Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2004

3. fundur

Ár 2004, fríggjadagin hin 8. oktober, kl. 16.30, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

Á fundi vóru:
Alfred Olsen, formaður
Kristian Magnussen, næstformaður
Poul Michelsen
Sverre Midjord
Marjus Dam
Finnur Helmsdal
Bill Justinussen

Skrivari:
Birita S. Samuelsen

Til viðgerðar:

  1. Gerðabókin
    Viðgerðin av gerðabókini varð útsett.

  2. Løgtingsmál nr. 9/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur
    Teldupostur frá 8. oktober 2004 frá Føroya Kommunufelag varð lisin upp, skjal A. Eisini varð telefonnotat frá samrøðu við Ingibjørg Berg frá Kommunusamskipan Føroya lisið upp, skjal B. Uppskot til álit varð lisið upp, og avgjørt varð at undirskriva álitið.

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 18. oktober, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Gerðabók
  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005, ið snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini

 

Fundur lokin kl. 16.45

Birita S. Samuelsen
skrivari