Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2004

8. fundur

Ár 2005, mánadagin hin 7. mars, kl. 10.00, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Poul Michelsen

Heidi Petersen møtti fyri Finn Helmsdal

Bill Justinussen

 

Kristian Magnussen, Sverre Midjord og Marjus Dam vóru ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen.

 

Rannvá Clementsen, praktikantur, var eisini á fundi.

 

 

Til viðgerðar:

  1. Gerðabókin
    Gerðabókin frá 7. fundi 2. mars 2005 varð býtt út, lisin upp og góðkend.

 

  1. Løgtingsmál nr. 43/2004: Uppskot til samtyktar um ungdómsluttøku
    Málið varð umrøtt.

    Klokkan 10.30 komu Heðin Mortensen, forseti, og Sølvi Reinert Hansen, ítróttar- og ungdómsráðgevi, frá ÍSF á fund við nevndina. Teir fóru av fundi aftur klokkan 11.00.

    Klokkan 11.00 kom
    Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaðurin í mentamálum á fund við nevndina saman við Jóan Petur Hentze, fulltrúa. Teir fóru av fundi aftur klokkan 11.35.

    Klokkan 11.35 kom Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum, á fund við nevndina saman við Rúna Joensen, aðalstjóra. Teir fóru av fundi aftur klokkan 12.00.

    Málið varð umrøtt. Gjørt varð av at skriva uppskot til álit til næsta fund.

 

Næsti fundur:

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 14. mars, kl. 9.30, við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 43/2004: Uppskot til samtyktar um ungdómsluttøku

 

Fundur lokin kl. 12.30

 

Birita S. Samuelsen
skrivari