Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2004

7. fundur

Ár 2005, mikudagin hin 2. mars, kl. 10.00, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

Sverre Midjord

Finnur Helmsdal og

Bill Justinussen

 

Marjus Dam var ikki á fundi.  

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen 

 

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin

Gerðabókin frá 6. fundi 8. desember 2004 varð býtt út, lisin upp og góðkend við smávegis rættingum.

 

2.      Løgtingsmál nr. 43/2004: Uppskot til samtyktar um ungdómsluttøku 

Málið varð umrøtt.

 

Klokkan 10.30 komu umboð fyri Føroya Ungdómsráð, Hans Anfinnson Norðfoss, virkandi formaður, og Jóannes Árting, aðalskrivari á fund við nevndina.

 

Frá FUR fekk nevndin eina frágreiðing, sum Norden hevur gjørt um møguleikan fyri ávirkan hjá ungdóminum, og ein faldara, sum FUR hevur gjørt um fyribyrging av kynsligari misnýtslu í feløgum.

 

Umboðini fyri FUR fóru av fundi aftur klokkan 11.05

 

Klokkan 11.10 komu umboð fyri Pol. Ung á fund við nevndina. Fyri Unga Sjálvstýrið, Dan Lamhauge. Fyri Unga Tjóðveldið, Barbara Holm, Jógvan Jacobsen og Rúni Nielsen. Fyri Ungmannafelagið Samband, June-Eyð Johannesen og Eyðna Vidtfeldt. Fyri Fólkafloksungdómin, Turid Christophersen og Poul Laust Christiansen. Fyri Sosialistiska Ungmannafelagið Annika Eidesgaard.

 

Umboðini fyri Pol. Ung. fóru av fundi aftur klokkan 12.05.

 

Avgjørt varð at inkalla umboð fyri ÍSF, landsstýrismannin í mentamálum og landsstýrismannin í innlendismálum á fund við nevndina.  

 

Næsti fundur:  

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 7. mars 2005, kl.  10.00, við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 43/2004: Uppskot til samtyktar um ungdómsluttøku

 

Í samband við pkt. 2 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina

Kl. 10.30 Umboð fyri ÍSF

Kl. 11.00 Landsstýrismaðurin í mentamálum

Kl. 11.30 Landsstýrismaðurin í innlendismálum

 

Fundur lokin kl. 12.10

 

Birita S. Samuelsen
skrivari