
  3. um eftirlønirnar skulu hava afturvirkandi gildi

Hann spurdi síðani um viðmerkingar frá hinum limunum í nevndini til hetta uppskot.

Eftir at nevndarlimirnir høvdu gjørt sínar viðmerkingar varð niðurstøða gjørd um, at Finnbogi Ísakson, formaður, og Lisbeth L. Petersen, næstformaður, í samráð við umsiting tingsins biðja eina nevnd, sum møguliga skal verða tann sama, sum viðgjørdi tingmannalønirnar, um at gera eitt tilmæli í málinum skjótast til ber.  

Fundur lokin kl. 11.00

Súsanna Danielsen
skrivari