Gerðabók landsstýrislønarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

1. fundur

Hósdagur 30. mars 2000

kl. 16.30

Ár 2000, hósdagin, hin 30. mars, kl. 16.30, var fundur í nevndini at viðgera tingmál nr. 90/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.

Á fundi vóru:
Finnbogi Ísakson
Eyðun Viderø
Finnur Helmsdal
Jógvan á Lakjuni
Lisbeth L. Petersen
Sámal Petur í Grund

Vilhelm Johannesen, Edmund Joensen, Jóannes Eidesgaard og Jenis av Rana vóru ikki á fundi.

Skrivari:
Marius Rein

 

Til viðgerðar:

  1. Skipan av nevnd
    Fyrstvaldi, Finnbogi Ísakson, hevði boðað til fundar við hesum máli á skránni.
  2. Jógvan á Lakjuni mælti til at velja Finnbogi Ísakson til formann. Einki annað uppskot var, og er Finnbogi Ísakson sostatt valdur til formann.

    Semja varð um, at útseta valið av næstformanni til komandi fund.

Næsti fundur

Formaðurin boðaði frá, at hann skuldi tosa við umsitingina um áseting av fundardøgum. Fundarboð til næsta fund verða send á vanligan hátt.

 Fundur lokin kl. 16.35

Marius Rein
skrivari